Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Allar gøtur føra til høvuðsstaðin! Andrea Heindriksdóttir Náttúran er beint uttan fyri gluggan hjá okkum, ið bú­ leikast í Føroyum. Hetta er forkunnugt og ein møguleiki, vit áttu at givið størri ans. Rørsla er góð fyri heils­ una, einki nýtt er í tí. Grikski læknin Hippokrates sum livdi uml. ár 400 fyri føðing Krists, segði kendu orðini : ein gongutúrur er besti heili­ vágur! Hesi orð eru líka við­kom­ andi í dag sum tá tey vórðu søgd. Tá vit summar sum vetur fara úr heitu stovuni út at ganga, renna og/ella bara njóta ríkidømið, eiga vit at hava alskyns møguleikar at velja í. Gøturnar kring Havnina eru nógvar at fara, og hvør einasta hevur nakað serstakt at bjóða. Hóast nógv er gjørt á hesum økinum hiðartil, eigur arbeiðið at halda fram, og har rokkið ikki er heilt á mál, skal arbeiði gerast liðugt. Onnur avbjóðingin er so at fríðka um hesar gøtur, merkja tær, so lætt er at finna vegin, eisini hjá teimum sum ikki eru staðkend. Hetta er eisini eitt gylt høvið at gera smá frípláss við gøturnar har høvi skal vera at seta seg niður, taka sær av løttum og njóta náttúruna. Ferðavinnan skal sjálvsagt eisini fáa ágóðan av hesum gøtum og økjum, tí skal kunning og kunnandi tilfar fáast til vega so ferðafólk lætt­liga hava møguleika at finna gøturnar og ganga tær. Royndir aðrastaðni vísa, at til ber á sera hegnisligan hátt at merkja gøtur og tað ber sjálvandi eisini til hjá okk­um. Tað sum skal til er: • At fríðka um gøturnar, og bøta um tær, har tað er neyðugt • At merkja gøturnar, møgu­ liga við litaðum steyrum so tær eru tryggar at ganga • At kunna um ymsu gøtur­ nar á atkomuligum staði, so lætt er at finna tær Sjøtul er í seinasta valskeiði settur á at menna arbeiðið við at gera gøtur kring høv­ uðs­staðin, og hettar til mikla gleði fyri borgararnar í komm­ununi. Hettar arbeiðið eig­ur sjálvandi at halda fram, so vit av sonnum kunnu siga, at allar gøtur føra til høv­uðs­ staðin! Nólsoyingar skulu hava svimjihyl nú eftir Levi Mørk vallevni á lista C til kommunuvalið Nógv er hent í Nólsoy síð­ ani samanleggingina við Tórshavnar Kommunu, og flestu nólsoyingar eru glaðir fyri samanleggingina. Men fleiri mál eru eftir at røkka – t.d. er tann leingi væntaði svimjihylurin ikki komin enn. Hetta fer undirritaði at gera nakað við, verið eg afturvaldur Hóast Nólsoyar kommuna var væl fyri fíggjarliga fyri átta árum síðani, valdu nóls­ oyingar at leggja saman við Havnini, tí teir sóu fyrimunir av at vera við í eini størri eind. Í Nólsoy er eisini hent nógv: Har er komin nýggjur barnagarður, barna- og ung­ dómshús, ein nýggjur gras­ líkis­vøllur, reint vatn og kloakk­skipan. Grótkastið er útbygt, so stór bilferja kundi setast í rutu millum Havnina og Nólsoynna. Trygdin er betri, nú lokala sløkkiliðið er útbygt við brandbili m.a. Ein kunningarstova við café er komin í bygdini, har ferða­ vinnan í oynni verður sam­ skipað. Ein mentað oyggj Ovmikið er hjá nólsoyingum at vera ernir av. Teir hava gjørt vart við seg í mentanar­ lív­inum í Føroyum bæði so og so. Føroyska sang- og kvæðamentanin livir sera væl í Nólsoy. Nógvir nóls­oy­ ingar hava listarligar gávur. Teir duga væl at gera løg, at dansa, syngja og kvøða, at spæla sjónleik og at skriva, yrkja og at siga frá søgum. Harumframt verður nógvur ítróttur íðkaður, m.a. stendur kappróðurin sterkt. Nólsoyggin hevur nógv at bjóða bæði til nólsoyingar sjálvar og til vitjandi á hesi vøkru og spennandi oyggj. Nógv vitja tí oynna - ikki minst skúlar og barnagarðar - og fólk vísa áhuga fyri at sleppa at seta búgv úti í Nólsoy. Nýggj grundøki eru eisini komin, tó at tað tíverri tykist torført hjá fólki at fáa fígging til hetta frá bankunum. Hetta er spell, tí grundarlagið fyri trivnað í Nólsoy er sera gott. Mentan, vísind og arbeiðið í bygdini ganga hond í hond og gera, at felagslívið í bygdini er sera fjøltáttað. Hartil hava nóls­oyingar ein serligan sam­ leika, og ættarkenslan hjá teim­um, ið hava ættarbond til Nólsoyar, er sterk. Ynskið hjá Ove skal uppfyllast Nólsoyingar kunnu ikki minst vera ernir av "Ova­ stevn­uni", sum hevur navnið eftir navnframa nóls­oy­ingin Ova Joensen, ið gjørdi mikla bragdið at rógva einsa­mall­ur við bátinum Dianu Victoriu heilar 720 fjórðingar úr Før­ oy­um til Keyp­manna­havnar uppá bert 42 sam­døgur. Ove setti sær sum mál, at hann vildi royna at fremja okkurt virðismikið fyri heimbygd sína. Kom hann fram í øllum góðum, vildi hann syrgja fyri, at ein svimjihylur skuldi verða gjørdur til børnini í Nólsoy, so tey kundu læra at svimja. Tí verður Ovastevnan hildin á hvørjum ári fyri at útvega pening, so lyftið hjá Ova kann fullførast. Ove Joensen gjørdi sítt bragd á sumri í 1986, men enn er eingin svimjihylur kom­in, tí stevnan í sær sjálv­ um gevur ikki nóg mikið til at fíggja verkætlanina. Her mugu størri tøk til. Tað eydnaðist at gera ein svimji­ hyl í Hesti, sum eisini er partur av Tórshavnar Komm­ unu, so tað skal eisini kunna lata seg gera í Nólsoy. Um nakar er, sum dugir at fáa avleiddar fyrimunur og framíhjávinning burtur úr einum slíkum hyli, so eri eg vísur í, at tað duga nóls­ oyingar, soleiðis at svimji­hyl­ urin ikki bara verður til gleði fyri børnini í Nólsoy, men eisini gerst ein væl umtókt attrak­tión, sum fær nógv fleiri vitjandi – føroyingar so væl sum útlendingar – til oynna at njóta av øllum tí góða, sum Nólsoyggin hevur at bjóða. Sjálvur eri eg tí sannførdur um, at svimji­hyl­ urin kann tjena seg lut­fals­ liga skjótt innaftur. Gongur tú inn fyri, at nóls­oyingar skulu fáa sín svimji­hyl, so set krossin við Levi Mørk á lista C til komm­ unuvalið. Møguleikarnir hjá ung­ um familjum í Tórs­havn­ ar Kommunu at seta seg í búgv eru slettis ikki nøkt­andi. Higartil kunnu familj­ur í besta lagi ogna sær 200 fermetrar til byggilendi fyri hálva millión kr í Hoyvíks­hag­ anum. Sjálvsagt er tað gott at búleikast í Hoy­víks­ haganum, men tað er langt frá nøktandi, sum einasta møguleiki í komm­ununi. Hesar avmarkandi umstøðurnar eru helst ein orsøk til fráflytingina úr kommununi. Truplu umstøðurnar í Havn at seta føtur und­ir egið borð eru kvana verri í bygdunum í kommununi. Flestu ungu ella tilflytarar í bygd­unum hava ongar møgu­leikar at byggja nýtt, ynskja tey tað. Her má vend koma í. Tað skal framyvir stykkjast út í allari komm­ununi, har tað er gjørligt hjá øllum sum ynskja tað, at ogna sær grundøki at byggja á. Grundøki til øll Tí skal tað vera eitt aðal­ mál komandi býráðssetu, at kommunan tryggjar, at grundøki skulu vera tøk til øll sum ynskja tað í bygdunum í komm­un­ uni. Í Kollafirði er nógv byggilendi, har útstykk­ ingar kunnu gerast. Burtursæð frá onkr­ari hendinga set­ húsa­bygging, har ein­ stak­lingar hava átt initiativið, so hevur sitandi býráðsmeirluti í 8 ár ikki havt nakran líkinda bústaðarpolitikk fyri kollfirðingar. Og úrslitið gevur seg sjálvt. Ungu barna­ familjurnar mugu flyta aðrastaðni, skulu tær hava tak yvir høvdið. Við einum sterkum Fólkaflokki í komandi býráðsmeirlutanum, vil eg arbeiða fyri at tað aftur gerst møguligt at seta búgv í Kollafirði. At byggja sítt egna ein sjálvfylgja! Vagnur Johannesen Býráðslimur fyri Fólkaflokkin