Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Seinastu dagarnar hava ikki ver­ið heilt vanligir fyri 12 ára gamla Tór Rasmussen og familju hansara, sum búgva í Havn. Ungi havnardrongurin hev­ur verið við í fleiri av teim­um størstu útlendsku fjøl­miðlu­num, eftir at hann fríggja­kvøldið fekk fót­ bólts­shorts­ið, sum svenski áleyp­a­rin Zlatan Ibrahimo­ vic var í undir dystinum millum Føroyar og Svøríki fríggjakvøldið. - Eg havi bert eina hetju, og tað er Zlatan, sigur ein ovurfegin Tórur Rasmussen, sum alt vikuskiftið hevur ging­ið í tí bláa shortsinum við stóra 10 talinum. Vildi ikki rætta Zlatan Tað var beint eftir, at dóm­ arin hevði bríkslað dystin av, at Tórur Ras­mus­sen, sum var bólt­drongur, skundaði sær yvir til Zlatan. Men tað var ikki shortsið, sum Tórur Ras­ mus­sen bað um at fáa. - Eg spurdi hann á ensk­um, um eg kundi fáa troyggju­na, samstundis sum eg hálaði í mín egnu troyggju, so­leiðis at hann skuldi vita, hvat eg meinti við, greiðir Tór­ur Rasmussen frá. Men Zlat­an misskilti spurningin hjá bóltdronginum. - Hann segði við meg “yes, you can have my shorts”. Eg tímdi ikki ordiliga at rætta hann, so eg lat hann bara fara úr shortsunum, sigur Tór­ur Rasmussen. Hóast Tór­ur Rasmussen hevur sæð stjørnuspælaran fleiri ferð­ ir í sjónvarpi, í bløðum og á internetinum, var tað ikki heilt tað sama at standa and­ lit til andslits við Zlatan. - Hann var øgiliga høgur, og so var hann ikki líka myrk­ur í húðini, sum eg helt hann var. Annars sá hann púra vanligur út, greiðir Tórur Rasmussen frá. Zlatan er tann størsti At Tórur Rasmussen er Zlatan fjeppari um ein háls, er als eingin ivi um. Umframt at fylgja væl við í øllum dyst­um, sum Zlatan spælir, so hevur Tórur Rasmussen eisini lisið ævisøguna um svens­ka fótbóltstalentið. - Tá vit fóru at ferðast í vár, hevði eg bókina “Jeg er Zlatan” við mær. Mær dámar bók­ina so mikið væl, at foreldrini hava lisið hana fyri mær um kvøldarnar, áðrenn eg fari í song, greiðir Tórur Ras­ mussen frá. Áðrenn dyst­in fríggjakvøldið ivaðist hann í, um hann skuldi taka bók­ ina við á Tórsvøll, soleiðis at Zlatan kundi signerað hana, men tað bleiv ikki til nak­að. - Eg tók bara ein penn og eitt pappír við mær, tí eg helt ikki tað vera so smart at hava eina stóra bók uppi á mær. Tað regnaði fríggjadagin, so eg tímdi ikki at taka bókina við, sigur Tórur Rasmussen. Hann hevur sjálvur spælt fót­bólt, síðani hann var fýra ára gamal, og í dag spælir hann við B36. Allir hansara lið­felagar í B36 og aðrir vin­ menn eru ikki sørt ernir av, at teir kenna drongin, sum fekk shortsini hjá Zlatan. - Teir halda tað vera kul og awesome og eru glaðir mína vegna. Onkrir hava eisini sagt, at nú eri eg ordi­liga kendur, fortelur Tórur Ras­ mus­sen við einum skálka­ brosi. Fer at gera tað aftur Vinmenninir hjá Tóri Ras­ mussen fara heldur ikki heilt skeivir, tá teir siga, at Tórur Rasmussen nú er blivin kendur. Leitar mann á internetinum eftir navni­ num hjá honum koma ein rúgva av greinum fram, har 12 ára gamli Zlatan fjepp­ arin verður nevndur og endurgivin. Søgan um før­ oyska bóltdrongini, sum fekk shortsið hjá Zlatan, hev­ur verið í avísum, bløð­ um og á heimasíðum í eitt nú Týsklandi, Svøríki, Dan­ mark, Italia, Fraklandi og aðra­staðni. - Tað er eitt sindur løgið at lesa um seg sjálv­ an á internetinum, men samstundis er tað eisini stutt­ligt, sigur Tórur Ras­ mussen, sum seinastu dagar­ nar brádliga hevur fingið met­nógvar vinarumbønir á Face­book. - Leygardagin hevði eg knapp­liga eina 50 vinar­um­ bønir á Facebook, og tað blíva við at koma fleiri, fortelur Tórur Rasmussen, sum í sam­ráð við foreldrini bert góð­tek­ur vinarumbønirnar frá øðrum børnum. Tá Føroyar aftur spæla lands­dyst ímóti Írlandi í annað­kvøld, verður Tórur Ras­mus­sen við aftur sum bólt­drong­ur. Sambært regl­ u­num er ikki loyvt bólt­ dreingj­um at fara út á vøllin at spyrja um eitt nú autograf ella troyggju, men ungi Zlatan fjepparin ætlar sær at gera enn eina roynd at fáa eina troyggju týskvøldið. - Eg haldi, at eg fari at hyggja eftir, hvør klárar seg best í dystinum og hevur bes­ta teknikkin, og so fari eg at spyrja viðkomandi um troyggju­na, sigur ein ovur­ feg­in Tórur Rasmussen. Størsta løtan í lívinum - Eg kundi ikki verið glaðari. Hetta er tað størsta, eg nakrantíð havi upplivað. Soleiðis sigur 12 ára gamli Tórur Rasmussen, sum fríggjakvøldið fekk shortsið hjá víðagitna fótbóltsspælaranum, Zlatan Ibrahimovic Tórur Rasmussen hevur verið nevndur í fleiri útlendskum fjølmiðlum, eftir at Zlatan fríggjakvøldið gav honum shortsið Mynd: Álvur Haraldsen