Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 60 - 26. mars 2004 Nr. 60 - 26. mars 2004 7 Við sparingum og einum breiðkaðum inntøkugrundarlagi hevur fíggjarlógar- uppskot Tjóðveldis- floksins eitt hall á bert 99,8 milliónir, og tað eru heilar 177 milliónir minni, enn hallið á samgongu- fíggjarlógini FÍGGJARLÓGIN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Hósmorgunin bjóðaði Tjóðveldisflokkurin til tíð- indafundar á gamla apo- teki, har andstøðuflokkurin legði fram sítt fíggjarlógar- uppskot fyri 2004, og stað- festast kundi beinanvegin, at sera stórur munur er á uppskoti Tjóðveldisfloks- ins samanborið við fíggjar- lóg samgongunnar, sum eftir evstamark á blaðnum varð løgd fram seinni hós- dagin. Hon ljóðar at hava eitt hall á 277 milliónir. Avgjøld á olju, sigarettum og góðgæti Fíggjarlógaruppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum er við støði í uppskoti teirra frá oktober í fjør, sum hevði yvirskot á 100,6 milliónir. Formaður Tjóðveldisfloks- ins, Høgni Hoydal, vísir á, at størsti munurin millum teirra uppskot og uppskot samgongunnar tykist vera í sparingunum og breiðkaða inntøkugrundarlagnum, Tjóðveldisflokkurin vil fremja, men sum samgong- an ikki ynskir at ganga á møti. Undir breiðkaða inntøku- grundarlagnum, sum til- samans skal vinna lands- kassanum 29 milliónir aft- urat í ár, eru avgjøldini á góðgæti, sigarettum og dieselolju framvegis spari- tiltøk, Tjóðveldisflokkurin vil seta í verk, og sum skilst er uppskotið um hetta á veg í tingið. Fyri 2004 kunnu hesi avgjøld bert virka frá í fyrsta lagi 1. mai, og tískil verða inntøkurnar í ár mett- ar at vera 29 milliónir, men vísa útrokningar Tjóðveld- isfloksins á, at inntøkurnar kunnu árliga koma uppá umleið 45 milliónir krónur við dýrari góðgæti, diesel- olju og sigarettum. Viðvíkjandi nýggjum sparingum í mun til sein- asta fíggjarlógaruppskot teirra í oktober eru 25 milliónir at vinna við skerj- ingum av íløgum, og eftir sparingar í barsilsskipan, familju- og heilsumálum, ferðaútreiðslum og sem- ingsmannaskipan verður samlaða sparingin á 36,5 milliónir. Tjóðveldisflokk- urin heldur fast við, at bars- ilsskipanin skal leggjast út á arbeiðsmarknaðin. Almennir bygningar seljast Hóast sparingarnar og breiðkaða inntøkugrundar- lag Tjóðveldisfloksins gev- ur landskassanum 65,5 milliónir meiri samanborið við uppskotið í oktober, stendur spurningurin eftir, hvar stóri munurin á 177 milliónir ítøkiliga kemur í lag millum samgonguupp- skotið og uppskot Tjóð- veldisfloksins í andstøðu. – Hetta uppskot okkara tekur støði í uppskotinum frá oktober í fjør, sum m.a. legði upp til sølur av almennum bygningum og sparingum í fyrisitingini, sum tilsamans gevur spar- ingar á umleið 110 millión- ir, sigur Høgni Hoydal, tá hann verður spurdur um stóra munin á fíggjarlóg- unum báðum. Hann sipar her til, at bygningurin hjá postverkinum kundi verðið seldur landsbankanum fyri 66 milliónir, íbúðirnar hjá landssjúkrahúsinum á Eirar- garði kundu verðið seldar, og at sparingar í fyrisit- ingini, sum samgongan als einki hevur gjørt við, kundu vunnið landinum 40-50 milliónir. Spurdur, um landið skal fíggjast við sølu av almennum bygningum, er Høgni Hoydal greiður. – Hettu eru eingangstil- tøk, sum als ikki eiga at verða tikin í nýtslu til eina og hvørja tíð, og serligu umstøðurnar hava gjørt, at vit meta sølur av áður- nevndu bygningum vera rættar, slær Høgni fast. Umframt hetta vísir Tjóð- veldishøvdingin á, at avlop- ið á skerdu íløgunum og øktu inntøkunum tilsamans geva vinning á slakar 50 milliónir. – Stóra hallið er polit- iskur taktikkur – Hóast eg ikki havi sæð uppskot samgongunnar, tykjast teir hava strikað sparitiltøk okkara bæði frá í fjør og í ár, og talan hevur als ikki verið um nakran vilja ella innsats hjá teim- um at spara, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at hallið á 277 milliónir er tað sama, sum Tjóðveldið og co. hava havt undanfarnu árini at byrja við, áðrenn nakrar sparingar eru gjørd- ar á nøkrum øki. – Teirra væntandi vilji til sparingar er ein partur av einum langsiktaðum polit- iskum og hugsjónarligum taktikki, har teir vilja seta okkum í ringt ljós, meðan landið má svíða av vænt- andi vilja teirra til neyðugu sparingarnar, sigur formað- ur Tjóðveldisfloksins av- gjørdur. Hann vísir sjálv- sagt aftur, at tøl Tjóðveldis- floksins í veruleikanum bert er veruleikafjar optim- isma og úrslit av t.d. blokk- niðurskurðinum á sinni. – Stóra hallið, samgong- an nú leggur fyri tingið, er einfalt eitt úrslit av vænt- andi vilja, og hóast tíðirnar eru verri og eitt hall er veruleiki, hevði hallið verið nógv minni við einum inn- satsi frá teirra síðu, heldur Høgni Hoydal at enda. Staðfestast kann bert, at munurin millum uppskot Tjóðveldisfloksins og uppskot samgongunnar um fíggjarlóg 2004 er á heili 177 milliónum, og tískil má talan vera um grundleggj- andi øðrvísi útrokningar og framferðarhættir hjá and- støðu og samgongu. Fíggjarlóg Tjóðveldisfloksins: Hallið minkar við 177 milliónum - Hóast eg ikki havi sæð uppskot samgongunnar, tykjast teir hava strikað sparitiltøk okkara bæði frá í fjør og í ár, og talan hevur als ikki verið um nakran vilja ella innsats hjá teimum at spara, sigur Høgni Hoydal, sum saman við flokkinum hósmorgunin legði fram fíggjarlógaruppskot Tjóðveldisfloksins á gamla apoteki Mynd: Álvur Haraldsen SÁTTMÁLI Jan Müller Herfyri frættist, at At- lantsflog hevur gjørt fyri- bils avtalu við stóru olju- vinnufyritøkuna Aker í Norra um at standa fyri flutningi av oljuarbeiðarum úr Suðurnorra til Alta í Norðurnoregi, har hesi skulu arbeiða við risastóru Snøhvit-verkætlanini. Tað er Statoil, sum er fyri- støðufelag fyri hesi verk- ætlanini. Nú verður so álvari gjørdur av ætlanini. Sátt- málin millum Aker og At- lantsflog verður undirskriv- aður í Stord hósdagin 1. apríl. Í hesum sambandi verður gjørd kunningarferð við føroyskum umboðum til Noregs. Tað eru Olju- vinnufelagið undir Vinnu- húsinum og Atlantic Air- ways og Statoil, sum standa fyri hesi ferðini, sum gong- ur til Stord og víðari til Hammerfest í Norður- noregi. Farið verður úr Føroyum tíðliga á morgni og verður komið aftur seint á kvøldi sama dag. Føroysku umboðini, sum eru frá vinnulívinum og tí almenna, eitt nú er lands- stýrismaðurin í vinnu- og oljumálum, Bjarni Djur- holm við. Eisini nýggi stjórin á Oljufyristingini Sigurd í Jákupsstovu er við. Høvið verður hjá føroysku umboðunum at síggja Snø- hvid verkætlanina. Tað verður Statoil, sum fer at greiða frá hesi risaverk- ætlan og annars frá tí virk- semi, sum Statoil hevur í Barentshavinum. Atlantsflog upp í norska oljuvinnu: Undirskriva avtalu 1. apríl Landsstýrismaðurin í Oljumálum og stjórin á Oljufyrisitingini vera báðir við í ferðalagnum, tá farið verður til Noregs 1. apríl at undirskriva sáttmála millum Atlantsflog og norsku oljuvinnufyritøkuna Aker um spennandi samstarv Fýra ferðsluóhapp vóru í høvuðsstað- num mikudagin. Tveir bilførarar fáa treytaða frádøming av koyrikortinum. POLITI Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Stutt eftir klokkan trý seinnapartin mikudagin koyrdi ein av býbussunum á eina 12 ára gentu, ið gekk á Sundsvegnum. Gentan gekk fram við vegnum og hugdi seg ikki nóg væl fyri, tá hon skuldi yvir um vegin. Hon varð flutt á Landssjúkrahúsið, men fekk tó ikki álvarsaman skaða. Klokkan hálvgum fimm hendi eitt ferðsluóhapp við Gundadalshøllina. Ein bil- ur kom koyrandi eftir Gundadalsvegnum, og helt ikki treytaleysu víkisskyld- una, áðrenn hann koyrdi út á R.C. Effersøesgøtu. Báðir bilar fórust nakað illa og máttu sleipast burtur, men fólkaskaði var eingin. Stívliga ein tíma seinni hendi eitt ferðsluóhapp á vegamótinum við Hoyvíks- vegin og Óðinshædd. Ein bilur kom eftir Óðinshædd og helt ikki treytaleysu víkisskylduna, áðrenn hann koyrdi út á Hoyvíksvegin. Í hesum føri var lítil materi- ellur skaði og eingin fólka- skaði. Brýtir tú treytaleysu víkiskylduna, er revsingin ein treytað frádøming av koyrikortinum og nýggj koyriroynd. Fjórða ferðsluóhappið í høvuðsstaðnum mikudagin hendi um midnáttarleitið, tá tveir bilar rendu saman á horninum við Pizza-kjall- aran. Her var einans talan um lítlan materiellan skaða. Ferðsluóhapp í Havn C M Y K 7 6