mánadagur 15. oktober 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein teirra, sum undirhelt
í hølunum hjá føroysku
fólkatingslimunum
á
Mentanarnáttini var Høgni
Lisberg, sum fyri stuttum
gav út fløguna Con Man.
Høgni hevur fingið sera góð
ummæli í Føroyum, men enn
hevur fløgan ikki gjørt seg
galdandi í umheiminum.
-
Tað
hevur
ófatiliga
stóran týdning fyri meg,
at føroyingar hava tikið so
væl ímóti fløguni. Tað gevur
mær orku til at halda fram
við mínum virksemi, greiður
Høgni Lisberg frá.
Tó so slær hann fast, at
viðvindurin út Føroyum ikki
ávirkar, hvussu danir ella
onnur síggja fløguna.
- Tað tykist mær mest
sum,
at
danir
og
mín
tónleikur ikki hóska saman.
Mín fyrra fløga slóð ikki í
gjøgnum í Danmark, og tað
sær út til, at tann nýggja
heldur ikki passar saman við
dønum, sigur Høgni Lisberg.
Løgið men hugnaligt
at spæla
Fríggjakvøldið spældi Høgni
Lisberg og bólkur hansara til
Mentanarnáttina, og hóast
Høgni hevur spælt sera
nógvar konsertir, so var tað
nakað serstakt, at framføra á
Christiansborg.
- Eg var rættiliga nervøs
áðrenn, og í veruleikanum
meira enn vanligt er, tí eg
visti ikki hvat eg skuldi
vænta. Men tað gekk fínt og
gjørdist sera hugnaligt, sigur
Høgni Lisberg.
Stuðulin úr Føroyum
ómetaliga stóran týdning
Fríggjakvøldið var Mentanarnátt í
Keypmannahavn, og eins og vanligt er,
bjóðaðu føroysku fólkatingslimirnir til
føroyskan hugna á Christiansborg
Sjúrður Skaale og Ed
mund Joensen høvdu báð
ir skipað fyri, og á skránni
var eitt nú landsdysturin
millum Føroyar og Svø
ríki, laksur frá Luna og
tónleikur frá Una Debess,
Høgna Lisberg og Mpiri.
Her eru nakrar myndir
og nøkur orð frá Mentan
arnáttini 2012.
Mentanarnátt í
Keypmannahavn
Spenningurin var øgiligur tá ið Føroyar eina løtu vóru á odda móti Svøríki
Borðreitt var við Hidden Fjord laksi,
sum var sera væl umtókur
Uni Debess framførdi á
Christiansborg við sínum
víðagitnu bluestónum