Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var nógv umrøtt í vár, tá Rúni Róin saman við Jacob Baruël Poulsen, Torsten Lod­berg Smed og Christian Skakke­bæk, vóru orsøkin til, at Anders Eldrup fekk sekk­in sum stjóri hjá DONG Energy. Nú eru teir fýra settir at stýra einum milliardagrunni hjá PensionDanmark. Sambært danska blaðnum Børsen fáa teir eina løn at býta sínámillum áljóðandi 30 milliónir um árið. Men sam­ bært sama blaðnum er hetta ikki serliga høg løn í fíggjar­ heiminum. Vanliga liggur lønin á tí tví­falda innan líknandi størv í fíggjarheiminum, skrivar Børsen. PensionDanmark skal gjalda minst 0,5% av íløgun­ um í lønum um árið, og tað svarar til 30 milliónir av teim­um seks milliardunum, sum skulu leggjast í ymsar fyritøkur og partabrøv. Vanligt er, at tílík størv verða lønt við einum fimta­ parti av avkastinum om­an fyri tey fyrstu átta pro­sent­ ini. Tískil liggur lønin hjá teimum fýra væl undir tí vanliga, hóast 7,5 milliónir í grundløn um árið ikki er at kimsa at. Forstjórin í PensionDan­ mark er eisini skjótur at vísa á, at felagið í veruleikanum er sloppið bíliga í mun til van­liga lønarstigan á markn­ að­inum. Bonusavtala – Stjóralønirnar til leiðsluna í grunninum er fastsett út frá einum avtalaðum fíggj­ ar­karmi, ið inniber løn til starvsfólkið, húsaleigu, ferða­útreiðslur umframt fasta løn til teir fýra. Harvið verða út­reiðsl­urnar mun­andi lægri enn tað, ið er van­ligt í líknandi grunnum. Veru­ ligu útreiðslurnar liggja væl undir 0,5%, sigur Torben Möger Pedersen sambært Bør­sen. Aftrat teimum føstu 30 milliónunum um árið kem­ ur so ein bonus avtala, sum kortini verður hildin loyni­ lig. Tær seks milliardirnar í grunninum skulu setast sum íløgur umvegis felagið Copenhagen Infrastructure Partners, ið er stovnað til endamálið. Teir fýra skulu so gera av, hvar íløgurnar skulu pla­ser­ ast, og ein bonus­skip­an, ið vanliga er 0,5% av av­kast­ in­um eftir fyrstu átta pro­ sent­ini, ger so av endaligu lønina. Sambært Børsen liggur lønin til tílíkar leiðarar á tí tvífalda, og tað er forstjórin hjá PensionDanmark eisini skjótur at vísa á. Ætlanin er, at Copen­hag­ en Infrastructure Part­ners komandi fimm árini skal gera íløgur í infrakervi á 12 milliardir krónur. At tað júst gjørdust teir fýra kemst av, at pensións­ felagið hevur góðar royndir við samstarvi við teir fýra. – Talan er um sera kom­ pe­tentar menn. Vit gleða okkum tí til samstarvið við teir fýra, og vit eru sannførd um, at teir fara at tryggja okkum eitt gott avkast, sigur Torben Möger Pedersen við Børsen. Rúni Róin stýrir milliardagrunni Saman við hinum trimum gullfuglunum, sum danskir miðlar kalla teir, skal Rúni Róin stýra einum íleggingargrunni hjá PensionDanmark, ið hevur seks milliardir í fæi Føroyski Rúni Bro Róin skal saman við hinum trimum starvsfeløgunum í Dong Energy stýra einum milliarda íleggjaragrunni Leo Poulsen Donsku bankarnir skúma róman við støð­ ugt at skrúva rentuna upp og revsa heilt van­ ligar kundar, sum rinda síni avdrøg og rentur til tíðina. Tað skriva donsk bløð í dag. Gjøgnum seinastu árini hava danskir bank­ ar ferð eftir ferð hækkað rentuna og harvið kravt fleiri pengar frá kundunum, alt meðan bankarnir sjálvir kunnu lána til eina væl lægri rentu. Við at gjøgnumganga hálvárs roknskapirnar hjá 15 teimum størstu bankunum sæst, at teir samlað hava forvunnið meira enn hálvaaðru milliard seks teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Tað eru serliga Danske Bank, Jyske Bank og Spar Nord, ið hava gjørt sær dælt av rentuhækkingunum. Tað ber stutt sagt ikki til, at bankarnir hækka rentuna, hvørja ferð Tjóð­bankin lækkar hana. Tað er okkurt heilt galið við rentupolitikkinum hjá bankunum, sigur Mette Reissmann frá Sosialdemokratunum, sum millum annað er kend frá sjónvarpsrøðini »Luksusfælden«. Samlað sæð við­føra nógvu rentu­hækking­ ar­nar, at bankarnir hava fing­ið seks prosent fleiri rentukrónur í kass­an eftir hálvum ári við at hækka rentuna, hóast út­lánini í sama tíðar­ skeiði eru lækkað trý pro­sent. Tað merkir, at bank­ ar­nir forvinna fleiri milli­ardir eyka hóast teir lána færri pengar út til kundar sínar. Hesar eyka inntøk­ ur­nar fáa fleiri fólk at rysta við høvdinum. – Tað er eingin ivi um, at bankarnir skora upp á fíggjarkreppuna. Teir kunnu lána pening bíliga, samstundis sum teir hækka rentuna hjá vanligum kundum, sigur Morten Bruun Pedersen, búskaparfrøðingur í Brúkararáðnum. Niels Storm Sten­bæk, leiðandi bú­skapar­frøð­ ingur í Fíggj­ar­ráðnum, sum um­boðar allar dansk­ar bank­ar, verjir talríki rentu­hækk­ingar­ nar. – Ein partur av av­ lop­inum fæst við rentu­ marginalinum. Men tað skal so síggjast í ljós­ inum av, at bankarnir samstundis uppliva lægri útlán og niðurskrivingar, sum toga mótsattan veg. Bankasektorurin má polstra seg fyri at liva upp til herdu krøvini frá myndugleikunum. Tey koma frá EU, og tað mugu vit rætta okkum eftir, sigur hann. Bankar vinna milliardir av rentu­hækkan Størstu bankarnir hava eftir bara hálvum ári vunnið hálva­ aðru millliard av rentuhækkan Donsku bankarnir skúma róman av rentuhækkingunum