Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 60 - 26. mars 2004 Nr. 60 - 26. mars 2004 5 Jógvan á Lakjuni hevði 600.000 krónur við sær í lummanum til føroyska mentan, tá ið hann kom aftur av fundi í norður- lendska ráðharra- ráðnum í gjár NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sekshundraðtúsund krón- ur! Tað var tað, sum Jógvan á Lakjuni, lands-stýrismað- ur, hevði við sær í lumman- um, nú hann í gjár kom aft- ur úr Danmark. Og hetta er peningur, sum skal brúkast til mentan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur verið á síni fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gekk til Danmarkar og ørindini vóru at hitta mentamálaráðharrarnar úr hinum norðurlondum á fundi. Hetta var ein fundur, sum var í sambandi við Norðurlandaráðið og hesu- ferð var tað ráðharraráðið fyri mentan, sum hittist í Keypmannahavn. Endamálið við hesum fundinum í ráðharraráðnum var at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár í sambandi við tað fjølbroytta mentanarliga virksemið, sum er undir Norðurlandaráðnum. Jógvan á Lakjuni sigur, at eitt uppskot, sum varð á fundinum, var at hækka játtanina til norðurlanda- húsini í Føroyum, Grøn- landi og í Íslandi. Ráðharrarnir samtyktu at skjóta upp fyri Norður- landaráðnum at hækka játtanina til norðurlanda- húsini 1,6 millión. Burturav hesum, fær Norðurlandahúsið í Føroy- um 600.000 krónur. Jógvan á Lakjuni vísir tó á, at talan er um eitt upp- skot og at fíggjarætlanin hjá Norðurlandaráðnum verður ikki endaliga sam- tykt, fyrrenn á fundi í ráðn- um í heyst. – Men aloftast verða uppskotini frá teimum ymsu ráðharraráðnum fylgd, sigur hann. Sostatt er alt, sum bendir á, at Norðurlandahúsið í Føroyum fær 600.000 krónur meiri at ráða yvir næsta ár, afturat teimum 10,1 milliónunum, sum Norðurlandahúsið í Føroyum fær frá Norðurlandaráðnum í ár. – Sostatt má staðfestast, at tað er ikki sørt av stuðuli, sum Føroyar fáa frá Norð- urlandaráðnum, so tað hevur alstóran týdning, at vit eru við í hesum sam- starvinum, sigur lands- stýrismaðurin í mentamál- um. Hann hevur annars tað fatan, at hini norðurlondini eru ógvuliga vælviljað at stuðla ymsum tiltøkum í Føroyum og øðrum smá- londum í Norðurlandaráðn- um. Sum heild verður annars skotið upp at játtanina hjá Norðurlandaráðnum til mentan næsta ár, skal verða tann sama sum í ár, men talan verður altso um nak- rar forskjótingar. Jógvan á Lakjuni sigur, at tilsamans er fíggjarætlanin hjá Norðurlandaráðnum uppá 800-900 milliónir. Av teimum verða 160 milliónir brúktar til mentanarlig endamál. Kemur heim við aftur við 600.000 krónum í lummanum Norðurlendsku ráðharrarnir í mentamálum hava nú samtykt at lata eina norðurlendska filmsvirðisløn NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Norðurlandaráðið hevur nú í nógv ár latið virðis- lønir til serlig avrik á yms- um økjum. Í fleiri ár hevur Ráðið latið bókmenta- virðisløn, tónlistavirðisløn og natúru- og umhvørvis- virðisløn. Men á ráðharrafundi í Keypmannahavn miku- dagin, samtyktu ráðharr- arnir, at hereftir skuldi Norðurlandaráðið eisini lata eina filmsvirðisløn. Tað sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum var við á fundinum. Hann sigur, at films- virðislønin verður latin fyrstu ferð næsta ár og hon verður uppá 350.000 danskar krónur og hon verður sostatt á hædd við hinar virðislønirnar – Norðurlendsku ráð- harranir í mentamálum eru samdir um, at films- listin blómar í Norður- londum og at tað tískil eis- ini er vert at heiðra, góð norðurlendsk filmslista- fólk. Higartil hevur Norður- landaráðið latið filmsvirð- isløn eina ferð. Tað var tá ið finski leikstjórin, Aki Kaurismaki fekk virðis- lønina fyri filmin »Maður- in við ongum minni« fyri nøkrum árum síðani. Smálutirnir eru ikki heilt greiðir enn, men tal- an skal vera um ein norð- urlendskan film, men tað er ikki heilt avgjørt enn, um filmurin skal vera á norðurlendskum máli fyri tað, tí ført var fram, at góðir, norðurlendskir filmir kunnu eisini vera á fremmandum málum. Jógvan á Lakjuni saman við mentamálaráðharrum úr øðrum norðurlondum. Frá vinstru eru teir Brian Mikkelsen úr Danmark, Henriette Rasmussen úr Grønlandi, Valgerd Svarstad Haugland úr Noregi, Thorgerður Katrin Gunnarsdóttir úr Íslandi, Jógvan á Lakjuni úr Føroyum og Marita Ulvskog úr Svøríki. Tanja Karpela úr Finnlandi var ikki við á fundinum. Mynd: Símun J. Hansen Lata nú eisini virðislønir fyri film Nú er nýtt lív blást í ætlanin um, at fólk í norðurlondum skulu kunna síggja sjónvars- psrásir hjá hvørjum øðrum NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fólk í einum norðurlandi skulu kunna síggja sjón- varpsrásirnar hjá hinum norðurlondunum. Hetta hevur verið á dagsskrá í Norðurlanda- ráðnum í næstan ein mansaldur. Seinastu árini hevur ikki so nógv verið at hoyrt til hesa ætrlanina. Men eftir norðurlendska ráð- harrafundin í Keyp- mannahavn mikudagin, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í menta- málum, at nú er nýtt lív blást í hesa ætlanina. Málið var frammi á ráð- harrafundinum hesuferð, og har varð greitt frá, at arbeitt verður aftur við málinum. – Ráðharraráðið er ógvuliga áhugað í at fáa eitt slíkt sjónvarpssam- starv í lag og ætlar at ar- beiða víðari við tí. Málið skal nú sendast teimum ymsu sjónvørp- unum í Norðurlondum til hoyringar og so skal tað takast uppaftur seinni í ár. Men tað eru nógvir tekn- iskir spurningar at loysa. Aðrir spurningar eru, hvørjar rásir, talan skal vera um og, hvussu verð- ur við gjaldi, tí sum er, kunnu fólk síggja nógvar norðurlendskar rásir um- vegis fylgissvein, bara goldið verður fyri tað. Skulu síggja sjónvarp hjá hvørjum øðrum NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo À fundinum í norður- lendska ráðharraráðnum í Keypmannahavn miku- dagin, varð eisini tosað eitt sindur um telduspøl. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í menta- málum, sigur, at norður- lendsku ráðharrarnir í mentamálum stúra fyri gongdini, nú telduspøl verða alsamt harðligari og harðligari og á fundinum varð eitt sindur tosað um at skipa eitt samstarv ímillumNorðurlond um at menna friðalig telduspøl, sum børnum dáma sum eina mótvekt ímóti teim- um harðligu spølunum, børnini, sum nú eru frammi. Samstarv um friðalig telduspøl Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen og Jógvan á Lakjuni Mynd, Símun J. Hansen Her sita norðurlendsku ráðharrarnir fyri mentan við embætisfólkum sínum á fundi í Keypmannahavn mikudagin Mynd: Símun J. Hansen Hugtakið at vera nøgdur finst ikki í míni verð. Tí tú mást alla tíðina stríðast fyri at koma víðari og gera tað enn betur - tað er sjálvt grundar- lagið undir allari framdrift og kreativi- teti, sigur fremsti før- oyski produsarin, Óli Poulsen, sum hevur verið við frá byrjan við nýggju fløguni hjá Lenu Andersen. Leyg- arkvøldið trínur hann á føroyskan pall fyri fyrstu ferð í nærum 17 ár. TÓNLEIKUR Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Í samband við fløguútgáv- una "Can’t Erase It" hjá Lenu Andersen er navn- framasti føroyski produs- arin, Óli Poulsen, komin til Føroya. Til ber at siga, at hann fylgir fløguni allan vegin heim, tí á útgávukonsertun- um leygarkvøldið og sunnukvøldið verður Óli Poulsen millum tónleikar- arnar á pallinum, ávíkavist í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Óli Poulsen er produsari á fløguni, og hann hevur verið við heilt frá byrjan. Áður hevur hann arbeitt nógv saman við Niclas Jo- hannesen, ið er triði grund- arsteinurin undir "Can’t Erase It". Á fyrru fløguni hjá Lenu Andersen, ið nevndist "Long Distance", var Óli Poulsen produsari á nøkrum av løgunum, og tá hjúnini gingu við ætlanum um nýggja fløguútgávu, var hann beinanvegin áhugað- ur. 18 dagar í studio Lena og Niclas høvdu nógv hugskot og nógv løg í skjáttuni, og í eina tíð vóru løg send aftur og fram mill- um tey bæði og Óla, sum kom við sínum íblástri og hugskotum. - Eg var sum ein gubbi í Danmark, sigur Óli skemt- andi. Ferð kom á samstarvið, og tey trý gjørdu av at fara í upptøkuhøli saman. - Fyri at fáa rætta stemn- ingin vildu vit spæla tað nógva saman live í upp- tøkuhølinum, og tað bleiv so til 18 dagar í upptøku- høli í Jyllandi í august og september í fjør, greiðir Óli Poulsen frá. Afturat teimum trimum komu James Olsen og bróðir Óla, Hans Poulsen. - Vit vildu hava eina før- oyska grundstammu á fløguni. Allir tónleikararnir skuldu hava eina kenslu fyri tí, ið vit gjørdu, og vit vildu finna rætta stemning- in. Eftir upptøkurnar í jyska upptøkuhølinum vóru lidn- ar, arbeiddu Lena, Niclas og Óli víðari við fløguni í upptøkuhølinum hjá Óla í Lyngby í tveir tríggjar mánaðir. Dynamikkur Um samstarvið millum tey trý sigur Óli, at tey ar- beiddu tætt saman, men samtíðis vóru tey rættuliga ymisk. - Sum tónleikarar eru vit rættuliga ymisk, vit hava nógv ymisk hugskot og ætl- anir, og tað elvdi stundum til harðar diskussiónir. Men kemi’in var góð, og tí fingu vit vent tað til nakað dynamiskt. Óli Poulsen greiðir frá, at tey løgdu stóran dent á at koma inn til kjarnan av tí, sum tey øll trý ynsktu við fløguni. Fyri Lenu og Niclas var sjálvandi talan um eitt rættuliga persónligt projekt - tað var jú teirra fløga, men eisini fyri produsaran var talan um nakað serligt. - Fløgan gjørdist eitt hjartabarn fyri meg. Eg føldi, at eg brendi fyri sang- unum, og eisini brendi eg fyri persónunum aftanfyri. Tað professionella filtrið, ið ofta er millum meg og tónleikararnar, var ikki har. Vit kundu koyra beint á hvønn annan. - Men framvegis, so skuldu sangirnir ljóða gott, leggur Óli Poulsen afturat. Ongantíð nøgdur Fløgan "Can’t Erase It" við Lenu Andersen er tann seinasta í eini langari røð av fløgum, ið Óli Poulsen hevur produserað á yrkis- leið síni. Spurdur, hvørt hann er nøgdur við hesa fløguna, er Óli skjótur at svara. - Hatta hugtakið finst ikki í mínari verð. - Hesaferð havi eg gjørt tað á henda hátt, tí eg føldi, at tað eigur at gerast so- leiðis, at tað er soleiðis. Men eg stríðist alla tíðina fyri at koma víðari og at gera tað betur og betur. Tað er mín framdrift. - Um eg hevði funnið tað perfekta - hvat skuldi eg so gjørt, spyr Óli. Henda hugsanarhátt sær hann als ikki sum stress- andi ella frustrerandi. Tvørturímóti. Eftir hansara tykki er hann ein fortreyt fyri framhaldandi kreativi- teti. Óli leggur afturat, at um hann visti, hvussu hann skuldi produsera ta full- komnu fløguna, so hevði prosessin eftir hansara tykki verið rættuliga keði- lig. Passión Óli Poulsen greiðir frá, at tað mest umráðandi er at síggja og hoyra ting. At nýta sansirnar. Og harum- framt er tað týdningarmikið at finna gleðina við at síggja nakað positivt. - Tú mást føla nakað fyri tí, sum tú gert. Hava eina passión. Tað er tað, sum drívur verkið. Tí hví skal ein gera nakað, har passi- ónin manglar? - Tá tú klandrast í studio, tí at øll vilja nakað so nógv, so er passiónin til staðar. Og tað skapar eina upp- drift, eina framdrift. - Men um diskussiónir- nar í staðin byggja á ego’ið hjá tónleikarunum, so hendir tað øvugta. So brýtir tú niður, leggur Óli Poulsen afturat. Veteran-produsari Síðan Óli Poulsen flutti til Danmarkar á sumri 1987, er hann blivin eitt rættuliga viðurkent navn á danska tónleikapallinum. - Eg havi verið heppin at hava havt møguleikan at liva av tónleikinum. Men annars haldi eg tað vera ringt at meta um meg sjálv- an. Tað er ringt at vera im- poneraður av sær sjálvum, leggur hann skemtandi aft- urat. Óli Poulsen nevnir tvey sløg av succes. Har tað hev- ur gingið gott kommercielt, tvs. har útgávurnar hava selt væl, og har tað musi- kalska hevur verið gott. Sjálvandi útihýsir tað eina ikki hinum, men allíkavæl. Fyrst í nítiárunum produ- seraði Óli Poulsen millum annað tónleik hjá Hanne Boel og Michael Learns To Rock. Seinni komu nøvn sum Big Fat Snake, Dodo And The Dodos, Stig Ross- en, Lars H.U.G., Johnny Logan, Michael Learns To Rock (eina ferð enn) og Sanne Samuelson. Men eisini eru útgávur við minni kendum nøvnum, ið hann musikalskt er glaður fyri. Og við árunum, sum nú eru 40 í tali, hevur Óli Poulsen eisini megnað at fylgja við tí nýggja tón- leikinum, ið er komin fram. - Í bløðunum verði eg viðhvørt nevndur "veteran- produsari", og tá er ikki frítt, at ein kennir seg eitt sindur støvutan. Men í vet- ur havi eg millum annað ar- beitt nógv saman við Julie (vinnarin av Popstars, ið nú rættuliga ger um seg í Dan- mark, blm.), og tað er stutt- ligt at bróta ígjøgnum við tí ættarliðnum. Óli Poulsen kemur inn á spenningin við at arbeiða við nógvum ymiskum tón- leikarum. - Tú veitst ongantíð, hvat fer at henda. Um tað í dag fer at spyrjast nakað rættu- liga gott burtur úr arbeiðin- um í studio’num. At merkja kensluna av, at her hevur tú fingið nakað rættuliga gott fram - tað er tað, sum ger tað vert at arbeiða víðari. Hann leggur tó afturat, at tað viðhvørt eru uppgávur, ið einans verða gjørdar fyri pengarnar. Har tað gerst eitt arbeiði sum alt annað. - Eftir tílíkar uppgávur er tað virkuliga gott at sleppa at arbeiða við uppgávum sum hesari, har tú virkuliga sleppur at leggja kenslur í arbeiðið. Tað gevur orku til at halda fram, sigur Óli og sipar til "Can’t Erase It" fløguna hjá Lenu Andersen. Á palli Vanliga spælir Óli Poulsen einans síni ljóðføri heima í upptøkuhølinum í Lyngby, undantikið tá hann av og á jammar við vinunum. Men um vikuskiftið skal hann so aftur standa á palli. Fyri fyrstu ferð í stívliga 17 ár trínur hann á ein før- oyskan tónleikapall. Sein- ast var á Ólavsøkukonsert- ini 1987, stutt áðrenn hann flutti til Danmarkar at búgva. Óli Poulsen tykist lítil- látin, men samtíðis óimpo- neraður, tá hann verður spurdur, hvussu tað kenn- ist, aftur at skula standa á palli í Føroyum eftir so mong ár. - Harragud, eg skal bara standa har og spæla bass, sigur hann við einum brosi. Hann leggur tó afturat, at sjálvandi er tað ein stutt- ligur máti at enda arbeiðið við hesi fløgu uppá. Eftir framførslurnar fer Óli Poulsen av aftur landin- um. Í Lyngby bíðar ein kendur pólskur sangari, ið skal gera nøkur løg í samband við at Pólland al- ment verður limað inn í ES 1. maj. Men hóast hann loypir yvir í aðra genru beinan vegin, so verður samarbeið- ið við Lenu og Niclas ikki lagt á hillina. - Her er heilt sikkurt nakað at arbeiða víðari við, staðfestir Óli Poulsen. Passiónin er drívmegin Óli Poulsen er produsari á fløguni "Can't Erase It" hjá Lenu Andersen. Í hesum døgum er hann í Føroyum, har hann millum annað skal vera við á útgávukonsertunum um vikuskiftið Lesið eisini samrøðu við Lenu Andersen í Sosialinum í morgin C M Y K 5 4