fríggjadagur 26. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 60 - 26. mars 2004
Nr. 60 - 26. mars 2004
11
Nú um dagarnar frættist, at bretskir skattamyndug-
leikar eru tilreiðar at tosa við okkum um eina
dupultskattaavtalu. Hetta eru góð tíðindi, nú tað
áður hevur ljóðað, at tað fór ikki bara at vera sum at
siga tað at koma á tal við bretar um henda spurn-
ingin.
Tað var m.a. formaðurin í áhugafelagnum hjá olju-
feløgum, sum leita eftir olju og gassi undir Føroy-
um, sum á eini oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum
kom fram við hesum málinum og vísti á ónøgdina í
sambandi við skatting av fólki, sum vóru her í olju-
ørindum, at hesi blíva skattað frá fyrsta degi her.
Hann helt fyri, at Fíggjarmálaráðið og táverandi
landsstýrismaðurin høvdu ikki viðgjørt málið við
nóg stórum álvarssemi. Eftir samgonguskiftið hevur
so nýggi landsstýrismaðurin tikið málið uppaftur og
má sigast, at arbeitt hevur verið skjótt og væl, tí
longu nú er svar komið úr Bretlandi, um at man er
sinnaður at taka málið upp. Tað er so bara at vóna,
at nakað ítøkiligt fer at henda í málinum, tí ein
dupultskattaavtala vil vera til stóran fyrimun fyri
allar partar og loysa teir trupulleikar, sum eitt nú
umboð fyri oljuvinnuna hava víst á. Uttan iva hevur
maður okkara í London sín lut í, at tað nú er komið
gongd á.
Um hesa tíðina verður so eisini uppskot fyri 2.
útbjóðing lagt fyri tingið. Áhugavert verður at
frætta, hvussu tað sær út, tó at vit gita, at tað fer at
líkjast nógv tí uppskoti, sum varð lagt fram á sinni
undan 1. útbjóðing. Men tó verður áhugavert at vita,
hvøjrar broytingar eru gjørdar og hvørji øki vera við
í útbjóðingini. Ein má ganga út frá, at økið, sum
verður boðið út, helst fer at líkjast tí, sum olju-
feløgini herfyri vístu á í nominatiónini.
Spurningurin er so, hvat vit kunnu vænta okkum av
eini nýggjari útbjóðing. Ein kann siga, at hon kemur
í eini ikki alt ov hepnari tíð, tá útbjóðing er í øllum
grannalagnum eisini, ein er í bretskum øki, ein í
norskum og entá ein í Grønlandi eisini. Spurning-
urin er, um oljufeløgini hava orku og vilja til at
bjóða bæði her hjá okkum og so í grannalagnum
eisini. Men vit mugu so bara vóna, at útbjóðingin er
so mikið áhugaverd, at oljufeløg fara at taka ímóti
henni við opnum ørmum. Einki er at ivast í, at tað er
sera umráðandi at fáa verandi og onnur oljufeløg til
at halda fram við leitingini eftir olju og gassi á
landgrunninum. Tað ringasta, sum kann henda, er,
um vit líða somu lagnu sum Írland og Falkslands-
oyggjarnar og lutvíst Grønland, har tað fyrst vóru
boraðir fleiri brunnar fyri síðani at steðga heilt upp.
Tað ræður um at halda momentum. Og tí seta vit
okkara álit á, at Oljufyrisitingin hevur dugað og fer
at duga at marknaðarføra tey nýggju økini. At
miðvís marknaðarføring skal til í slíkum máli eisini
er eingin ivi um.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Dupultskattaavtalur
og nýggj runda
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan Jacobsen
Erling Simonsen biður um
aftursvar og her er tað.
Hvat verður øðrvísi við
sjálvstýri
spyr
Erling
Simonsen. Hann førir m.a.
fram, at hann ger sum hann
vil og at makthavararnir
gera tað sama.
Í løtuni hava landsins
politikkarar, makthavarar-
nir, tveir harrar, Føroya
fólk og donsku stjórnina.
Tveir harrar, sum hava
mótstríðandi
áhugamál.
Gera føroyingar ikki sum
danska stjórnin vil, kann
tað fáa avleiðingar fyri
danska
studningin
til
Føroya. Tað ber ikki til at
tæna tveimum harrum.
Harvið
er
núverandi
skipan, heimastýrisskipan-
in, korrupt. Føroyingar
kenna seg kroystar at stuðla
donskum áhugamálum og
harvið at misrøkja føroysk.
Henda korrupta heima-
stýrisskipanin hevur m.a.
við sær, at korruptión verð-
ur góðtikin í føroyska sam-
felagnum. Og hetta fær
ræðuligan fylgjur fyri sam-
felagið og vanliga føroy-
ingin. Tak t.d. studnings-
búskapin í 80-árunum.
Korruptión av fúlasta slag
og vanligi føroyingurin var
taparin.
Erling Simonsen skilur
kanska nú, at føroysku
makthavararnir ikki eru so
frælsir, sum hann førir
fram. Føroyskir makthavar-
ar eru beinleiðis bundnir
niður av donskum pengum
og áhugamálum. Á dett
frælsi.
Tá vit fáa sjálvstýri er
eingin
blokkur
longur.
Eingir danskir pengar at
binda føroyskar politikk-
arar niður við og eingin
grund hjá føroyingum at
góðtaka korruptión longur.
Eitt munandi frælsari sam-
felag eftir mínum tykki.
Men við fullum sjálvstýri
kemur eisini rætturin hjá
føroyingum at taka lut í t.d.
altjóða kappingum.
Sum borgarar í sjálv-
støðugum
fullveldisríki
sleppa føroyingar, á sama
hátt sum borgarar í øðrum
fullveldisríkjum, at taka lut
í t.d. Olympisku leikunum.
Føroyingar sleppa at um-
boða sína egnu tjóð á
jøvnum føti við umboð fyri
aðrar tjóðir. Einki er at ivast
í, at hetta hevði verið
føroyskum ítróttarlívi til
stórt gagn.
Sum borgarar í Føroyska
fullveldisríkinum hava før-
oyingar fullan rætt til at
taka lut í t.d. Eurovision
Song Contest. At umboða
sína egnu tjóð og kappast á
jøvnum føti við umboð fyri
aðrar sjálvstøðugar tjóðir.
Eg ivist ikki eina løtu í, at
føroyingar
hava
stóran
møguleika at vinna hesa
stóru tónleikakappingina.
Hetta hevði gagnað før-
oyskum tónleikalívi nógv.
Rætturin at taka lut í
hesum og øðrum kapping-
um er sjálvsagdur eftir at
føroyingar hava loyst og
skipað egið fullveldisríki.
Og føroysk umboðan í so
stórum altjóða kappingum
hevði gagnað føroyskum
vinnilívi nógv. Men tað
sleppa vit illa í dag. Sum er
kunnu føroyingar, um teir
sleppa ígjøgnum nálar-
eygað, sleppa at umboða
eina fremmanda tjóð. Men
nálareygað er lítið. Núver-
andi skipan virkar ikki
mennandi,
men
heldur
darvandi fyri føroyingar,
sum vilja sleppa at menna
seg t.d. innanfyri ótrótt og
tónleik.
Samanumtikið hevði fult
sjálvstýri gagnað føroysk-
um vinnulívi, ótróttarlívi
og tónleikalívi nógv. Nú-
verandi
skipan
virkar
darvandi og afturhaldandi.
Men um Erling Simon-
sen heldur vil selja seg og
sínar landsmenn fyri tveir
pakkar av grønum keks um
dagin stykkið, og liva í
einum korruptum sam-
felagi við fólkaræðisligum
undirskoti, sum harafturat
virkar darvandi fyri ítrótt-
arfólk og tónleikarar, so
hann um tað. Eg vil ikki.
Eg vil liva í einum fræls-
um Føroyum. Og tað kunnu
vit øll, um vit vilja. Tað
snýr seg bara um viljan.
Við frælsiskvøðu,
p.s. Orðini "Sjálvstýri er
frælsi" er ikki mín egna
meining, men mín tulking
av orðum Jóannesar Eides-
gaardar. Eftir mínum tykki
eru sjálvstýri og frælsi
hvørt sítt hugtak við hvør
sínari merking. Hugtøkini
hanga tó tætt saman.
KONSERT
Tíðindaskriv
Orfeus: Næsta klassiska
konsertin í Orfeus-røðini
verður 1. apríl, tá ið
Monica Stauss Joensen og
Ólavur Jakobsen fara at
spæla verk fyri ávikavist
fiól og guitar.
Hendan Orfeus konsertin
verður merkt av italskum
tónum og verk verða leikt
eftir m.a. Tartini, Giuliani
og Paganini, ið bæði var
frálíkur guitar- og fiólleik-
ari.
Umframt italska tónleik-
in, eru eisini smærri verk á
skránni. Tónleikur eftir
Villa-Lobos úr Brasilia,
Czardas úr Ungarn, og
skemtiligur
og
lættur
tónleikur
eftir William
Kroll, verður at hoyra.
Monika og Ólavur fara
eisini at framføra hvør sítt
soloverk á ávikavist violin
og guitar. Monika leikar
verk skrivað til hennara av
amerikumanninum Frédé-
ric Balazc, meðan Ólavur
vendir sær til italska úr-
mælingin Mauro Giuliani,
og framførir eitt av hansara
tórførastu verkum.
Konsertin
verður
í
Klingruni 1. apríl klokkan
20.
Tað sum sjálvstýri gevur
Aftursvar til Erling Simonsen
Guitar og fiólkonsert í Orfeus-røðini
KJAKFUNDUR
Tíðindaskriv
Í kvøld, fríggjakvøldið,
skipar Føroyskt Lógar Rit
fyri almennum kjakfundi á
Vertshúsinum í Havn. Heit-
ið á fundinum er:
Stýrisskipan, valskipan
og fólkaræði
Pallborðsluttakararnir
legga fyri við uppleggum
sum grundarlag fyri kjak-
inum.
Við pallborðið sita:
Sjúrður Rasmussen,
løgfrøðingur
Malan Jóhansen,
búskaparfrøðingur
Sigmundur Ísfeld,
stjórnarkønur
Orðstýrari er Birta
Biskopstø.
Eftir kjakfundin spæla
Jónas og Eyðun.
Kjakfundur um stýrisskipana
BLÁI KROSSUR
Tíðindaskriv
Komandi vikuskiftið 26. -
28. mars skipar Blái Kross-
ur Føroya fyri árliga aðal-
fundinum, sum í ár verður
hildin í missiónshúsinum á
Glyvrum. Evnið fyri aðal-
fundin er »Blái Krossur
Føroya 100 ár« í sambandi
við, at tað í ár eru 100 ár
síðani, at Blái Krossur festi
rót í Føroyum. Og fyri at
hátíðarhalda 100 ára føð-
ingardagin, verður gjørt eitt
sindur meira burturúr enn
vanligt. Alt vikuskiftið
verður skipað fyri nógvum
áhugaverdum og spennandi
tiltøkum, bæði fyri ung og
eldri og Blái Krossur legg-
ur dent á, at øll tiltøkini eru
almenn, so øll eru hjarta-
liga vælkomin, bæði blá-
krosslimir og ikki blákross-
limir…
Ungdómsløta við pizza
Tiltøkini
byrja
longu
fríggjakvøldið kl. 20.00 við
eini ungdómsløtu, har Tor-
leif Johannesen talar, Jákup
& Mariann syngja og
filmur verður vístur. Seinni
um kvøldið verður bjóðað
til pizzabuffé v.m. Leygar-
morgunin kl. 11.00 verður
ein afturlítandi áhugatími,
har Jóhs. Andr. Næs fer at
greiða eitt sindur frá blá-
krossøguni. Eftir døgurða
kl. 14.00 verður sjálvur
aðalfundurin á skránni, har
skráin verður smb. viðtøk-
um felagsins. Kl. 16.00
verður skipað fyri einum
spennandi pallborðið, har
evnið er "Rúsdrekkament-
anin um 20 ár". Við pall-
borðið sita umboð fyri Bláa
Kross, Fráhalds-ráð Føroya
og Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri.
Veitsludøgurði
Leygarkvøldið kl. 19.00
verður, sum nakað heilt
serligt, skipað fyri einum
spennandi veitslu-døgurða í
sambandi við, at Blái
Krossur fyllir 100 ár. Á
skránni verður bæði gaman
og álvara m.a. fer Bergur D.
Joensen, prestur at hugleiða
um evnið "Kristintrúgv og
sosialábyrgd",
ymiskir
sangbólkar
luttaka
við
sangi og spæli, Jacob Høj-
gaard fer at líta aftur á
ymiskt, ið hann hevur upp-
livað sum blákrossari og
Egil Olsen fer at skipað fyri
undirhaldi.
Familjumøti við
føðingardagsgávum
Sunnumorgunin kl. 11.00
verður gudstænasta við
altargongd í Glyvra kirkju,
har prestarnir Sverri Stein-
hólm og Meinhard Bjarta-
líð luttaka. Kl. 14.00 verður
familjumøti
-
eisini
í
Glyvra kirkju - við luttøku
av m.a. Annelisu Rasmus-
sen, Anngelu og barnakóri.
Øll børn fáa eisini eina
spennandi føðingardags-
gávu frá Bláa Krossi!!!
Hugnalig samvera
Tiltøkini í sambandi við
100 ára aðalfundin enda
sunnukvøldið kl. 18.00 við
hugnaligari samveru, har
skráin eisini er fjølbroytt og
spennandi: Nýggi aðal-
skrivarin í heimamissiónini
Vagn Foldbo talar um
evnið: "Guðs kærleiki til
menniskju, okkara kærleiki
til næstan". Frágreiðing um
arbeiðið hjá Bláa Krossi
verður framløgd saman við
framtíðarætlanum og kór úr
Leirvík luttekur. Sverri
Steinhólm, landsnevndar-
formaður endar og inn-
savnan verður til blákross-
arbeiðið.
Eivind Jacobsen
Form. HSF
Seinastu vikuna hevur nógv
verið tosað um útlendsk
ítróttarfólk
í
Føroyum.
Nógvar ymiskar upplýs-
ingar er komnar fram. Fyri
at lýsa málið betri verða
hesar reglur settar á prent.
Nú í nógv ár hava ítrótt-
arfeløg styrkt seg við út-
lendskum leikaraum. Hetta
byrjaði fyri minst 25 árum
síðan.
T.d.leikti
David
Jones við ÍF í 1979. Fram
til 2001 hevði eingin nakað
ímóti hesum. Fram til 2001
høvdu ítróttarfólk í praksis
frítt at koma til Føroyar.
Einasta treytin var játtan frá
arbeiðsgevara um arbeiði
fyri eina løn, sum var á
hædd við eina arbeiðs-
mannaløn. Hóast hesar sera
liberalu reglur var eingin
innrás av útlendingum.
Í 2001 kendi Bjarni
Djurholm seg noyddan at
broyta mannagongdina við-
víkjandi arbeiðsloyvi til
útlendingar. Arbeiðsloysi
var sera lágt og nógvir út-
lendingar vóru í Føroyum.
Meini eisini at okkurt
úttalilsi frá løgregluni var
um allar útlendingarnar,
sum vóru í landinum.
Eingin visti tá við vissu,
hvussu nógvir útlendingar
vóru í landinum og var tað
sjálvandi ein trupulleiki.
Men nú skjótt 3 ár seinni er
einki broytt. Eingin veit við
vissu
hvussu
nógvir
útlendingar eru í Føroyum.
Hetta hóast allar umsøknir
skulu umvegis Vinnumála-
stýri. Hetta er sera undar-
ligt. Við øllum teldum vit
hava í dag, átti hetta ikki at
verið ein trupulleiki. Tað er
púra burtur við at landsum-
sitingin ikki hevur tamar-
hald á hesum. Tað er sera
bíligt og púra burtur við at
skylda upp á danskarar.
Broytta
skipanin
í
Vinnumálastýrinum gjørdi,
at áðrenn Vinnumálastýri
gav sítt viðmæli til eina
umsøkn um arbeiðsloyvi
var kravt av arbeiðsgevar-
anum, at hann hevði spurt
hjá ALS um føroysk ar-
beiðsmegi var tøk. Kundi
arbeiðsgevarin prógva at
hann hevði spurt hjá ALS
og at eingin føroysk ar-
beiðsmegi er tøk, so við-
mælir Vinnumálastýri van-
liga umsøknini. Í praksis
fylgir Udlændingestyrelsen
altíð avgerðini hjá Vinnu-
málastýrinum.
Arbeiðs-
loyvi er galdandi fyri 1 ár.
Fyri at endurnýggja ar-
beiðsloyvi skal søkjast av
nýggjum. Mannagongdin
er tann sama, um talan er
um umsøkjara, sum søkjur
fyrstu ferð, ella um ein um-
søkjari longu hevur arbeitt í
eitt ella fleiri ár í Føroyum.
Hesar treytir tryggja, at
útlendsk arbeiðsmegi ong-
an møguleika hevur at taka
arbeiði frá føroyingum. Nú
arbeiðið í landinum minkar
fer Vinnumálastýrið at frá-
mæla at arbeiðsloyvi verða
givin útlendingum. Vansin
við hesum er at ítróttarfeløg
missa møguleikan, sum tey
annars hava havt í meira
enn
25
ár,
at
brúka
útlendskar leikarar.
Hvat tjena ítróttarfólk í
Føroyum
Útlendingar, sum íðka ítrótt
í Føroyum, tjena ikki nógv-
ar pengar. Teir fáa eina
samsýning sum kanska
svarar til 2-4.000 um mán-
an. Onkur fær meira og
onkur fær minni. Tað er
avgerðandi neyðugt at hesi
fólk hava eitt arbeiðið við
síðuna av. Ítróttarfeløgini
megna ikki at gjalda 10.000
pr. mána til leikarar. Tað
ber til at finna útlendsk
ítróttarfólk, sum vilja koma
her og eru nøgd við minni
løn enn hetta. Men ein treyt
fyri arbeiðsloyvi er, at lønin
er á hædd við eina ar-
beiðsmannaløn.
Hendan
treytin er rímulig, tí annars
kann tað henda at vit fáa
bíliga
arbeiðsmegi
til
landið. Tað gagnar ongum
og er til skaða fyri limirnar
hjá Arbeiðsmannafeløgun-
um.
Serskipan fyri ítrótt er
neyðug
Av tí at ítróttarfeløg ikki
hava ráð at gjalda løn til
leikarar verður úrslitið, um
eingin serskipan verður
gjørd, at eingi útlendingar
leika hondbólt í Føroyum.
Tað eru so vítt eg veit bert
tveir útlendskir venjarar í
leika hondbólt, sum lúka
hesar treytir. Annar av
teimum sigur, at fær konan
ikki arbeiðsloyvi so kemur
hann ikki aftur og hin veit
ikki. Sostatt flyta allir uttan
ein av landinum. Hetta
verður til óbótaligan skaða.
Primitiv nationalisma
Høgni Hoydal gjørdi saman
við Bertel Haarder eina
skipan sum, um hon var sett
í verk, hevði hjálp ítrótt-
arfeløgunum sera nógv.
Men Jógvan við Keldu
hevur sagt, at tað kemur
ikki upp á tal at seta hesa
skipan í verk. Hví hendan
skipan ikki kann setast í
verk er trupult at skilja.
Væl veit eg, at tað finnast
fólk, sum ynskja allar út-
lendingar av landinum.
Somu fólk síggja muslimar
allastaðni. Men her haldi eg
at tey síggja trøll á ljósum
degi. Meti heilt avgjørt at
tað bert er ein lítil minniluti
sum stuðlar slíkari primi-
tivari nationalismu. Tí átti
ikki at verið neyðugt hjá
Jógvan við Keldu at lurta
mest eftir teimum og minst
eftir ÍSF.
Talan er ikki um flótta-
fólk, sum vit ongantíð
sleppa av aftur við. Vit tosa
um fólk sum skulu hava
arbeiðsloyvi. Tey kunnu
sendast av landinum nær
tað skal verða. Tí er eingin
trupulleiki.
Nógv tosa uttan at vita
Tað hava verið nógv út-
talilsir at hoyrt. M.a. frá FA
og HA. T.d. er nevnt at
hækka áramálið soleiðis at
tað skal taka 7 ár heldur
enn 5 ár at fáa ríkisborg-
arararætt. Tey áttu at vita at
tað langt síðan er broytt og
at treytin í dag er 7 ár. Hetta
boðar ikki frá sakligum
orðaskifti. Eisini er trupult
at skilja at limir hjá FA og
HA verða bólkaðir eftir um
teir eru føroyingar ella út-
lendingar. Eg trúði at allir
limir vóru líka. Men tá
formenn kunnu útala seg
um, at summir limir taka
arbeiði frá øðrum limum er
tað helst munur á monnum.
Útlendingar koma sambært
galdandi reglum bert um
arbeiðsgevarar hava tørv á
teimum. Tí áttu teir at havt
somu rættindi sum øll
onnur, meðan teir eru her.
Meti at hetta minnur mest
um rasismu.
Tað at arbeiðsgevarar
taka útlendingar fram um
føroyingar til arbeiðis eiga
tey at tosa við arbeiðsgev-
ararnar um. Kann verða at
teir hava eina frágreiðing.
Um teir ikki hava tað, hevur
viðkomandi arbeiðsgevari
ein trupulleika. Tað ber ikki
til at tosa alment um trupul-
leikar uttan at leggja prógv
á borið. Tað átti eisini at
verið ein skylda at siga frá á
rætta stað.
Heldur enn at koma við
rasistiskum úttalilsum áttu
FA og HA at arbeitt fyri
sínum limum. Hetta tykir
mær sum at hoyra línu-
menn tosa um troling á
landleiðini fyri 10 árum
síðan. Tað byggir einki
land. Ímeðan vit sita hend-
ur í favn og tosa og skylda
upp á tey sum ikki skilja
okkara mál og tí ikki kunnu
svara fyri seg, fóru seinasta
ár uml. 1000 arbeiðspláss
óvirka av landinum. Men
tað kostar sjálvandi at-
kvøður at tosa Ingeborg og
Hans ímóti og tí kann ikki
roknast við at nakar politik-
ari torur at tala at.
Jógvan við Keldu sigur
seg vilja herða reglurnar.
Men Jógvan við Keldu
hevur als einki gjørt. Somu
reglur, sum settar vóru í
gildi í 2001 eru í gildi í dag.
Tí hevur Jógvan við Keldu
ikki gjørt nakað sum helst.
Og tað sum hann ætlar at
gera er at linka verandi
reglur. Hetta hóast at tann
sum ætlandi skal fáa fyri-
mun av hesum, altso ÍSF,
ikki tekur undir við hesum.
Bert spell at fjølmiðlarnir
ikki eru meira vaks í hesum
máli. Tað hevði forðað fyri
at landsstýrismenn o.o.
kunnu sleingja við pá-
standum, sum tæna egnum
áhugamálum, hóast hald
ikki er í teimum. Tað hevði
eisini gjørt at ein saklig
avgerð varð tikin. Líka
mikið hvat tann avgerðin so
hevði verið.
P.S. ÍSF og HSF kunnu sum
ítróttarfelagsskapir
ikki
blanda politik upp í málið
og noyðast at verða so sak-
ligir sum til ber og kunnu tí
ikki upplýsa á jøvnum fóti.
VIÐMERKINGAR
Útlendsk ítróttarfólk
100 ára føðingardagur á Glyvrum
C
M
Y
K
11
10