Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið Mentanarnáttin er a skránni, so hava fólk eisini møguleika fyri at spyrja fólkatingslimirnir um eitt hvørt, sum tey vilja vita. Edmund Joensen greiður frá, at tey, sum komu til hansara, vildu í stóran mun frætta um Ráðgevingina í Keypmannahavn. Hvat fer at henda við Ráð­gevingini? Hend­an spurn­ingin fekk Ed­mund Joen­sen fleiri ferð­ir fríggja­ kvøldið á Christians­borg. Hann vísur á, at áhugin fyri Ráðgevingini tykist vera stórur, og fólk vilja vita hvat fer at henda í málinum. - Eitt slíkt kvøld eig­ur at geva fólkið møguleikan at spyrja um tað, sum tey hava hug til. Og nógv tos var sjálvandi á skránni, men tað var eisini nógvur larmur og nógv undirhald, sum fylti nógv, sigur Edmund Joensen. Hann vísur á, at onkur kritiskur spurningur hevur verið inn ímillum, men í høvuðsheitunum vilja fólk vita um eitt nú Ráðgevingina, sum nógv rumbul hevur verið um seinastu tíðina. Føroyskt handilsvindeyga Sera nógv fólk vitjaðu í før­oyska rúminum hetta kvøld­ið. Kvøldið byrjaði við at vísa landsdystin millum Føroyar og Svøríki á stórskíggja, og mong nýttu høvið at hyg­gja at dystinum her. Har­um­ framt var laksurin Hidden Fjord frá Luna at fáa hetta kvøldið. - Eg síggi hetta før­ oyska rúmið sum eitt handilsvindeyga fyri Føroyar. Vit hava víst góðan mat og góðan tónleik, og vónandi kann tað geva størri áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland, sigur Edmund Joensen. Fólk spyrja um Ráðgevingina Hvørja ferð vit fara út í heimin at vísa okkum fram, so er tað føroyska mentanin, sum skal gera hetta. Tað eru listafólkini, tón­leik­ararnir og so fram­ veg­is, sum skulu "branda" Før­oyar, og tá ið hesi skulu spar­a­st burtur í einki, so áttu tey at sagt nei. Tað held­ur Sjúrður Skaale, fólka­tings­maður. Hann sigur, at fleiri spurdu hann fríggja­kvøld­ ið um stuðulin til Mentan­ ar­grunnin, sum nú fær munandi minni frá landi­ num. - Fólk hava sagt við meg, at tey eru so hørm um, at ta, sum føroyingar altíð vísa fram – nevniliga mentanin – er tað, sum nú skal niðurraðfestast, sigur Sjúrður Skaale. Hann heldur, at listafólk í framtíðini eiga at siga nei til at vera ímyndin av Føroyum, tá ið samgongan velur at spara føroyska samleikan burtur í einki. Nakrar stuttligar viðmerkingar Tað er ikki einans Mentan­ ar­grunnurin, sum hevur áhuga millum fólkini, sum vitjaði Christiansborg frígg­ja­kvøldið. Eisini út­ lend­ing­ar vóru á gátt, og summi teirra førdi fram nøk­ur heldur øðrvísi sjón­ ar­mið. - Eg kvinna spurdi meg hvat eg geri við støðu­na í Sýria, hvat eg geri fyri at fyribyrgja 3. veraldarbardaga, og um eg eru nóg vaksin til mína uppgávu. Eg mátti bara siga sum var, at eg í tí dagliga ikki fáist so nógv við Sýria, men nýti mína orku til viðurskifti, sum hava við Føroyar at gera. Hetta var hon sera vón­ brot­in av, greiður Sjúrður Skaale frá. Hann heldur, at Mentan­ar­náttin heilt av­ gjørt hevur mark­nað­ar­ ført Føroyar á ein jaligan hátt, og at eitt slíkt kvøld kann føra við sær, at fleiri út­lend­ingar velja at ferðast til Føroya. Útisetar hugsa um stuðulin til mentanina Tað eru allarhelst ikki nógv, sum ikki hava hoyrt um kór­ið Mpiri. Kórið hevur sein­as­tu árini veruliga gjørt vart við seg, og tað gjørdu tey aftur í fríggjakvøldið, tá ið tey framførdi á Christians­borg í samband við Mentan­ar­ nátt­ina í Keyp­man­na­havn. Umframt eina ørgrynnu av føroyskum áhoyrarum, vóru eisini kend donsk and­lit at síggja í føroyska rúmi­num. Eitt nú Johanne Schmidt Nielsen og Lars Bar­foed nýttu høvið at hoyra føroyskar tónar. Bogi Mouritsen og hinir sang­fugl­arnir úr Mpiri komu syngjandi inn í hølið á Christiansborg, og fram­ førdu síðani fleiri løg, sum vóru sera væl móttikin. - Vit royna at velja løg, sum hóska seg til tey ymsu tiltøkini, og tí fram­førdu vit fleiri føroysk, norð­ur­ lendsk og donsk løg, greið­ ur Bogi Mouritsen frá. Mpiri er eitt lítið kamars­kór, sum hugsar sera nógv um ”klangin”. Í kórinum eru einans føroyingar. Bogi Mouri­t­sen greiður frá, at kór­ið hevur eina upp­tøku­roynd, sum áhugaði skulu í gjøgnum, um tey vilja syngja í Mpiri. - Vit vilja fegin vera eitt lítið kór, men øll eru væl­ kom­in at royna seg, sigur Bogi Mouritsen. Mpiri hevur júst fingið ein nýggjan kórleiðara, og tí fara tey í vetur at nýta sína orku uppá at fáa sam­ starv­ið við hann at rigga. Har­um­framt hevur Mpiri nakrar jóla­konsertir á skránni. Mpiri kom syngjandi inn í rúmið