fríggjadagur 12. oktober 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
»Fólk hava skepsis at ganga
til psykolog« - hesi orðini
vórðu søgd av Súsonnu
Skaale, sálarfrøðingi í sjón
varpssendingi í gjárkvøldið,
11. oktober. Eg fái hug at við
merkja, at hetta er als ikki
tað vit uppliva, sum arbeiða
í sjálvstøðugari praksis.
Beint tvørtur ímóti, so
er støðan hon, at eitt sterkt
vaksandi tal av borgarum
gagnnýtir sær hesa heilsu
tænastu, summi ávíst av
lækna, onnur av almanna
verki ella kommunalari tæn
astu, arbeiðsplássi – ella tey
koma á egnum vegum.
Kann tað vera, tí Súsanna
Skaale livir í eini aðrari øld,
har asylum-burturgoymsla,
mystikkur og ræðsla fyri tí
sálarliga ráddi, og har tað at
søkja sær hjálp fyri tí, var
»skomm«?
Soleiðis er støðan ikki
longur í einum modernaðum
samfelagi, har tað at ganga
til sálarfrøðing er líka so
náttúrligt sum tað at ganga
til tannlækna, fysioterapeut
og lækna. Tað er hesa broyt
ing, vit sjálvstøðugt starv
andi sálarfrøðingar týðiliga
merkja.
Hvat fyri »skepsis« – Súsanna?
Kári Leivsson
serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði
SÁLARFRØÐISTOVAN við Tórsgøtu 17
Tíðargrein
Sunleif Rasmussen
tónaskald
Listin, fólkið, landið og framtíðin
»Í fyrstani var listin, og listin var
hjá fólkinum, og listin var fólkið«.
Soleiðis kundu vit av røttum um
skriva byrjanina á opinbáringini
hjá Jóhannes evangelisti.
Lond sum Ísland, Noreg, Finnland
og Frakland liva stórt sæð upp til
hendan málsetning.
Vit eru eitt sera ungt listaland sam
anborið við aðrar tjóðir. Vit hava
eitt ungt skriftmál, og tað er stutt
síðani, at føringar byrjaðu at skapa
list. Fyri góðum 100 árum síðani
byrjaðu vit smátt um smátt at
skapa okkara egnu list her á landi.
Men vit hava ein aldargamlan siða
arv í skaldskapi av mannamunni
og í føroyska dansinum. Hetta er
ikki at undirmeta, tí tað er høvuðs
orsøkin til, at vit hava egið mál.
Í seksti árunum mentist listin á
stórt sæð øllum økjum. Og lista
menningin hevur verið støðug síð
ani tá. Men man kann ikki siga, at
íløgan í hesa menning hevur ment
seg samsvarandi. Tó so, tað hava
verið glottar.
Tað hevur altíð verið, er, og fer altíð
at verða so, at listafólk eru ikki tey,
ið fylgja streyminum, ella lata við
halanum fyri meirilutum av øllum
handa slagi. Tey hava verið, eru, og
fara altíð at verða tey, ið fara egnar
leiðir, og sum oftast úttrykkja seg á
slíkan hátt, at tey ikki raka breiðu
fjøldina. Men, at nøkur kenna seg
aftur í onkrum og ikki í øllum.
Onnur kenna seg aftur í øðrum,
men ikki øllum o.s.fr. Og soleiðis
skal tað vera. Tí er listin neyðug
fyri at bera samfelagið fram. Og tí
hevur listin eisini trongastu korini
í smáfanatiskum, konservativum
samfeløgum. Fanatisma er eyðkend
við, at bara ein fatan er »tann
rætta«, meðan allar aðrar fatanir
bróta niður og eru ikki sambærligt
við egnu uppfatan av tilveruni.
Her er dialogurin torførur, tá ið
ringast stendur til – fyri ikki at
siga ómøguligur. Konservativisma
er eyðkend við at, »man veit, hvat
man hevur, men man veit ikki, hvat
man fær«.
Men sum sagt, listin vil broyta og
spreingja mørk.
Tað er sjálvandi ein subjektiv
meting hjá hvørjum einstøkum okk
ara, um vit vilja liva í einum fanat
iskum, konservativum samfelag.
Tó kann man staðfesta, at føroyska
samfelagið flytur seg nógv seinni
framá, enn samfeløgini rundan
um okkum. Haldi meg tó síggja, at
partar av samfelagnum flyta seg
skjótari enn aðrir. Og eitt er givið,
at føroyski ungdómurin fylgir líka
væl við tíðarrákinum sum aðrir
ungdómar. So tað er kanska vón
fyri framman.
Haldi meg tó kunna staðfesta, at
politiska skipanin í Føroyum er sera
konservativ. Tað eru konservativar
kreftir í stórt sæð øllum politiskum
flokkum í Føroyum. Tó so, at summir
flokkar eru meira konservativir
enn aðrir. Og politiska skipanin er
spegilsmynd av samfelagnum. Tó er
ungdómurin sera illa umboðaður í
politisku skipanini, og er hettar
helst við til gera skipanina meira
konservativa enn gott er.
Tí er tað lagamanni at skerja
Mentanargrunn landsins við 20
prosentum.
So tann føroyska útgavan av opin
báringin hjá Jóhannesi evangelisti
má tí verða; »Aftast kom listin, og
listin var ikki hjá fólkinum, og listin
var ikki fólkið«.
Vil tí heita á allar mínar starvs
felagar um ikki at luttaka sum
bringuprýði hjá almenna myndug
leikanum, fyrr enn hesin tekur
okkara yrki í álvara, og gevur okkum
sømdir, ið vit hava uppiborið!
Myndugleikarnir mugu fáast at
skilja, at ein íløga í listina er ein
íløga í fólkið, landið og framtíðina!
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
í BORG
Kom og lurta eftir
Hallur Joensen Band
í BORG Runavík
FRíGGJakvøldið 26. Okt.
frá kl. 20.00 - 21.30 l Opið til kl. 24.00
øll eRu vælkOmin
í BORG Runavík