Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »Fólk hava skepsis at ganga til psykolog« - hesi orðini vórðu søgd av Súsonnu Skaale, sálarfrøðingi í sjón­ varps­sendingi í gjár­kvøldið, 11. oktober. Eg fái hug at við­ merkja, at hetta er als ikki tað vit uppliva, sum arbeiða í sjálvstøðugari praksis. Beint tvørtur ímóti, so er støðan hon, at eitt sterkt vaksandi tal av borg­arum gagnnýtir sær hesa heilsu­ tænastu, summi ávíst av lækna, onnur av al­manna­ verki ella kommu­nal­ari tæn­ astu, arbeiðs­plássi – ella tey koma á egnum vegum. Kann tað vera, tí Súsanna Skaale livir í eini aðrari øld, har asylum-burturgoymsla, mystikkur og ræðsla fyri tí sálarliga ráddi, og har tað at søkja sær hjálp fyri tí, var »skomm«? Soleiðis er støðan ikki long­ur í einum modernaðum samfelagi, har tað at ganga til sálarfrøðing er líka so náttúrligt sum tað at ganga til tannlækna, fysioterapeut og lækna. Tað er hesa broyt­ ing, vit sjálvstøðugt starv­ andi sálarfrøðingar týðiliga merkja. Hvat fyri »skepsis« – Súsanna? Kári Leivsson serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði SÁLARFRØÐISTOVAN við Tórsgøtu 17 Tíðargrein Sunleif Rasmussen tónaskald Listin, fólkið, landið og framtíðin »Í fyrstani var listin, og listin var hjá fólkinum, og listin var fólkið«. Soleiðis kundu vit av røttum um­ skriva byrjanina á opinbáringini hjá Jóhannes evangelisti. Lond sum Ísland, Noreg, Finn­land og Frakland liva stórt sæð upp til hendan málsetning. Vit eru eitt sera ungt listaland sam­ anborið við aðrar tjóðir. Vit hava eitt ungt skriftmál, og tað er stutt síðani, at føringar byrjaðu at skapa list. Fyri góðum 100 árum síðani byrjaðu vit smátt um smátt at skapa okkara egnu list her á landi. Men vit hava ein aldargamlan siða­ arv í skaldskapi av mannamunni og í føroyska dansinum. Hetta er ikki at undirmeta, tí tað er høvuðs­ orsøkin til, at vit hava egið mál. Í seksti árunum mentist listin á stórt sæð øllum økjum. Og lista­ menn­ingin hevur verið støðug síð­ ani tá. Men man kann ikki siga, at íløgan í hesa menning hevur ment seg samsvarandi. Tó so, tað hava verið glottar. Tað hevur altíð verið, er, og fer altíð at verða so, at listafólk eru ikki tey, ið fylgja streyminum, ella lata við halanum fyri meirilutum av øllum handa slagi. Tey hava verið, eru, og fara altíð at verða tey, ið fara egnar leiðir, og sum oftast úttrykkja seg á slíkan hátt, at tey ikki raka breiðu fjøldina. Men, at nøkur kenna seg aftur í onkrum og ikki í øllum. Onnur kenna seg aftur í øðrum, men ikki øllum o.s.fr. Og soleiðis skal tað vera. Tí er listin neyðug fyri at bera samfelagið fram. Og tí hevur listin eisini trongastu korini í smá­fanatiskum, konservativum sam­feløgum. Fanatisma er eyðkend við, at bara ein fatan er »tann rætta«, meðan allar aðrar fatanir bróta niður og eru ikki sambærligt við egnu uppfatan av tilveruni. Her er dialogurin torførur, tá ið ringast stendur til – fyri ikki at siga ómøguligur. Konservativisma er eyðkend við at, »man veit, hvat man hevur, men man veit ikki, hvat man fær«. Men sum sagt, listin vil broyta og spreingja mørk. Tað er sjálvandi ein subjektiv meting hjá hvørjum einstøkum okk­ ara, um vit vilja liva í einum fanat­ iskum, konservativum samfelag. Tó kann man staðfesta, at føroyska sam­felagið flytur seg nógv seinni framá, enn samfeløgini rundan um okkum. Haldi meg tó síggja, at partar av samfelagnum flyta seg skjótari enn aðrir. Og eitt er givið, at føroyski ungdómurin fylgir líka væl við tíðarrákinum sum aðrir ungdómar. So tað er kanska vón fyri framman. Haldi meg tó kunna staðfesta, at politiska skipanin í Føroyum er sera konservativ. Tað eru konservativar kreftir í stórt sæð øllum politiskum flokkum í Føroyum. Tó so, at summir flokkar eru meira konservativir enn aðrir. Og politiska skipanin er spegilsmynd av samfelagnum. Tó er ungdómurin sera illa umboðaður í politisku skipanini, og er hettar helst við til gera skipanina meira konservativa enn gott er. Tí er tað lagamanni at skerja Ment­an­ar­grunn landsins við 20 prosentum. So tann føroyska útgavan av opin­ báringin hjá Jóhannesi evangelisti má tí verða; »Aftast kom listin, og listin var ikki hjá fólkinum, og listin var ikki fólkið«. Vil tí heita á allar mínar starvs­ felagar um ikki at luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndug­ leikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið! Myndugleikarnir mugu fáast at skilja, at ein íløga í listina er ein íløga í fólkið, landið og framtíðina! Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo í BORG Kom og lurta eftir Hallur Joensen Band í BORG Runavík FRíGGJakvøldið 26. Okt. frá kl. 20.00 - 21.30 l Opið til kl. 24.00 øll eRu vælkOmin í BORG Runavík