Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak – Eg hitti ein dagin fólk í góðum starvi, sum nærum kendi seg illa við at fáa so nógv­an skattapening aft­ur, orsakað av flatskatta­skip­an­ ini. Tey vóru fleiri fólk í sama húsi, øll við góðari løn, og nærum hvønn mánað fingu tey hækkað skattagjald aftur. Flatskatturin ríkar tey ríku og ger tey fátæku fátækari. Tað er vorðið sum soli­dari­ tetur, men hvussu við demo­ kratiinum? Mær vitandi hev­ur eingin biðið um eitt nú flat­skattaskipanina, sum varð sett í verk eftir fáum døg­um. Um so var, at politiska skip­anin ikki vildi góðtaka hetta, hví hevur andstøðan ikki sett fram misálit á sit­ andi landsstýri? Eitt val í úrtíð hevði verið gagnligari enn núverandi støða, men tað er kanska ógjørligt at fremja í verki. Hetta var tøkkin, sum løg­ mað­ur, ið setti persónligt at­ kvøðu­met á valinum, vísti sín­ um veljarum. Tað er møgu­ligt, at hann hev­ur ein dreym um einar sjálv­støð­ugar Føroyar, tó innan ríkis­felags­skapin, ella kanska er tað bara ein barns­ ligur háttur hjá løgmanni at varpa ljós á sjálvan seg, so sum børn ann­ars gera fyri at tekkjast sínum? Hvør hevur atkvøtt fyri flatskattinum? Flatskattaskipanin er ikki soli­darisk, nú tey, sum vinna nógvan pening, fáa í tús­ unda­vís av skattakrónum aft­ur í lumman. Tey somu, sum kanska best kundu verið nakr­ar krónur fyri uttan? Vit eru fáment í Føroyum. Hví er tað so torført hjá polit­ isku skipanini at stýra í hes­ um landi, sum annars er at sam­meta við eina pinkalítla kommunu aðrastaðni. Jú, vit hava alt tað, sum stóru londini hava. Vit hava útvarp, sum hevur ment seg seinastu árini við at varpa ljós á tað, sum rørir seg í før­ oyska gerandisdagin. Rætt er tað. Vit hava eisini sjónvarp, sum sýnir okkum endursend­ ingar: Hvussu tey baka køkur í Danmark, hvussu tey bónd­ ast í Danmark, hvussu tey dansa í Danmark - slíkt undir­hald av alskyns slag, sum vit hava sæð, um vit hava FT-hald ella parabol, men lítið og einki verður víst av tí, sum hendir í okkara landi. Sostatt er ikki neyðugt at hyggja í føroyska sjónvarpið fyri at lodda dýpið í okkara samfelag. Eisini er Tingvarpið á skránni, tá høvi býðst, men bara til barnasjónvarpið byrj­ ar í SvF. So verður knívskarpt latið aftur fyri tí, sum fer fram í tinginum. Føroyskur dansur og Túnatos Vit siga oftani, at mentanin er lívsneyðug fyri menning og framburð í einum sam­ felag. Kortini minka íløg­ urnar til mentamál fyri hvørt árið, orsakað av vánaligu búskaparstøðuni, sigur polit­iska skipanin, hóast øll vita, at pen­ingur er til tað, sum myndug­leikarnir vilja stuðla. Og jú, rætt skal vera rætt. Av teimum evarsliga smáu upphæddunum, sum eru til­lutaðar mentamálum í ár, hevur mentamálaráðið lat­ið pening til føroyskan dans. Hvar speglast mentanar­poli­ tikkurin í nútíðini? Við hvørt hoyrist um onkra dokumentarsending, sum skal koma í SvF. Í løtuni er tað nýggjasta sendingin “Túnatos”! Álvaratos, er hatta tað mest framskygna, SvF hevur at bjóða hyggjarnum? Tað er beinleiðis at halda hyggj­aran fyri gjøldur. Og jú, vit hava eisini Tjóð­ leikhús Føroya, men vit hava bert ráð til sjálvt “heitið” og als ikki nakran karm um eitt nútíðar leikhús, sum kundi givið leiklistini umstøður at grógva og mennast. Hondina á hjartað, tað er ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at tey eru givin at hyggja í føroyska sjónvarpið, av tí at tað ikki sigur fólki nak­ að veruligt um okkara ger­ andisdag. Er tað so neyðugt at hava føroyskt sjónvarp? Kanska peningurin kundi verið nýttur betur til at ríka nú­tíðarmentananina. Demokratiið ikki ein sjálvfylgja Tað er eingin sjálvfylgja, at vit varðveita eitt framkomið demo­krati, um politiska skip­ anin ikki vil tað. Avleiðingin kann væl verða, at fólk stinga í sekkin og royna eydn­una aðrastaðni. Eftir verða bert tey, sum ikki hava møgu­ leika at flyta. Tá verður ikki so áhugavert at sita fyri borg­um. Politisku royndirnar at býta sundur av nýggjum Dagny Joensen Meðan fólkið í Miðeystri berjist fyri frælsi og demokrati, tykist tað, sum okkara landsins myndugleikar royna at basa demokratiinum og sýna ósolidariskt sinnalag Opið bræv til Janus Rein, tingmann Vit harmast um, at tú er farin úr Framsókn. Vit viðurkenna, at tú form­liga ert fólkavaldur løgtingslimur og tí í prin­ sippinum kanst gera tað, tær lystir, við løg­tings­sessin. Vit fara kortini at loyva okkum at minna teg á, at tað einans eydn­að­ist at byggja Fram­sókn upp – og enntá at vinna ikki færri enn tveir ting­sessir á løg­tings­valinum – tí at nógvar góðar libe­ralar tjóð­skapar kreftir tóku seg saman um eina neyðuga og tiltrongda søk. Undirritaðu eru stovn­arar, nevndarlimir, hini valevni floksins til løgting og býráð um­framt fólk, sum hava lagt bæði stóra arbeiðsorku og hjartað í Framsókn. Vit, sum hava valt at stríðast fyri liberalu hug­myndini, eiga at fáa ein møguleika at fremja okkara politisku ætlanir umvegis flokkin, og vit heita tí á teg um at geva hesum nýggja liberala tjóðskaparliga átakinum ein møguleika. Nú tú hevur valt at taka annan tingsessin frá flokkinum og gera hann til tín egna, veitst tú, at einki samsvar er mill­um tað, tú tekur úr flokkinum, og tann lutin, sum tú hevur lagt í stríðið fyri at byggja flokkin upp ella tær persónligu atkvøð­urnar, tú fekst á løgtings­val­in­um. Vit heita á teg um at geva okkum arbeiðsfrið og at geva Framsókn aftur tingsessin og teir nevndarsessirnar, sum flokkurin skal brúka fyri at kunna arbeiða. Eyðna L. Hansen Ruth Vang Ólavur í Búrstovu Eli Christiansen Sámal Petur í Grund Ólavur Olsen Finn Jensen Sunneva Háberg Eysturstein Kristina Ejdesgaard Hanna Jensen Dorit Hansen Ríkin N. Djurhuus Hans Norðfoss Birita á Løgmansbø Bláhamar Rúni Sundberg Patursson Harriet Davidsen Tróndur Djurhuus Súsanna Køtlum Óluvá Waagstein Karlot Hergeirson Poul Clementsen Hjørdis Viberg Poul Michelsen Øssur Christiansen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen Rætting viðvíkjandi Økisterapi í Øki 2. Havi nú í samband við val­ stríð­ið til kommunuvalið lis­ið fleiri lesarabrøv, har sagt verður at tað eru settir 4 økisterapeutar í Heima­ tænastunu øki 2 samanborið við øki 1, har bert 2 terapeutar eru settir. Mett verður at hetta ikki er í samsvar við fólka­tali í økinum. Hetta er ein stór mis­skilj­ ing. Tí í øki 2 eru allir tera­ peutar á eldraøkium settir í eitt økis toymi - eisini teir, ið settir eru á Sýnini, Mørkini og Grønanesi. Hetta toymið samstarvar innanhýsis, tvør­ fakligt við aðrar yrkisbólkar, við røktarheimini og við komm­unurnar - og tí kunna vit í Øki 2 bjóða borg­ar­un­ um í økinum endur­menn­ ing, endurvenjing og fyri­ byrgjandi venjingar. Tað er mær sagt - eg veit tað ikki við vissu - at út við 20 terapeutar eru í starvi á eldraøkinum í Øki 1/Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, at samanborið við okkara øki - og í mun til fólka­talið - eru fleiri ferð so nógvir teraputar í øki 1. Avbjóðingin liggur tí ikki eina í talinum av terapeutum. Við betri samstarvi og sam­skipan, so ivist eg ikki eina løtu í, at kreftirnar og karmarnir kundi verið brúktar betri enn í dag. Kristbjørg Toftegaard, Leiðari, Røktarheimið á Mørkini