Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta var yvirskriftin á eini verkætlan í Tórs­ havn fyrst í 90'inum und­ir Ung í Arbeiði. Eg var so heppin at sleppa at verða verk­ ætlanarleiðari í nevndu verkætlan, sum var ætl­ að til ungar mammur, sum vóru einligar og ikki høvdu nomið sær nakra útbúgving. Uppgávan hjá mær var at stuðla, íverkseta og geva íblástur. Somu­ leiðis at menna og styrkja dagligar avbjóð­ ing­ar, matgerð, reingerð, uppaling, fíggjarligar trongstøður o.a. Alt hetta gjørdist veru­leiki í tøttum sam­ starvi við sosialu deild í Tórshavn, og haldi eg, at hetta var ein gev­ andi, áhuga­verd og góð verk­ætlan, sum veru­ liga gjørdi mun hjá fleiri av teim mamm­um og børnum, sum vóru við. Veit, at fleiri av hes­um mammum fóru undir víðari lesnað og útbúgv­ ing. Hetta er bert eitt dømi um eina verkætlan, sum var annarleiðis og somuleiðis fyribyrgj­ andi. Tórshavnar Komm­ una hevur so ómetaligar nógvar møguleikar, og vil eg gera mítt til, at slíkar verkætlanir aftur kunnu verða settar á dags­skrá og gera mun. Ung mamma, hevur tú ein dreym? kommunuval 2012 Bjørghild Djurhuus Nær er høgrasnaringin fullkomin Skrivað hevur Levi Mørk býráðslimur Seinastu tíðina hava vit hvønn einasta dag sæð, hvussu samgongan spaku­liga niðurlagar og eymýkir før­ ingar. Tað sær út fyri mær, at mørk, virðing og sømiligheit er kveistrað til viks, meðan háð­anin er sett í hásætið. Ikki nokk við at Jørgin Nicla­sen og løgmaður tala niður­látandi um tey veiku, eldri fólk, men teir halda seg hava rætt til veruliga at gera tað, við teirra mantra, at vit mugu spara. Teir hava gloymt, at tey menniskju teir háða, er júst tey menniskju sum eiga lívið í hesum báðum fýrunum, og sum hava skapt tað samfelag, teir nú sorla. Tað sama við teimum veiku borgarunum, teir so fegnir vilja hava av landinum, tí tey eru ikki, í teirra eygum, virðis­skapandi, men bert til fortreð og plágan. Flatskattin, sum bert fá ynskja, lata teir tey veiku gjalda. Flatskatturim verð­ur nýttur til marglæti, niður­ gjalding av skuld og upp­spar­ ing. Teir halda áfram at siga, at fólk fara at gear íløgur fyri henda penging. Tvætl. Pensjónirnar taka teir frá okkara børnum, uttan himpr. Tilfongið, sum makrelurin er, verður latin fyri næstan onki til vinir og kenningar við røttum politiskum liti. Teir vilja ikki hoyra talan um at lækka MVG á neyð­synjar­ vørum, og gera tað møguligt at fáa bíligari íbúðir, tí teir vilja hava henda veika bólkin av landinum. Yvirbráðið í teirra dum­ stoltu skon er so ræðandi, at eg, og flestu føringar hava alla grund til at óttast fyri framtíðini. Eg havi tosað við nógv sambandsfólk, og tey øtast. Tey fægstu eru greið yvir, at nýggja stevnuskráin hevur lítð og onki við sam­ bandspolitikk at gera, og fyri at fjala veruleikan vend­ur løgmaður tjakinum burtur frá veruleikanum til líkaso veruleikafjart tos um ríkis­ felagsskap. Eg ivist í um løgmaður sjálv­ur stendur aftanfyri høgru­fasitsisku snaringina í sambandsflokkinum, men eg kan sjálvandi gita hvør stendur aftanfyri. Tað er ongin munur í dag á poli­ tikki fólkaflokksins og sam­ bandsflokksins. Fólka­flokks­ fólk eru har mann kun­di vænta teir eru, men at sam­ bands­flokkurin fór somu kós er nakað nýtt. Til hetta býráðsvalið hevur so veljarin ein møguleika at vísa hesum monnum, at før­ ingar ikki lata sær alt lynda. Formaður okkara hev­ur longu sagt, at arbeiða saman við fólkaflokkinum kemur ikki uppá tal, og tað er ein sjálvfylgja. At arbeiða sam­an við nøkrum, sum við síni fulla fimm, oyðileggja sam­felagið, fólk, sum opi og full­komiliga, uttan at skamm­ast, geva til síni vin­fólk og vælbjargaðu annars, við beinleiðis at taka frá pen­sjónistum, ungfólki, arbeiðs­fólki, og annars øllum teim­um teimum veiku. Og til­fongis­gjaldið, sum kundi verði eitt gott íkast til okkum øll, fer sama veg. Um so sam­bands­flokkurin heldur áfram við sama politikki, er ongi sam­starvsmøguleiki har heldur. Øll mugu gera sær greitt, at hesin politiski ørðskapur kemur at halda fram, um tit, veljarin, ikki steðgar teimum. Hugsa tykkum til, um teir eisini fingu møguleikar at ávirka Tórshavnar komm­ unu. Tí hava tit nú ein gyltan møguleika at gera tykkara sjónarmið galdandi við hetta valið, og tað er altso neyðugt at tit gera tað. Teirra hugsjónar- og menn­iskjaligu eginleikar hoyra ikki heima í hesum landi, teir kenna ikki til næstra­kær­leika og virðing fyri teimum eldru. Teir kenna ikki til hvat fólkið væntar av sínum um­boðum, nevniliga at virka fyri øllum, og ikki bert teim­um fáu. Nýtið tí høvi at steðga teimum, set krossin við Levi Mørk, javn­ aðar­vallevni á Lista C á komm­unu­valinum. Vælferðarsamfelagið Heri Ólason Dam Javnaðarflokkurin Okkara samleiki er, at verða ein partur av tí norður­ lendsku heildini. Hesin felags­skapur er søguligur og mentanar­ligur, og hevur verið tikin sum ein sjálvfylgja í langa tí; men er kanska ikki so sjálvs­agdur sum støðan er í dag. Hvat inniber hesin felags­ skapur og hvat gevur hann? Hesin felagsskapur liggur sum støði undir lóg­um, soleiðis at skilja, at lógar­ verkini eru ógvuliga lík. Mentan og mál eru av sama norðurlendska upp­ runa, tí eru fatanir og hug­ burð ógvuliga lík. Hetta ger okkum til ein part av eini størri heild, sum vit nýta gott av í so at siga øllum før­um. Her kann nevnast tann fríi norð­ur­ lendski arbeiðs­marknaðurin, har øll í norðanlondum kunna søkja og fáa arbeiði á jøvnum føti við øll hini í øllum norðurlondum, sama er galdandi á útbúgv­ingar­ økinum. Sitandi samgonga hevur uppá minni enn eitt ár niður­lagað fleiri av hesum vælferðarskipanum og ætl­ar hon at fremja fleiri líkn­andi átøk á borgaran – flatskattur – skattan av pensjónum við inngjald – seta pensjónsaldurin upp – krevja gjald fyri at koma á sjúkrahús – niðurlagan av skúlaøkinum og útbúgving og mangt annað. Tí spyrji eg teg, ert tú ein av teimum, ið hevur at­ kvøtt fyri ein av hesum flokkum ella eitt av hesum valevnunum, harvið er tú ein av stuðlunum undir hesum niðurlaðingarverki av tí føroyska samfelagnum. Eg eri vælvitandi, at tað eru nógv fólk sum ikki taka undir við tí førda politikkinum, sjálvt um tey hava atkvøtt fyri einum av samgonguflokkunum ella einum av hesum val­ evn­unum, uttan at vilja tað oyð­andi kós sum BADH sam­ gongan stýrir. Til kommunuvalið hevur tú møguleikan og einans tú møguleikan at broyta hesa skeivu gongd. Tó hevur hend­ an niðurlagingin ikki rakt Tórshavnar kommunu so meint enn, vegna ein sterkan javnaðarflokk, ið hevur víst og prógva góð úrslit s. u. Bygging av tveimum stórum skúlum, almennan trivna, Boðanesheimið, karmar fyri vinnumøguleikum, hækkan av barnafrádrátti og lækkan av skattinum frá 1. januar. Við tínari atkvøðu hev­ur tú møguleikan fyri at vera ein av stuðlunum und­ir áhaldandi at byggja væl­ ferðarsamfelagið og náa úrslit og steðga tí skeivu gongd sum BADH fremur. Hetta kanst tú gera við at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum ella einum av valevnunum á listanum. Vit fremja úrslit. Gjald fyri valgreinar Vit taka gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.