Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 60 - 26. mars 2004 Nr. 60 - 26. mars 2004 17 Fíggjarlógaruppskoti ð fyri 2004 vísir eitt hall uppá 276,6 mió. kr. Hallið er álvar- sama avleiðingin av ábyrgdarleysari stýr- ing í farna búskapar- politikkinum, sum undanfarna sam- gonga stóð fyri. Und- anfarin ár eru út- reiðslurnar øktar at kalla ótálmaðar, og nú inntøkurnar minka, skal rokningin gjaldast "Her liggur ein rokning, og vit eru nú noydd at gjalda hana". Soleiðis ljóðar fyrsta viðmerkingin hjá Bárði Nielsen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, í sam- bandi við, at fíggjarlógar- uppskotið fyri 2004 er liðugt. Í stuttum vísir fíggjar lógaruppskotið fyri 2004 eitt hall á 276,6 mió. kr. eftir rakstrar-, løgu- og út- lánsútreiðslur. Inntøkurnar eru mettar til 3,374 mia. kr., og útreiðslurnar eru mettar til 3,650 mia. kr. Hallið verður fíggjað við pengum, sum landskassin eigur í Landsbanka Føroya. Avleiðing av ábyrgdar- leysari stýring Landsstýrismaðurin vísir á, at tá samgongan tók við, vístu framskrivingar fyri 2004 eitt hall á smáar 400 mió. kr. áðrenn avdráttir. Við øðrum orðum var myndin, at landskassin hevði ein likviditetstørv á knappa hálva milliard í 2004. "Tað er í hesum ljósi, at fíggjarlógaruppskotið skal síggjast", sigur Bárður Nielsen. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hallið fyri stóran part er ein beinleiðis og álvarsom avleiðing av manglandi stýringini í farna búskaparpolitikkin- um, sum undanfarna sam- gonga stóð fyri. "Seinastu seks árini hava vit verið vitni til, at al- mennu útreiðslurnar er øktar ótálmaðar at kalla. Heldur enn at leggja pening til viks til verri tíðir, eru øktu inntøkurnar farnar við støðugt størri ferð tvørtur ígjøgnum landskassan til nýtslu. Nú minka inntøk- urnar, og uppruddingin eftir fullveldisbúskapin er byrjað. Tíverri mugu vit sum tað fyrsta gjalda eina rokning á knappliga 280 milliónir krónur", sigur Bárður Nielsen, lands- stýrismaður. Ov stutt skoðbrá Hann ásannar, at nðggja landsstýrið hevur ikki havt nevniverdan møguleika at seta í verk sín egna búskap- arpolitikk á fíggjarlógar- uppskotinum fyri í ár. Løg- tingsval varð útskrivað í desember, og hóast arbeitt hevur verið við uppskotin- um, síðani samgongan varð skipað 31. januar, so hevur skoðbráðið verið ov stutt. Búskaparpolitikkurin hjá hesi sam-gonguni fer tí ikki at síggjast rættiliga fyrr enn í fíggjar-lógaruppskotinum fyri 2005. "Hetta er sjálvsagt harmi- ligt, men soleiðis eru korini nú einaferð", sigur Bárður Nielsen. Økini, sum eru raðfest ovalaga í fíggjarlógarupp- skotinum 2004 eru: Eldra- røkt og serforsorg, nýggi bygningurin á Landssjúkra- húsinum, læknaútbúgving, tiltøk at basa fiskasjúkum, havbúnaðarroyndir og jarðfrøðiligar kanningar Negativur búskaparvøkstur Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vísir á, at tíðarneyðin og arvurin frá undanfarnu samgongu ikki hava staðið einsamøll sum forðingar í arbeiðinum við fíggjarlógaruppskotinum. "Á sumri í fjør varð mett, at vøksturin í búskapinum í 2004 fór at minka niður í góð 3 prosent í leypandi prísum. Stóra fallið í bú- skapinum í seinnu helvt av 2003 hevur borið í sær, at metingin nú vísir eina afturgongd uppá 2 prosent. Niðurgangstíðin er byrjað, og tað sæst aftur í fíggjar- lógaruppskotinum", sigur Bárður Nielsen, sum tó fegnast um, at búskapar- útlitini tykast vera batn- andi. Samgongan hevur verið ígjøgnum flestu kontur í fíggjarlógini og gjørt spar- ingar, sum tó skulu ávirka gongdina í búskapinum minst møguligt skeiva vegin. Ein partur av sparing- unum er, at full kompensa- tión verður ikki latin al- mennum stovnum fyri tær stóru lønar-hækkingarnar, sum eru umleið 5 prosent árliga á almenna arbeiðs- marknaðinum. Megin- reglan er, at 2 prosent verða latin í lønar-kompensatión. Harumframt verða 2 pro- sent latin eyka til teirra, sum arbeiða í vaktar-skip- anum. Varin búskapar- politikkur frameftir Við broytingini í konjunk- turunum og broyttu for- treytunum sum heild fer landsstýrið at reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk komandi árini, sum nervar føroyska vælferðarsamfelagið minst møguligt. Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum verður at tálma sveiggjum í bú- skapinum og at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Hetta skal m.a. gerast við at av- marka lógarbundnar út- reiðslur og við bygnaðar- broytingum í almennu fyri- sitingini. "Samgongan er longu farin undir arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, og arbeiðið gongur væl", sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. Bárður Nielsen landsstýrismaður við fíggjarmálum Eivør Pálsdóttir er farin at samstarva við kendan sangara úr svenska bólkinum The Real Group. Tey skulu hava tvær konsertir á Gotlandi í summar, men miku- kvøldið fingu innboð- in fólk ein forsmakk upp á teirra fram- førslu TÓNLEIKUR Jonhard Hammer Klokkan varð blivin hálv- gum tíggju, tá ið leiðin varð løgd niðan á Garðastovu í Gøtu. Uttan fyri heimið hjá Eivør Pálsdóttir stóðu fleiri fólk og prátaðu. Ein teirra var mammubeiggin hjá Eivør, Tórálvur, sum fekk sær ein royk, áðrenn hann fór innar í stovuna, har nakað serligt var á skránni hetta kvøldið. Eivør hevði nevniliga boðið eini 40 fólkum at koma at lurta eftir eini óforpliktandi stovukonsert, har hon sang saman við einum kendum svenskum sangara. Í gongini tók lukturin av fiskasuppu ímóti, og tey, sum fingu matarlyst av hesum, vóru ikki skuffað, tá ið suppan kom á borðið. Prátið gekk væl, men tað var eisini spenningur í luft- ini, nú fólk bíðaðu eftir ein øðrvísi framførslu frá Eivør. Nýtt samstarv Tað var svenski sangarin, Peder Karlsson, sum tók orðið, tá ið tey skuldu syngja. Hann greiddi frá, hvussu hann varð blivin hugtikin av Eivør Páls- dóttir, sum hann hevði hitt, tá ið samskiparin av Lista- stevnuni, Oddvá Nattestad, hevði syrgt fyri at tey hittust. Peder Karlsson var fyri tveimum árum síðani í Føroyum og sang, tá ið The Real Group var við á Listastevnuni. Hann er ein av sangarunum í hesum kenda bólki. Eivør og Peder skulu í summar hava tvær kon- sertir á Gotlandi, og tí var Peder komin til Føroya at venja saman við Eivør. Í tí sambandi høvdu tey so boðið fólki at koma at lurta eftir teimum. Tey sungu á svenskum, og onkrir av sangunum hjá Eivør vóru týddir til svenskt. Harafturat fram- førdi hon eisini tveir nýggj- ar sangir hjá sær. Annar sangurin var skrivaður við mammu síni og Giggu í huganum. Hin sangurin var ein kærleikssangur, sum hon helt, at tað var ikki ringt at gita, hvønn hann var skrivaður til... Frálík framførsla Framførslan var framúr- skarandi, og tað er undr- unarvert, at tú ferð eftir ferð skal vera so hugtikin av Eivør Pálsdóttir, tá ið hon hevur sínar framførsl- ur. Hon verður ongantíð almindelig, og tað ger tað sama, um hon syngur í einum konsertsali, kirkju ella sum hetta kvøldið, heima í stovuni hjá foreldr- unum. Hetta var ein tann besta framførslan, eg havi verið til, hóast eg ikki sat í einum djúpum stóli, men lenaði meg upp at uppvaski- maskinuni. Tað verður spennandi at vita, hvat nýggja svenska samstarvið hjá Eivør kann hava við sær frameftir. Eivør hugtók á stovu- konsert í Gøtu Tíðindaskriv um fíggjarlógaruppskotið fyri 2004: Hall á fíggjarlóg er arvur frá farna búskaparpolitikkinum C M Y K 17 16