Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 60 - 26. mars 2004 Nr. 60 - 26. mars 2004 13 Ein einsamallur maður hevði ikki megnað at bjargað Hans Magnusi Tað eru teir báðir kollfirðingarnir, Christian Christian- sen og Jens Joensen, sum bjargaðu Hans Magnus Hansen á Norðhavinum mána- dagin, samdir um BJARGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Okkara størsta vónbrot hevði verið, um vit ikki megnaðu at bjarga Hans Magnusi Hansen, tá ið vit komu fram á hann og sjóbrotna bát hansara, Norðstjørnuna, mánadagin. Tað siga teir báðir, Christian Christiansen og Jens Joensen, sum mána- dagin bjargaðu útróðrar- manni, ið var deyðanum ógvuliga nær. – Báturin, Elin C, er ein íslendskur bátur, Seigur 33. Hann er nógv hægri upp á lúnningin enn ein vanligur føroyskur bátur. Tí var tað ikki lætt at fáa fatur á Hans Magnusi og fáa hann inn í bátin. Triðju ferð Christian og Jens gjørdu fyrst tvær miseydnaðar royndir at fáa fatur á Hans Magnusi, men tað var ikki, fyrr enn teir gjørdu ta triðju royndina, at teir fingu fatur á honum. – Umstøðurnar vóru alt annað enn góðar. Veðrið var vánaligt við nógvari aldu og vrakið av bátinum, sum at kalla stóð steyrrættur í sjónum við gronini upp- eftir, gjørdi tað eisini trup- ult at sleppa fram Magnusi. Teir eru báðir samdir um, at tað hevði verið eitt stórt vónbrot fyri teir, um Magn- us hevði farist, meðan teir stríddust við at fáa fatur á honum. Tá ið teir komu til vrakið, sóu teir ikki mannin bein- anvegin, tí framparturin av kjølinum vendi ímóti teimum. Tað var ikki, fyrr enn teir snaraðu um vrakið, at teir sóu, at maður stóð á framrútinum og helt í fanglínuna. – Eg rópti á Magnus og bað hann halda fast. Tað var, sum um hann ernaðist eitt sindur, tá ið hann sá okkum. Hann líkasum rætti hondina upp og vildi siga, at hann var har, sigur Jens. Magnus hevði vundið fanglínuna um armin, og hetta var hansara bjarging. Um skrúvuna Christian og Jens siga, at Elin C tók í vrakið á Norð- stjørnuni, og meðan teir royndu at bjarga Magnusi, fingu teir eisini um skrúv- una, soleiðis at báturin "aktaði" ikki so væl. – Skrúvan hevur eisini fingið onkran stoytin, og ivasamt er, um aksilin er skaddur. Teir eru báðir samdir um, at var ein einsamallur mað- ur komin fram á Magnus í einum glastrevjabáti, hevði tað neyvan eydnast at bjarga honum. – Tað var eitt rættiligt tak hjá tveimum monnum at fáa hann inn í bátin, tí sjálvur var hann ikki førur fyri at hjálpa til, so útlúgv- aður var hann, siga Christian og Jens. Á veg til lands, sat Magn- us í einum av stólinum í stýrhúsinum. – Vit hjálptu honum úr vátu klæðunum og ballaðu hann inn í eitt teppi. Einar tvær ferðir á veg til lands ringdu teir úr sjúkrabilinum til okkara og spurdu, hvussu gekst. Men veðrið var so vána- ligt, og Christian og Jens vistu ikki, hvussu vorðið var við bátinum. – Tí tordu vit ikki at sigla við fullari ferð. Haraftrat kemur, at Magnus var so- mikið ússaligur, at hann syftist í stólinum, har hann sat. Hann var ikki mentur at ansa so væl eftir, tá ið báturin syftist aftur og fram í aldunum. Christian, sum eigur Elin C, sigur, at báturin gongur út við 20 míl, men á veg til lands sigldu teir við umleið 10-12 míla ferð. – Hóast hetta er nógv ferð, tóktist tíðin til lands ógvuliga long. Hoyrilíkindini Teir fýlast báðir at vánaligu hoyrilíkindunum norðan- fyri, sum tarnaðu samskift- inum um WHF’in – eisini, tá ið umráðandi var at hava samband við sjóbjargingar- støðina, MRCC Tórshavn. – Høvdu vit havt brúk fyri hjálp og vegleiðing inneftir Flógvanum, hevði hetta verið ein trupulleiki, siga teir báðir, sum halda, at hetta er ov vánaligt, tá ið havt verður í huga, at nógv bátaferðsla er norðanfyri um várnarnar. Tað vóru tveir glaðir menn, sum Sosialurin hitti og tók myndir av í Sund- inum í Kollafirði hósmorg- unin. – Eg rópti á Magnus og bað hann halda fast. Tað var, sum um hann ernaðist eitt sindur, tá ið hann sá okkum. Hann líkasum rætti hondina upp og vildi siga, at hann var har, sigur Jens Joensen, sum stendur høgrumegin á myndini Mynd: Vilmund Jacobsen Aftrat verandi aktiv- itetum við eitt nú sunnudagsskúla og gudstlænastum einar fýra ferðir um árið, fer skúlin nú eisini at hýsa børnum við aut- ismu LAMBA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan seinast í fimtiárun- um hevur eingin skúla- gongd verið í barnaskúl- anum í Lamba. Skúlin hev- ur í staðin verið nýttur til onnur endamál, eitt nú sunnudagsskúla og onnur tiltøk, sum hava verið í bygdini. Einar fýra ferðir um árið plagar prestur eis- ini at hava gudstænastu í skúlanum. Børn við autismu Men hóast eingin skúla- gongd hevur verið í Lamba í mong ár, hevur Runavíkar kommuna kortini valt – ikki bara at seta verandi skúla í stand, men hevur bygt ein bygning aftrat, sum er umleið líka so stórur, sum gamli skúlin var. Hølini eru nú sum spildurnýggj við tveimum stórum salum, wc’um og køki. Aftrat verandi aktivitet- um í skúlanum, fer skúlin nú eisini at hýsa børnum við autismu. Hesi hava hildið til í kjallaranum í Elim í Søldarfirði. Í fyrsta lagi er talan um trý børn. Ein góð miljón Skúlin í Lamba er um- vældur og útbygdur fyri eina góða miljón og hølini, sum eru fingið fyri henda pening, eru sera snotulig og kunnu nýtast til mong endamál. Tey tiltøk, sum hava ver- ið í gamla skúlanum, vera verandi, hóast hann nú eis- ini verður nýttur til børn við autismu. Skúlin í Lamba útbygdur og umvældur Gamli skúlin í Lamba er umvældur og útbygdur. Umframt tey tiltøk, sum vanliga eru í skúlanum, verður hann nú eisini karmur um børn við autismu Mynd: Vilmund Jacobsen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur høvuðseingilin Gabriel, sum bar tey góðu tíðindini. Navnið merkir guðsmaður. Varasendiharrin hjá Kana- da í Danmark, Brian Her- man (Charges D’Affaires) var á vitjan í Føroyum 23. og 24. mars. Meðan bíðað verður eftir at nýggjur sendiharri verður settur, er Brian Herman ovasta um- boðið fyri Kanada í Dan- mark Týsdagin hevði kanad- iski varasendiharrin fund við løgmann, har tosað varð m.a. um møguleikar at bøta um handilsviðurskifti landanna millum. Í síni samrøðu við varasendi- harran legði løgmaður ser- ligan dent á týdningin av at menna samstarvið við Kanada um felagsáhuga- mál viðvíkjandi havið og fiskivinnu í Norðuratlants- økinum. Seinnapartin týsdagin hevði varasendiharrin fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, har støð- an í rækjuvinnuni og før- oysku krøvini í sambandi við rækjukvotur í NAFO økjum vórðu umrødd. Um kvøldið var ríkisumboðið vertur fyri ein døgurða. Seinnapartin týsdagin vitjaði varasendiharrin gravirnar í kirkjugarðinum í Tórshavn hjá teimum seks kanadiarunum úr Royal Canadian Air Force, ið doyðu í Føroyum í seinna heimsbardaga. Varasendi- harrin er umboð fyri Kanada í eini felagsnevnd hjá Danmark og bretska samveldinum, ið hevur til endamáls at røkja gravir hjá hermonnum úr bretska samveldinum, ið eru í danska ríkinum. Mikudagin 24. mars hev- ur varasendiharrin fund við landsstýrismannin í vinnu- málum, umframt at vitja Menningarstovuna, Menta- málaráðið, Fróðskaparsetr- ið, Listasavnið og Norður- landahúsið. Seinnapartin mikudagin fer túrurin til trolvirkið Vónina í Fugla- firði og Bátasavnið í Leir- vík. Mikukvøldið er Fiski- málaráðið vertur fyri ein døgurða. Varasendiharrin hjá Kanada á vitjan TÍÐINDASKRIV Í kvøld, fríggjakvøldið 26. mars kl. 20.00, verður vígsla av nýggju hølunum hjá Frelsunar- herinum í Vági. Ein tíma áðrenn verð- ur skipað fyri skrúð- gongu frá gomlu hølun- um og út í nýggju høl- ini. Horntónleikarar úr Havn luttaka og nógvur sangur og musikkur verður. Landsleiðarin fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør Donald B. Ødegaard, stendur fyri vígsluni. Drekkamunn- ur verður aftaná fundin. Øll eru hjartaliga væl- komin. Í dag, fríggjardagin 26. mars kl. 15.00, letur ein málninga- framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Finleif Mort- ensen av Argjum, sum sýnir fram Við á framsýningini eru 25 málningar, sum eru málaðir tað seinasta árið. Myndaevni er tann før- oyska bygdin við havið, tað skiftandi ljósið, skoðanin út í havsbrúnna og longsulin eftir várinum, "várlongsul", sum eisini er heitið á fleiri av málningunum. Annars skal Finleif hava framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Tann framsý- ningin letur upp leygar- dagin 3. apríl, og hon verður tikin niður aftur flaggdagin 25. apríl. Sostatt verður hon øll páskini. Finleif hevur røtur úr Fámjin og úr Sandvík, og á hesi framsýningini verða eisini málningar úr Suður- oy. Finleif sigur, at hann er mangan í Suðuroy, og tá ið hann ferðast, hevur hann altíð skitsublokkin við og ofta spyrjast málningar burtur úr seinni. Framsýningin er opin til og við týsdagin 30. mars. Opið verður soleiðis: fríggjadagin: 15-20, leygar- dagin: 10-13 og kl. 14-20, sunnudag til týsdag: kl. 14- 20. Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík Frelsunarherurin í Vági: Vígsla av nýggju hølunum í kvøld Seinnapartin týsdagin vitjaði varasendiharrin gravirnar í kirkjugarðinum í Tórshavn hjá teimum seks kanadiarunum úr Royal Canadian Air Force, ið doyðu í Føroyum í seinna heimsbardaga Mynd: Magnus Gunnarsson Tøkk Stjóra, starvsfólki og starvsfelagum mínum í P/F Statoil Føroyar takki eg hjartaliga fyri at tit gjørdu fríggjadagin 27. februar til ein ógloymandi dag fyri meg og familju mína. Vinarliga heilsan Kári C M Y K 13 12