fríggjadagur 26. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 60 - 26. mars 2004
Nr. 60 - 26. mars 2004
9
Proviantering, mynstr-
ing, uppreiðing og so
framvegis. Trolarin
fullur av fólki, sum eru
komin at siga farvæl.
Ringt at siga bei, men
onkur gleðir seg kort-
ini at sleppa út á hav.
Ymiskar kenslur um-
borð á Sundabergi
hetta kvøldið, stutt
áðrenn teir leggja frá
landi og leiðin gongur
til Bjarnoynna – fleiri
hava einans verið
heima í eina góða viku
REPORTASJA
Myndir: Bárður Lydersen
Tekstur: Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tað er týskvøld um sjeytíð-
ina. Í maskinrúminum um-
borð á Sundabergi rokast
nógvir smiðjumenn við at
fáa trolaran kláran. Skiparin
hevur boðað frá, at mynstr-
ing verður klokkan 21, og
fráferð ein tíma seinni.
Ikki sæst nógv til mann-
ingina enn, men tað er eis-
ini vælskilligt. Tað er bert
ein góð vika síðani, nógvir
teirra komu heim, og nú
gongur leiðin longu avstað
aftur. Summir hava kortini
verið í landi hendan sein-
asta túrin, sum vardi hálvan
triðja mánað.
Eftir at hava órógvað
menninar í maskinrúmin-
um eina løtu, gongur leiðin
upp aftur á dekkið.
Í einari av koyggjunum er
ein av manningini nú kom-
in. Hann finnur seg til
rættis og reiðir upp. Hesin
maðurin eitur Petur, og
hann er av Argjum. Hann er
júst komin við Dúgvuni, og
hann viðgongur, at tað er
er ringt og hart at fara.
– Serliga tá støðgurin
heima verður so stuttur, er
tað ringt at fara, men so-
leiðis er sjómanslívið, sigur
hann og brosar.
Petur kom heim við
Sundabergi næst seinasta
mánadag, og leiðin gekk
sjálvandi beint til Havnar til
konu og børn.
– Tá vit fóru av skipinum
mánadagin, vistu vit ikki,
nær vit fingu boð aftur, og
tað kann vera serstakliga
ørkymlandi – serliga fyri
børnini, tí ein veit ikki at
siga, nær ein skal avstað
aftur. Boðini kunnu koma
so brádliga, greiðir hann
frá, meðan hann fæst við at
taka burtur úr klæðsekkin-
um. Eitt tað fyrsta, sum
hann tekur úr, er eitt páska-
regg, sum hann hevur fing-
ið frá børnunum.
– Tey fingu so nógv
páskaregg, og so hildu tey,
at pápi teirra eisini skuldi
fáa eitt, greiðir hann frá.
Petur fekk boðini um, at
teir skuldu avstað aftur
kvøldið fyri, og tað er tað
hann vanliga kennir.
Ringt at fara
Meðan vit soleiðis standa
og práta um leyst og fast,
kemur annað fólk. Ein av
manningini, sum hevur
verið í landi ein túr, er júst
komin umborð. Teir heils-
ast, og hesin letst til at
gleða seg at sleppa avstað.
Ein skopuningur er eisini
hjástaddur, og hann greiðir
frá, at hetta er tann torfør-
asti túrurin hjá honum.
Hann og konan fingu eina
dóttir fýra dagar eftir, at teir
vóru farnir úr Føroyum
seinasta túr, og nú hevur
hann havt átta dagar saman
við didduni.
– Eg kom við Sundabergi
í 1989 og havi siglt við síð-
ani. Men tað var ógvuliga
torført at sleppa dóttrini í
Havn í dag, sigur Fríði og
tað er ikki sørt, at kenslur-
nar hava hug at taka yvir.
Fleiri menn eru nú komn-
ir afturat, og allir eru teir á
einum máli um, at tað altíð
er ringt at fara, men tá teir
so eru komnir avstað, so
batnar skjótt. Og tá so túrur-
in líður væl, er altíð hugaligt
at hugsa um heimkomuna.
Eitt, sum allir menninir
fegnast um, er skipanin við,
at teir ikki gera longri túrar
enn tríggjar mánaðir.
Fleiri minnast nógvar
langar túrar, áðrenn hetta
kom í gildi, og siga teir, at
tað var mangan rættuliga
torført at koma heimaftur.
Ongin teirra visti nakað
serligt um, hvat var hent
heima, síðani teir fóru og
bara hetta at koma aftur og
liva eitt vanligt familjulív
var ikki altíð bara sum at
siga tað, tá ein hevur verið
burtur í fýra mánaðir ella
longri enn tað.
Mynstring
Tá menn eru komnir so
nøkulunda upp á pláss,
verður farið at mynstra. Tað
gongur fyri seg uppi í
salongini. Har er stúgvandi
fult av fólki, sum eru komin
at fylgja teimum avstað og
bera góð ynski. Børn renna
runt og tað er rættuligt lív í.
Øll vita tey tó, at nú er ikki
long tíð eftir, so skal sigast
farvæl.
Summir gera skjótt av, tá
teir hava mynstrað og fara í
land og heimaftur eina løtu,
áðrenn farast skal avstað,
meðan aðrir verða verandi
umborð saman við konu og
børnum.
Prátið gongur lystiliga
millum fólk um alt møgu-
ligt. Ongin tosar nakað ser-
ligt um fisk, men tað er
kanska ikki so løgið, tá
hugsað verður um tíðina,
sum liggur fyri framman.
Tað er reiðarin Hanus
Hansen sjálvur, sum tekur
sær av mynstringini hetta
kvøldið. Hon gongur skjótt
og væl. Fólk byrja at ganga
niður aftur á dekkið, og tey
heilsast og ynskja góðan túr
til manningina. Ein er bert
komin umborð at avheinta
okkurt, sum hann hevði
gloymt frá seinasta túri.
Hann fegnast um at sleppa í
land í eina tíð.
Á landi verður proviantur
lossað umborð, og í galluni
er annar kokkurin farin at
seta alt upp á pláss. Dia
sker breyð og ger ymiskt
klárt. Teir eru tveir kokkar
umborð.
Fráferð
Fólk byrja so smátt at fara í
land. Maskinurnar umborð
eru í gongdi, og hetta ber
boð um, at nú fer Sunda-
berg skjótt avstað.
Leiðin liggur sum sagt til
Bjarnoynna fyrst og síðani í
russiskan sjógv. Hesin túr-
urin verður mettur at vara
um tveir mánaðir, so menn
vænta at vera aftur í Føroy-
um um hálvan mai.
Hanus Hansen sigur, at
arbeitt verður við at fara í
gull-laksin tá. Men tað er
treytað av, at teir kunnu
gera fars umborð, sigur
hann. Gull-laksurin í fjør
royndist ikki so væl, hvørki
frystur ella feskur, so tí ar-
beiða teir við at kunna
sleppa at gera fars á virkin-
um umborð.
– Um so er, at tað fer at
bera til, so skal ein maskina
setast upp á virkinum, tá
Sundaberg kemur aftur í
mai, sigur Hanus Hansen.
Síggjast á
norðoyastevnu
Á kaiini standa nakrir mans
og práta, meðan tað allar-
seinasta verður gjørt.
Gert, sum ikki hevur ver-
ið við undanfarna túr, spæl-
ir við trý ára gamla sonin,
Benjamin. Hann rennur runt
og er nakað rokaligur. Tað
man vera tí hann veit, at
okkurt er áfatt, og klokkan
er farin langt av songartíð.
So kemur róp í, at nú
verður farið avstað. Og nú
má Gert gera skjótt av.
Konan og sonurin fáa ein
muss og eitt klemm, og so
loypir hann saman við hin-
um umborð, og so verður
landgongin tikin burtur.
Kalt er at standa á kaiini,
men konurnar fara ikki fyrr
enn skipið er farið heilt frá.
Summar ótolnast, tí tað er
so kalt, og nú er eisini við
at verða seint.
– Hetta er eitt tað ringasta
við at vera sjómanskona.
Frá tí at teir mynstra, inntil
teir fara. Ein er í bíðustøðu,
og veruliga hevur ein bert
hug at siga, farið nú, tí hetta
at bíða er ikki til at halda út,
heldur ein kona fyri.
Ein onnur greiðir frá, at
einaferð mynstraðu teir á
midnátt, tí teir skuldu fara
klokkan hálvgum tvey.
Men so varð fráferðin útsett
av eini ella aðrari orsøk til
klokkan seks á morgni, so
tey fóru heimaftur at bíða.
– Tað var ræðuligt, svøvn-
ur fekst ongin og ein bara
gekk og bíðaði, sigur hon.
Tær siga allar tað sama.
Tað er rættuliga tómt at
koma heim, tá man hevur
fylgt monnunum avstað.
Serliga teir fyrstu dagarnar.
Men samstundis er tað ein
vanasak, halda tær.
Tó er tað ikki so ringt, tá
steðgurin heima er so
stuttur sum hesin. Men hjá
hinum, sum hava havt
menninar heima seinasta
túrin, er tað ringt.
Og fyri aðrar, har mað-
urin ikki hevur siglt so
longi, er tað ómetaliga ringt
at venja seg við, at maðurin
er burtur í hálvantriðja
mánað, og so kemur heim í
eina viku og so avstað aftur.
Men, ásanna tær, kortini,
tað er ein partur av tí.
– Vit síggjast áðrenn
norðoyastevnu, rópar ein av
manningini, áðrenn floytan
frá Sundabergi yvirdoyvir
alt. Bilarnir og fólkini
heilsa aftur í øllum regnin-
um.
– Ja, ja hatta var so hand-
an vikan, sigur ein kona við
eina aðra, sum nikkar sam-
tykkjandi.
Hatta var handan vikan
Nógvir av monnunum, sum sigla við
Sundabergi, hava einans verið heima í
eina viku, og eru teir allir á einum máli
um, at tað er ómetaliga torført longu at
skula fara avstað aftur frá konu og
børnum
Nógv fólk er í salongini, meðan mynstringin gongur fyri seg. Flestur konurnar halda, at tíðin
frá tí at teir hava mynstrað og til teir fara, ofta fellur øgiliga long
" Komið nú allir og skaffið her" Annar kokkurin umborð á Sundabergi, Dia, er farin í gongd
við matin, áðrenn lagt verður frá landi
Petur fer at rulla páskaregg við Bjarnoynna. Hann fekk eitt páskaregg frá børnunum, áðrenn
hann fór úr Havnini til Klaksvíkar týsdagin
Matheus av Nesi á Toftum og konan slappa av eina løtu, áðrenn fráfaringartíð. Umstøðurnar
hjá manningini umborð eru heilt góðar, og teir lata allir væl at
36 mans eru við Sundaberg hendan túrin
C
M
Y
K
9
8