Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 60 - 26. mars 2004 Nr. 60 - 26. mars 2004 3 Móttøka var fríggja- dagin í seinastu viku á Hotel Vágum í sam- band við, at Flogfelag Føroya herfyri fylti 40 ár og Hotel Vágar 25 ár. Eisini høvdu trý starvsfólk á hotell- inum 25 ára starvsdag MÓTTØKA Orð og myndir Edvard Joensen Hotel Vágar: Í fjør vóru liðin 40 ár, síðan Flogfelag Føroya varð stovnað, og í mars í ár vóru 25 ár liðin, síðan Hotel Vágar alment varð tikið í nýtslu. Tó hevði okkurt virksemi verið á hotellinum síðan á jólum árið fyri. Í hesum smabandi var móttøka á Hotel Vágum, har eisini tríggjar av teim- um, ið starvast á Hotel Vágum vórðu heiðraðar fyir at hava verið i starvi á hotellinum øll 25 árini, hotellið hevur havt opið. Sum ein starvsfelagi teirra tók til í heiðursrøðu fyri teimum trimum: »Tað er ikki hvønn dag vit halda 140 ára starvsdag.« Lars Larsen, sum er ann- ar av stovnarunum av Flog- felag Føroya, sum eisini eigur Hotel Vágar, tók í móti gestum og helt røðu undir hátíðarhaldinum. Hann legði saman við Hugo Fjørðoy í Sørvagi lunnar undir tað virksemið, sum nú hevur vart í 40 ár. Eitt skifti hevði felagið eisini egið flogfar. Lars Larsen greiddi í røðu síni frá gongdini hesi árini. Og sum hann sjálvur segði, skuldi tað bæði dirvi og eitt sindur av svakligheit til viðhvørt. Men hann er nøgdur við úrlsitið, sum næsta ættarlið nú í stóran mun hevur tikið við. Trý starvsfólk hava ar- beitt á hotellinum øll tey 25 árini, síðan latið varð upp. Tær báðar, Joan Jørgensen og Malja Danielsen, hava verið í køkinum, og Anna Maria Hattarstein hevur serverað og staðið í mót- tøkuni øll hesi árini. Tær vóðru heiðraðar bæði av leiðsluni og av starvsfeløg- um hendan dagin. Móttøka á Hotel Vágum Lars Larsen, stjóri á Flogfelag Føroya, greiðir Anniku Jespersen og Bergtóru Nielsen, flogternum hjá Atlantsflogi, og Dánjali Poulsen, stjóra á Faroe Travel, frá søguni hjá Hotel Vágum Kári Hentze er í dag leiðari á Hotel Vágum Millum mongu gestirnar á móttøkuni vóru eisini starvssfólk hjá Atlantsflogi, sum starvast á flogvøllinum Bankastjórin og grannskoðarin hittust eisini á Hotel Vágum. Jørn Astrup Hansen og Pauli Ellfsen. Lossararnir stukku inn á gólvið millum fráferðirnar hjá flogførunum Tær tríggjar, sum høvdu 25 ára starvsdag, vórðu umframt av leiðsluni, eisini heiðraðar av starvsfeløgunum Mikudagin 24. mars keypti Jákup Dam Jacobsen í Vestmanna sín fimta Honda Accord síðan 1982 Nýggjasti Honda Accord er fimta generatiónin, síðan Accord fyrstu ferð komu á marknaðin, og Jákup hevur síðan havt ein av hvørjum modelli. Tá Jákup mikudagin kom eftir bilinum fekk hann heilt óvæntað blómur frá bilasøluni Norðbil. Tá vit spurdu Jákup, hví hann hevur koyrt við júst sama bilmerki í so nógv ár, svaraði hann skemtiliga: Einaferð Honda- altíð Honda. Sp/f Norðbil: Jákup keypt fimm Accordar í 22 ár Jákup Dam Jacobsen fær her blómur, tá hann heintaði bilin frá Norðbil. Á myndini eru f.v. Jákup Dam Jacobsen, og brøðurnir Frits og Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil Mynd: Magnus Gunnarsson – Maskinmeistararnir og fíggjarmálaráðið skulu til samráðingar við semingsmenninir í dag. Klára partarnir ikki at semjast part- arnir ikki, verða skipini hjá Strand- ferðsluni løgd SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er aftur vandi fyri verk- falli á Strandferðsluni. Maskinmeistararnir hja tí almenna og fíggjarmála- ráðið fara í dag at gera eina seinastu roynd at finna semju, so at nýggjur sátt- máli kann gerast. Eydnast tað ikki, verða øll strandfaraskipini løgd, umframt rannsóknarskipið, Magnus Heinason. løgd. Harafturat fara maskin- meistararnir hjá tí almenna á landi, heldur ikki til arbeiðis. Tað fer at raka maskin- meistarar á sjúkrahúsunum og øðrum almennum stovn- um, har maskinmeistarar hjá tí almenna arbeiða. Sáttmálin ímillum Fíggj- armálaráðið og Maskin- meistarafelagið um maskinmeistararnir hjá ti almenna, gekk út í oktober. So kom løgtingsval ímill- um og órógvaði samráðing- arnar. Men nú samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur, vísti tað seg, at ongin møguleiki var fyri at finna semju. Sostatt vórðu semings- menninir boðsendir og teir báðir útsettu eitt møguligt verkfall til á midnátt í annaðkvøld. Og nú hava teir báðir semingsmenninir, Jógvan Amonsson og Alfred Peter- sen, kalla partarnir til sam- ráðingar á miðdegi í dag. Og so verður samráðst til tað røkkur ella støkkur. Støkkur tað, fer tað at leggja strandferðsluna lamna, umframt at tað fer at raka almennar stovnar á landi, har maskinmeistarar arbeiða. Ósemjur um ymisk mál Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum vil ikki siga so nógv um samráðingarnar, tí nú sem- ingsmenninir eru komnir uppí, eru tað teir, sum føra orðið. Men hann hevur áður sagt, at tað eru ymsar ósemjur, sum skilja part- arnir. Tað er eisini greitt, at ein av hesum ósemjunum er tann nýggi Smyril. Fíggjarmálaráðið tvíhel- dur um, at sáttmálarnir hjá maskinmeistarunum, sum skulu við nýggja Smyrli, skulu viðgerast í hesum samráðingunum, men tað vil Maskinmeistarafelagið ikki. Jógvan Nybo sigur, at partarnir avtalaðu seinasta summar ein leist fyri, hvussu farast skal fram undir samráðingunum. Í tí sambandi av avtalað, at tað, sum samráðingarnar skuldi fevna um, skuldi gerast greitt, áðrenn sam- ráðingarnar byrjaðu. Tá ið hesar samráðing- arnar byrjaðu, var onki krav frá Fíggjarmálaráðnum um nýggja Smyril. Tá var onki krav frá Fíggjarmálaráðn- um um nýggja Smyril. – Tað var ikki, fyrrenn vit høvdu havt einar átta sam- ráðingarfundir, at Fíggjar- málaráðið setti eitt treyta- leyst krav fram um, at sátt- malan hjá maskinmeistar- unum við nýggja Smyrli, skuldi takast við í samráð- ingunum. Men tað góðtekur Maskinmeistarafelagið ikki. Er tað ikki rætt at fáa semju um tann sáttmálarn- ar eisini, so at nýggi Smyril ikki endar sum Teistin og Brimil, ið báðir lógu í vikur av trætu um sáttmálarnar pørtum av manningini umborð? – Jú, men tað eru treyt- irnar við teirri skipan, sum vit hava ídag. Men skuldu vit samráðst um nýggja Smyril í hesum umfarinum, skuldi Fìggjarmálaráðið havt tikið hann við beinan- vegin. At koma við nýggj- um krøvum mitt í eini samráðing, er brot á avtal- ur, sum teir sjálvir hava gjørt. Tí hoyrir nýggi Smy- ril ikki við í hesum samráð- ingunum. Men tað er ikki bara nýggi Smyril, sum skilir partarnar, sigur Jògvan Nybo, men útgreina tað nærri, vil hann ikki. Tað hevur oftað verið tosað um, at bera so í bandi, at siglingin hjá Strand- ferðsluni skal ikki rakast av ósemjum av arbeiðsmarkn- aðinum. Tað kundi gerast við at gera manningina til tæn- astumenn. Men Jógvan Nybo sigur, at tað hevur hann enn ikki hoyrt eitt kis um frá tí almenna. Honum hevði eisini hóv- að ógvuliga illa at verðið gjørdu til tænastumann og at mist verkfalsrættin. Vandi fyri at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd Nú verður spennandi at vita um siglingin hjá Smyrli og hinum Strandfaraskipunum enn einaferð verður løgd lamin av eini ósemju um sáttmála. Tað fáa vit greiði á einaferð aftaná midnátt í annaðkvøld C M Y K 3 2 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 +298 303030 www.tele.fo Tilboðini eru galdandi so leingi vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. NOKIA 3410 ella NOKIA 1100 949,- team85 885,- SAMSUNG A800 Lítil og snøgg fra Samsung Tveir skíggjar, Bólka SMS og goymir upp í 200 sms-boð 1495,- SONYERICSSON T230 Litskíggja, Polyfoniskar ringitónar, WAP, e-post og møguleika at heinta spøl av netinum 1350,- KONFIRMATIÓNSGÁVAN Ókeypis teletíðarpakki er við í tilboðunum