mánadagur 15. oktober 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Norskir
granskarar
eru
komnir eftir, at sonevndir
betablokkar, sum er heili
vágur, ið verður brúktur
ímóti ov høgum blóðtrýsti
og hjartatrupulleikum, kun
nu hjálpa teimum, sum líða
av krabbameini í bløðru
hálskertlinum - og kanska
eisini øðrum krabbameini.
- Sjúklingar við krabba
meini í bløðruhálskertli
num verða ikki frískir av
at brúka betablokkar, men
teir kunnu liva longri ella
halda sjúkuni niðri, sigur
professarin Kristin Austlid
Taskén, sum var stigtakari
til kanningarnar, við norska
kringvarpið.
Í kanningunum hava
teir
norsku
granskarar
nir kannað og samanborið
upplýsingar frá 6.615 mon
num við skrásetingar hjá
Krabbameinsskrásetingini
og teirri skrásetingini, sum
staðfestir, hvørjum fólk eru
deyð av. Granskararnir skrá
settu, hvørjir menn høvdu
krabbamein í bløðruháls
kertlinum, hvønn heilivág
teir brúktu, og hvussu teir
høvdu tað.
Kanningarnar vóru á
ein hátt framhald av einari
kanning, sum bleiv gjørd
í Oslo í 1970-árunum, tá
granskarar royndu at skrá
seta orsøkirnar til trupul
leikar við hjartanum og
blóðrenslinum. Men gransk
ararnir kannaðu ikki, um
betablokkar høvdu nakra
ávirkan á vandan fyri at
doyggja av krabbameini
í
bløðruhálskertlinum,
og
hetta
settu
Kristin Austlid Taskén og
hennara granskarar sær nú
fyri at kanna.
Kann forða breiðingini
Vanliga verða sjúklingar
við krabbameini í bløðru
hálskertlinum
viðgjørdir
við skurðviðgerð, strálum,
hormonviðgerð
ella
kyknueitran,
samstundis
sum
fylgt
verður
við
sjúklinginum og sjúkuni. Í
teimum norsku kanning
unum vísti tað seg, at sjúk
lingar, sum vóru í hormon
viðgerð, fingu tann størsta
ágóðan av betablokkum.
Granskararnir kannaðu
35 sjúklingar, sum gingu
til hormonviðgerð, og sum
brúktu
betablokkar,
og
gongdin hjá teimum bleiv so
samanborin við gongdina
hjá 228 sjúklingum, sum
eisini gingu til hormonvið
gerð, men sum ikki brúktu
betablokkar. Munurin var
týðiligur. Tí samanberingin
vísti, at av teimum, sum
brúktu betablokkar, doyðu
85 prosent færri enn av
teimum, sum ikki brúktu
teir.
- Kanningarnar eru ikki
nóg umfatandi, til at vit
kunnu siga sum niðurstøðu,
at blóðtrýstheilivágur og
aðrir betablokkar virka við
vissu. Men okkara tøl vísa, at
28 prosent av sjúklingunum
við bløðruhálskrabba, sum
fingu
hormonviðgerð,
doyðu av sjúkuni. Av teim
um,
sum
høvdu
brúkt
betablokkar
umframt
hormonviðgerðina, doyðu
bara níggju prosent, sigur
granskarin Helene Hartvedt
Grytli við NRK.
- Í dag er eingin lekj
andi viðgerð fyri ágang
andi krabbamein í bløðru
h á l s ke r t l i nu m ,
men tað er mælt
til
at
brúka
be tab l o k ka r
til
at
forða
sjúkuni
at
breiða seg, tí
tað er tað,
sum
teir
f l e s t u
sjúklingarnir doyggja av,
leggur
Kristin
Austlid
Taskén afturat.
Færri tilburðir
Krabbamein í bløðruháls
kertlinum er tann krabba
meinssjúkan, sum flestir
menn í Noregi fáa, og tølini
hjá
Krabbameinsskráset
ingini vísa, at í 2010 fingu
4.210 menn staðfest sjúku
na. Hinvegin er tað jaliga
hent, at tey seinastu trý
árini eru munandi færri
tilburðir
staðfestir,
men
granskarar duga ikki rætti
liga at siga, hví so er.
Teir ásanna kortini, at
orsøkin kann vera tann ein
falda, at færri royndir eru
tiknar tey seinastu trý árini,
og at tølini tí eru tað minni í
hagtølunum.
Ein onnur frágreiðing
kann
sambært
Krabba
meinsskrásetingini vera, at
í 2007 staðfestu læknarnir
nógvar tilburðir, sum høvdu
blivið
staðfestir
seinni,
ella sum kanska ongantíð
høvdu komið undan kavi.
At so nógvir tilburðir vórðu
staðfestir tá kann vera ein
orsøk til, at talið hevur verið
minkandi tey seinastu árini,
sigur skrásetingin.
Ískoyti til krabba
meinssjúklingar
Hóast tær rættiliga greiðu
ábendingarnar
tora
teir
norsku granskararnir ikki
at gera ta niðurstøðu, at
sjúklingar við krabbameini
í bløðruhálskertlinum eiga
at fáa blóðtrýstheilivág
ella
aðrar
betablokkar.
Hinvegin siga teir, at váðin
ella vandin við at lata
sjúklingarnar taka tílíkan
heilivág er lítil.
-
Betablokkar
eru
bíligur heilivágur, sum tey
flestu tola, og hjáárinini
eru fá, og sjúklingar við
krabbameini
í
bløðru
hálskertlinum
kunnu
brúka hann sum eitt slag
av ískoytisheilivági, sigur
Grytli við NRK.
Teir
norsku
gransk
ararnir
mæla
til
fleiri
kanningar
fyri
at
fáa
fullkomna greiði á, um
betablokkar
hava
eina
jaliga ávirkan á sjúklingar
við krabbameini í bløðru
hálskertlinum. Teir hava
longu fyrireikað seg til at
fara undir eina kanning
afturat, og tá er ætlanin at
fáa staðfest, í hvørjum sam
bandi betablokkar geva tað
besta úrslitið. Eitt nú siga
teir tað vera áhugavert at
fáa at vita, um tað bara
ber til at fáa gagn av beta
blokkum saman við hor
monviðgerð, ella um teir
gera mun, sama hvat annað
verður gjørt.
- Og hvør veit? Kanska fer
tað at vísa seg, at eisini aðrir
krabbameinssjúklingar
kunnu fáa gagn av at taka
blóðtrýstheilivág og aðrar
betablokkar, sigur Kristin
Austlid Taskén við norska
kringvarpið.
Blóðtrýstheilivágur kann
hjálpa ímóti bløðruhálskrabba
Ein nýggj kanning vísir, at vandin fyri at doyggja av krabbameini í bløðruhálskertlinum
kann vera upp til 85 prosent minni, um fólk taka heilivág ímóti ov høgum blóðtrýsti
Krabbamein í
bløðruhálskertlinum
(prostatakrabbi)
Krabbamein í bløðruhálskertlinum er tað mest
vanliga slagið av krabbameini, sum menn fáa.
Bløðuhálskertilin (prostata) er eins og ein
ringur og liggur rundan um tann innasta partin av
landrørinum beint undir bløðruni.
Kertilin framleiðir sáðvætu og ger, at
sáðkyknurnar kunnu førast fram.
Sjúkueyðkenni:
Vanliga eru eingi sjúkueyðkenni ta fyrstu tíðina.
Tey koma vanliga ikki, fyrr enn krabbasvullurin
veksur og breiðir seg.
Veksur krabbasvullurin, kann tað elva til
trupulleikar við at lata vatnið. Menn noyðast oftari
á vc, og ólag kann koma á vatnlatingina.
Krabbamein í bløðruhálskertlinum kann eisini
elva til pínu í sambandi við avgongu, tí at svullurin
kann forða sáðnum at sleppa vegin fram.
Krabbamein í bløðruhálskertlinum kann breiða
seg til beinagrindina. Hetta kann geva nógva
pínu, og ein kann kenna seg stívan í rygginum
og beinunum. Sjúkan kann eisini elva til brot á
beinagrindina.
Kelda: Norska Helsebiblioteket
Sjúklingar við krabbameini í bløðruhálskertlinum, og sum fáa hormonviðgerð, kunnu
fáa gagn av blóðtrýstheilivági og øðrum sokallaðum betablokkum, tí teir kunnu forða
fyri, at sjúkan breiðir seg og harvið minka vandan fyri, at sjúklingurin doyr av sjúkuni
Mynd: NRK
Ætlanin er at gera fleiri kanningar, og kanska fer tann
næsta at vísa, at heilivágur til blóðtrýstið eisini kann
gagna sjúklingum við øðrum krabbamneinssjúkum
enn krabbameini í bløðruhálskertlinum
Mynd: Sosialurin