Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havnar Framburðsfelag hev­ ur fingið nøkur nøvn aftrat á listan til býráðsvalið í Havn, og teirra millum er Finnbogi Arge, sum helst styrkir listan munandi. Finnbogi Arge hevur drúgv­ar royndir í politikki. Frá 1990 til 1998 umboðaði hann Sambandsflokkin í løg­ tingi­num. Í 1998 stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin, kom ikki inn, men varð tilnevndur til landsstýrismann og sat í tvey ár. 2000 til 2002 kom hann í løg­tingið sum varamaður hjá Bjarna Djurholm. Nýggj nøvn á listanum eru eisini Jóna Thomsen, sum er virk­in í fimleikarfelagnum Ljósi­num og Ingi á Smið, lær­ari. Havnar Framburðsfelag roynir at fáa onkran aftrat á listan, sum væntandi verður enda­ligur seinni i vikuni. Annars er valstríðið hjá Havn­ar Framburðsfelag byrj­ að, tí nú eru valplakatir kom­ n­ar á bussarnar. Randi Jacobsen Í einum sethúsum í Svanga í Havn hava búð fimm menn­ ing­ar­tarnað fólk. Tvey hava búð í umleið fimm ár í kjallaraíbúðini, og trý onnur hava búð í erva. Har hava tey trivist væl, og øll fimm hava virkað i felags­skapi.. Men í vár varð eitt av teim­um trimum fólkunum flutt í annað heim, og tá ið tey avvarðandi fingu at vita, at flytingin fór at verða til gagns fyri tað menn­ing­ar­ tar­naða fólkið, gingu tey við til tað. Men flytingin vísti seg at vera óheppin. Viðkomandi saknaði hini bæði og kom har­aftrat at búgva saman við einum, sum hevði happ­ að viðkomandi illa á Verk­ stað­num Vón. Í seinastu viku varð tað næsta búfólkið flutt. Tey av­varðandi og verjin hjá bú­ fólki­num fingu einki at vita fyrr enn klokkan níggju um kvøld­ið, eftir at flytingin var farin fram um dagin. - Hetta búfólkið vildi ikki inn á nýggja kamarið, sovn­ aði ikki og fekk tí heilivág at sova av. Búfólkið vildi bara sleppa heim til tey, sum hon hevði búð saman við í so nógv ár, sigur Tórun Poul­ sen, avvarðandi. Mótmæla Tey avvarðandi hjá øllum fimm búfólkunum hava mót­mælt, men einki hevur hjálpt. Tey avvarðandi hava ver­ ið á fundi við Petru Jóns­ dótt­ir, stjóra í Nær­verki­ num. Á fundi­num fingu tey at vita, at grund­gev­ingin var bygn­að­ar­broytingar. - Ta grundgevingina halda vit vera grunna, sig­ur Tórun Poulsen. Hon held­ur, at Nærverkið brúkar bygn­ að­ar­broytingar sum okkurt slag av skálkaskjóli. Eisini varð upplýst, at ætlan­in var at fáa menn­ing­ ar­tarnað at búgva saman alt eftir aldri og breki. - Tað ljóðar væl, men vit halda, at byrjað kundi verið við brytingum í hinum enda­num. Hesi trý fólkini hava búå saman, næstan síðan tey komu heim frá Rød­by­gaard í Danmark. Teirra búfelagsskapur hev­ ur virkað væl, og vit hava havt ta fatan, at væl hevur verið tikið sær av teimum. Hví ikki geva teimum frið at búgva saman og lata broyt­ ing­ar­nar henda við natúr­ lig­ari frágongd? spyr Tórun Poulsen. Hon heldur, at Nær­verk­ ið kundi byrjað í hin­um endanum og ikki hjá teim­ um tilkomnu. Hesi fólk­ ini eru frá 48 árum upp í 6o-árini og eru rættiliga menn­ing­artarnað. Í dag hava tey avvarðandi av­talað fund við Anniku Ol­ sen, landsstýriskvinnu í al­ man­na­málum. Tey avvarðandi vísa á, at Almannaverkið hev­ur brot­ ið grein 19 í ST-sátt­mála­ num, sum sigur, at øll fólk hava rætt til sjálvi at gera av, hvar tey skulu búgva og sam­an við hvørj­um. Fundurin í dag verður óivað áhugaverdur, tí í ein­ um lesarabrævi á Portali­ num í gjár skrivaði Annika Ol­sen millum annað: Eg skal bert bera tey boðini til hesi fólkini, ið búgva í sambýlum bæði í Tór­s­havnar kommunu og kring alt landið, at ”ONGIN VERÐUR KOYRDUR ÚR SÍN­UM HEIMI”, so skuldi tað verið sligið fast við sjey­ tum­ma seymi. Sosialurin hevur í dag roynt at fáa eina viðmerking frá Petru Jónsdóttir, men tað eydnaðist ikki. Finnbogi Arge stillar upp Stríðast fyri sínum menningartarnaðu Trý menningartarnað fólk, sum hava búð í sambýli saman í minst 30 ár, búgva nú móti sínum vilja hvør sær. Tað er ein grunngrundgeving at kalla hetta bygnaðarbroyting, sigur Tórun Poulsen, avvarðandi at einum av teimum trimum Tvey menningartarnað fólk eru flutt út móti sínum vilja. Um øll skulu út, og hvat húsini framyvir skulu brúkast til, hevur ikki eydnast at fáa at vita