fríggjadagur 26. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2004
15
At ganda heimin
– Ph.d. um tap og
endurvinning í
seinna partinum av
ritverkinum hjá
Williami Heinesen
Seinni partur
Kim Simonsen
Herfyri gjørdist Bergur
Hansen ph.d. við eini rit-
gerð um William Heinesen.
Bergur Hansen, ið er kend-
ur sum skribentur í før-
oyskum bløðum og tíðarrit-
um og sum fyrilestrarhald-
ari í Útvarpinum og í ym-
iskum høpi við ráðstevnur í
Danmark og í Føroyum.
Hann hevur fyrr útgivið
eina bók um Karsten Hoy-
dal
og
náttúruyrkingar
hansara. Í dómsnevndini
sótu Anker Gemzøe, Bo
Håkon Jørgensen og Erik
A. Nielsen.
Í fyrra parti umrøddi eg
viðurskifti til mytuna hjá
William, sum Bergur tulkar
mytuna, sum:
"William Heinesen gen-
opliver myten som et po-
etisk-symbolsk univers. De
mytiske motiver som barn-
dom, kristendom og færøsk
folklore tolkes inden for
rammerne af en moderne
forståelseshorisont. Afhand-
lingen beskriver, hvordan
Heinesen skaber en dyna-
misk helhedstolkning, der
på én gang rummer myte og
erfaring, fortid og nutid. Det
erkendes, at der er et uop-
hæveligt gab mellem disse
verdener og at ingen naive
koblinger og letkøbte slutn-
inger således er mulige.
Men Heinesen forsøger al-
ligevel at få disse to verd-
ener til at tale sammen."
Mytan er eisini vanda-
mikil og mytisk list kann
fáa okkum at endurupptaka
primitiva hugsan og list,
sum Ernest Cassier vísti á í
bókini: "The Myth of the
State", at nasisman endur-
tók eina dyrkan av kvæð-
um, heimatpathos, fólks-
ligheit, Fafnerorminum hjá
Wagner, minnilutakenslum,
tonkum um jødar, rasu-
hugsan, klassisismu í arkit-
ekturi og mytum í lívs-
heimspeki
o.s.fr.
Eftir
annan heimsbardaga skriv-
aði Adorno um at eingin
kann liva sum fyrr, at vit
eru øll metafysiskt heim-
leys og dømd til fremm-
andagerðing,
at
sjálvt
heimið er ein lygn. Kafka
og Satré endurtóku hesa
einsamøllu talu um ein-
staklingin, um hóptýning
og ævigu útlegdina í einum
syndraðum heimi. Sam-
stundis skrivaði Hermann
Broch, at óndskapurin og
apokalypsan í 20 øld. júst
hinvegin hevði endurføtt
ein veg fyri mytuni. Her
sigur Bergur:
"Metabevidstheden be-
tyder, at den moderne tanke
er i stand til at afdække
mytens indre væsen. Men
den betyder også, at for-
bindelsen mellem myten og
den moderne tolkning ikke
er uproblematisk. Myten
kan med andre ord ikke til-
egnes uden videre, for bill-
edligt talt sidder Heinesens
fortællere oppe i skrive-
tårnet afskåret fra de hel-
lige kilder og værensmyst-
eriet - det, Heinesen en-
gang kaldte "livets forhex-
ede slot". Fortællerne for-
søger at overvinde spliddet
ved at fortolke og fantasere
om barndommens tabte
land. Men efter at for-
tolkningen har fundet sted -
dvs. helhedstolkningen - er
der stadigvæk to vidt for-
skellige verdener - en op-
rindelig og en moderne.
Hvor god fortolkningen
end er, og hvor skøn lit-
teraturen end er, kan disse
ikke bortforklare forskell-
igheden. Med andre ord
rejser
genvindelsen
af
mytens tabte horisonter en
række spørgsmål af her-
meneutisk
karakter.
Spørgsmålene drejer sig
om, hvordan fortolkningen
kan overvinde den kultur-
elle afstand til myternes
verden."
Mytan endurføddist í
skaldsøguni í 20 øld. á
"ground zero". Men brúkið
av hesum mytunum er ikki
ein pseudomyta sum hon
hjá Hitler um rasureinleika
t.d., men ein tilvitan um at
hetta eru mytur, t.v.s. at
henda mytan er partvíst ir-
onisk í forhold til fyri-
myndina, tí fyrimyndin er
ikki aðrar mytur men aðrar
søgur. Her kann høvundin
gerðst
idealistiskur
og
meta-poetiskur, so at tað er
torført at menna ein nøk-
unlunda konsistentan per-
sónligan form og poetik við
mytuni sum fyrimynd.
Bergur tók til í sínum
forsvari, at:
"En mere eller mindre
koldt objektiverende fornuft
har spillet rollen som mod-
ernitetens øverstbefalende,
og det er Ricoeurs pointe,
at denne fornuft ikke er
tilstrækkelig som forklaring
af myten. For den rationelle
tanke er myten uden nogen
relevans for det moderne
liv, mens Ricoeur tillægger
hermeneutikken en evne til
at lytte til myterne og finde
nye betydninger i dem.
Heller ikke hos Heinesen er
der dækning for entydig af-
livning af myten. Det er-
kendes, at myten har tabt
sin umiddelbare forklar-
ingskraft - sin ætiologiske
funktion - men den tilskriv-
es også en fortsat kerne af
mystik, som ikke lader sig
blotte. Heinesen indtænker
således den kritiske dis-
tance i form af afmytolog-
isering i sin generhvervelse
af mytisk bevidsthed."
Tá tað kemur til mytuna
sum ein søga millum aðrar
kann brúkið av mytuni
eisini í dag opna (tað hava
vit sæð frá flower-power
poesi til new age via myst-
ik) fyri eini postmodern-
aðari kós, har øll narrativ
bert fyrihalda seg til onnur
narrativ. Konstruktivisman
í hesum kann gerast vandin,
og at alt tí kann relativis-
erast. Tað er eisini vanda-
mikið at mytan skal brúkast
sum ein brúgv millum
traditiónir og modernaða
list, ið er ein lættur máti at
yvirkoma alt kjak innan
avantgarduna i 19., 20. og
21. øld. Man kann ikki bert
siga orðið "myta" og so eru
vit væl fyri og bjargaði, tí
vandin er m.a. at snork-
sovna í hesum.
Heinesen skrivaði mang-
an um ein upprunaheimin
sum ein mistan heim. Um
hetta sigur Bergur:
"Med andre ord rejser
genvindelsen af mytens
tabte horisonter en række
spørgsmål af hermeneutisk
karakter.
Spørgsmålene
drejer sig om, hvordan for-
tolkningen kan overvinde
den kulturelle afstand til
myternes verden.
Spørgsmålene kan for-
muleres på mange måder.
F.eks: hvordan kan mytisk
fantasi, der for længst er
usandsynliggjort, genvind-
es i en kunstnerisk form?
Hvordan kan negative -
dvs. brutalt afslørende og
dementerende - kategorier
som afmytologisering, for-
klaring og distance være en
betingelse for noget positivt
som en ny tilegnelse af
myten? Hvordan kan mod-
erne mytisk prosa åbne et
lukket betydningsrum som
barnet og myten? Er sym-
bolets helhedstolkninger
overhovedet mulige efter
modernismen forstået som
repræsentationens krise og
kontingensens indtog?"
Her eru nógvir áhuga-
verdir spurningar, ið Berg-
ur av góðum grundum ikki
fær svarað og kundi hann
tað, so skuldi hann fingið
Nobelprísin. Kreppan í
representatiónini ella um-
boðanini, sum vit eru
noydd at kalla hetta, tí vit
hava so fá orð innan bók-
mentafrøðina, er eina part-
ur av modernaðari list, eis-
ini tí argastu postmodern-
ismuni og minemalismuni.
Ofta er tað sum um Bergur
er so glaður fyri hermene-
utik og heildum, at hann vil
gera alt og øll til heildar-
hugsandi hermeneutikarar,
serligani William:
’"Fremstillingen af er-
indringen viser, at Heine-
sen, just som hermene-
utikken, tager det menings-
søgende individ og livets
store dramaer alvorligt. Min
beskrivelse af tabet handler
derfor ikke blot om myten
som en æstetisk konflikt,
men også om eksistentielle
og almenkulturelle aspekter
i denne konflikt (…) men
også til Heinesens dybt
humanistisk-hermeneutiske
forhold til det menneskelige
aspekt. Det fundamentalt
menneskelige finder navn-
lig sit udtryk i skildringer af
tabet af barndommen. Er-
indringen om barndommen
er hos Heinesen et hårdt
prøvet og problematiseret
perspektiv. Der findes som
sagt ingen nemme kobling-
er mellem barndommens
dengang og det skrivende
og erindrende nu.".
Fokusið hjá Bergi, og
øllum hermeneutikarum,
serligani teim Aage Hen-
riksen ávirkaðu, er at inn-
skriva eina rúgvu av lívsfil-
sofi, t.v.s. alla lívsfilosofi,
ið peikar móti tí forsonandi
og
ikki
modernistiska
spjaðan (Satré t.d.). Gjør-
ligt er at kjakast um til-
ognan ella endurvinningin
er positiv ella um hesin
William ikki er ein sperdur
høvundi, ið hevur eina
nógv meiri tragiska og pat-
hoskenda rødd enn Bergur
ger hann til, hetta var ein
atfinning frá Bo Hakon
Jørgensen. Eitt annað er at
seinverkið, eg kann nevna "
Tårnet ved verdens ende"
og "Laterna Magica" hjá
William er fylt við gener-
øsum melankoli og ikki
einari positivari endurvinn-
ing av øllum negativum.
Her er ein veldigur diskon-
tinuitetur millum lívsfyllu
og melankoli, Bergur mein-
ar, at her er ein diskontinu-
itetur, men at henda kensla
javnvigar við kensluna av
kontinuiteti. Sum eg síggi
William Heinesen, so var
hann á ein hátt ein mótvilj-
aður modernistur. Eg haldi
ikki, at man kan siga, at
diskontinuitetur javnvigar
vid nakað, serligani ikki
við kontinuitet, slíkt er ikki
semantiskt ella logiskt,
man kann kanska siga, at
formurin var merktur av
diskontinuteti
(modern-
ismu) men innihaldsligi
kjølurin var ein roynd at
fanga tað mista, tað sum er
farið. Soleiðis at Heinesen
var ein modernistur í
kreppu og kreppan var sjálv
modernismutilvitanin.
Modernaða
skaldsøgan
Í 20. øld. komu høvundar
sum Marcel Proust, Franz
Kafka, Thomas Mann og
James Joyce at menna eitt
nýtt slag av skaldsøgum, ið
skapti nýggj viðurskifti
millum søgulig evni og
sjálvan formin. Nú var tað
ikki longur dekningur fyri
sálarligum og politiskum
evnum, tí hin symbolski
formurin, ið skaldsøgan
bygdi á frá 19. øld. var við
eitt
avoldaður.
Henda
skaldsøgan frá 19. øld. var
eykend av einum alvitandi
frásøgurødd, einari stórari
søgu og einum samanhangi
millum tíðina í skaldsøguni
og persónarnar. Menning-
arskaldsøgan og søguliga
skaldsøgan vóru við eitt
avloyst av avantgardistisk-
um formum, ið settu álvar-
som spurnartekin við form-
in í skaldsøguni. Ein strat-
egi og ein roynd at yvir-
koma hetta er at bruka myt-
una. Kent er at T.S. Elliot
helt at mytan: " gjorde den
moderne
formløses
og
fragmenterede verden til-
gængelig for litterær be-
handling". Danski høv-
undin Peer Hultberg tók til
um skaldsøguna, at við
Joyce sóu vit at mytan var
redusera til nærum einki,
sjálvur helt hann, at vit liva
mytiskt og at vit liva myto-
logisk lív. Her er mytan ein
loysn uppá fremmanda-
gerðing og spjaðing, júst
sum Bergur finnur eina
tulking av nærum øllum
ritverkinum hjá Heinesen
via Riceour og mytutil-
vitanina.
Eg haldi at hetta er ein
ritgerð, ið eingin sum ætlar
sær at lesa um William
Heinesen kemur uttan um.
Her er William settur inn í
ein modernaðan ástøðiligan
og áhugaverdan kontekst.
Hetta er helst tann mest
ástøðistilvitaða ritgerðin, ið
ein føroyingur hevur skriv-
að innan bókmentafrøði
enn. Tillukku við hesi stóru
ritgerð. Vónandi kemur
henda ritgerð út sum skjót-
ast sum ein stór og flott
bók.
Bergur Hansen: At genfortrylle verden. En hermeneutisk-fænomenologisk undersøgelse af tab og
genvindelse i William Heinesens senprosa. Pd.d. afhandling Institut for Nordisk Filologi.
Góðkend 19. marts 2004
15
14
Nr. 60 - 26. mars 2004
Tað er onki ævintýr-
kent við at sita einsa-
møll í einum kjallara
og mála. So eg skapi
míni egnu ævintýr
við mínum málning-
um og teknikkum, eg
ongantíð havi roynt
fyrr, sigur listak-
vinnan Maria Mørk-
øre, sum í løtuni
hevur eina sera for-
vitnisliga framsýning
í Kunningastovuni í
Klaksvík
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Um tú fert at leita eftir
einum ávísum listarligum
stíli á framsýningini hjá
Mariu, leitar tú til fánýtis.
Teir 19 málningarnir eru
ógvuliga ymiskir, bæði í
myndevni og teknikki. Men
tað er ikki tí, Maria er
nøkur óroynd listakvinna.
Hon hevur málað burturav í
eini 8 ár nú, og hevur
nógvar
framsýningar
á
baki.
Tað er avgerðandi fyri
meg ikki at læsa meg fasta í
nakran ávísan stíl, tí vandin
fyri at steðga upp listarliga
er ov stórur, sigur Maria.
Mær dámar í heila tiki ikki,
at heimurin verður ov
lættur at spáa um. Tað skal
vera pláss fyri at leypa út í,
har tú ikki ánar um tú
grynnir.
Royndir
Maria sigur, at allir hennara
málningar skulu fatast sum
royndir, heldur enn lidnir
málningar sum so. Hon
leitar allatíðina eftir onkr-
um nýggjum útrykki, helst
onkrum, hon ikki hevur
sæð á sama hátt áður.
Á hesi framsýningini
hevur hon millum annað
tríggjar málningar av sama
myndevni og við sama
heiti. Hesir máningarnir "Á
Eiðinum" eru so ymiskir, at
tað er ikki fyrr enn tú kagar
í skránna fyri framsýning-
ina at tú varnast, at teir eru
av sama myndevni. Stílurin
flytir seg frá beinum strik-
um og reinum litum yvir í
tað meir tilvildarliga og
óróliga.
Teir reinu málningarnir
bera boð um eina trongd til
at kunna stýra tingunum
rundanum teg, haldi eg,
sigur Maria. Vit halda
okkum hava sama útsýni úr
køksvindeyganum hvønn
dag, men ljós og veður
broyta tað frá eini løtu til
aðra. Hvat tú sært, veldst
um nær tú hyggur. At mála
eitt ávíst útsýni er ivaleyst
bara ein roynd at halda
nøkrum fast.
Tað tekur langa tíð at
mála teir reinum málning-
arnar. So tá eg eri liðug við
ein av teimum, má eg
sleppa at mála okkurt her
og nú við fullari ferð.
Sleppa takinum og lata litir
og rørslir gera av, hvagar
leiðin gongur.
Á ferð í huga-
heiminum
Myndevni hava ongantíð
havt serliga stóran týdning
fyri meg, sigur Maria. Tí
havi eg ofta fleiri málningar
av somu meir ella minni
tilvildarligum uppstilling-
um, har eg eksperimenteri
við ymsum teknikkum á
sama myndevni. Á tann
hátt kemur nýggja útrykkið
heldur enn myndevni at
spæla størsta leiklutin.
Eg máli heldur ikki fyri
at eftirlíkna veruleikan,
kanska heldur fyri at finna
hann. Veruleikin broytist alt
eftir, hvør sær hann og nær.
Tí eru mínir málningar bara
egnar tulkingar av tí, eg
síggi og ikki av tí, onkur
heldur, at eg átti at sæð. At
mála er fyri meg ein ferð í
hugaheiminum, sum ongan
enda fær. Tað, sum í løtuni
er mest áhugavert á hesi
ferðini, er spenningurin
millum tað trygga og óviss-
una, millum tað náttúru-
kenda og tað meir mekan-
iska. Tað kemur ivaleyst
nokk so týðiliga til sjóndar
í málningunum av "Á Eið-
inum".
Prikkamyndir
Sum nakað nýtt roynir
Maria seg hesuferð við
einum teknikki, har hon
nýtir smáar prikkar í staðin
fyri penslastrok.
Vit liva fyri ein stóran
part í einum visuellum
heimi, har alt er sett saman
av smáum prikkum. Eg
havi vist altíð verið rætti-
liga hugtikin av tankanum
um, at myndir og sjón-
varpsmyndir í grundini
bara eru smáir prikkar,
settir saman á ein hátt,
soleiðis at vit ikki longur
varnast teir og bara síggja
myndina, sigur Maria.
Tað er eitthvørt provoker-
andi við hesum málningun-
um. Prikkarnir eru nóg
smáir til at skapa eina
mynd, men ov stórir til at tú
kanst lata sum, tú ikki sær
teir. Tað er, sum myndirnar
støðugt minna teg á, at onki
er, sum tað sær út til at
vera. Á ein hátt kennir tú
teg snýttan, samstundis
sum hesar myndirnar, meir
ein nakrar aðrar fortelja tær
øgiliga beinleiðis, hvussu
tær eru gjørdar. Prikkarnir
geva myndunum eina heilt
serliga dýpd við einum
science-fiction
kendum
dámi yvir sær, samstundis
sum tað luftiga ljósspælið
fær tankarnar at leita til
aftur til teir eldru, fronsku
impressionistarnar.
Hesar myndirnar eru eitt
boð uppá, hvussu tað, vit
síggja, í grundini er skrúv-
að saman, sigur Maria. Eg
havi onki endaligt svar, og
tað hevur neyvan nakar
annar heldur. Onki er so
dragandi sum óvissan. Hon
gevur mær jú eisini møgu-
leika at halda fram at mála í
tað óendaliga.
Einfalda strikan
Fyri at kunna mála mást tú
fyrst duga at tekna. Maria
hevur altíð teknað, og
seinni fór hon á listaskúla í
tvey ár, har hon legði seg
eftir at fínpussa teknikkir-
nir.
Nógv er hent síðani tá,
men hon vendir altíð aftur
til ta einføldu tekningina. Á
hesi framsýningini hevur
hon tvær tekningar við
"Prestvegur" og "Í Brekk-
uni", teknaðar við svartari
kolstift, kámað út í gráar
tónar, sum minna teg á, at
uttan mun til úrslitið, er
útgangsstøðið hjá einum
listamálara altíð ein einføld
strika.
Óvissan
dregur
Maria Mørkøre
C
M
Y
K
14