mánadagur 15. oktober 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2
Heri Simonsen, klumma
Undirritaði, sum er ein stórur
svøríkis-vinur við nógvum góð
um minnum úr Svøríki gleddi
seg nógv til vitjanina hjá tí
svenska fótbóltslandsliðnum.
Dagin fyri dystin fekk eg
eisini orðið á Erik Hamrén,
landsliðsvenjara,
sum
var
sera fryntligur, og vísti hann
stóra virðing fyri tí føroyska
liðnum.
Sjálvur
dysturin
millum Føroyar og Svøríki
gjørdist eisini ein stór leiklig
uppliving,
har
vit
sluppu
at uppliva eitt føroyskt lið,
sum spældi upp til sítt besta,
umframt, at vit upplivdu at
síggja Zlatan Ibrahimovic vísa
nakrar av sínum framúrskar
andi dygdum, sum fótbólts
spælari. Alt var ein góð og
jalig uppliving til summir av
teimum svensku spælarunum,
og
landsliðsvenjarin
lótu
munnin upp, aftaná loknan
dyst, og byrjaðu at grenja um
graslíkisundirlagið á Tórsvølli.
7 av 16 liðum
hava graslíki
Heimsstjørnan, Zlatan sum
ikki vísti seg at hava nakrar
trupuleikar í dystinum við at
skjóta brandskot, og at leggja
upp til mál og skjóta mál, brúkti
mestu
tíðina
frammanfyri
fjølmiðlafólkunum í »Mixed
Zone« at grenja um undirlagið
á Tórsvølli. Enntá tann fitti,
sympatiski
og
blíði
Erik
Hamrén byrjaði eisini at skylda
uppá undirlagið.
Oddafiskarnir í svenska
landsliðshópinum søgdu við ein
munn, at tað skuldi ikki verið
loyvt at havt ein heimavøll
í altjóða kappingum, sum
hevur eitt graslíkisundirlag.
Stinkandi
duppultmoralur!
Sjey feløg í tí bestu svensku
fótbóltsdeildini, Allsvenskan
hava graslíkið sum undirlag.
Feløgini, sum hava gras
líkisvallir
í
allsvenskuni
eru Elfsborg, Gefle IF, GIF
Sundsvall, IFK Norrköping,
Syrianska FC, Åtvidabergs FF
og Örebro SK. Um vit skulu
fylgja logikkinum hjá Zlatan
og Hamrén, so skal besta
svenska fótbóltsdeildin skerast
niður frá 16 liðum, og niður í 9
lið, tí 7 av teimum 16 liðunum í
Allsvenskuni hava graslíki, sum
undirlag. Og neyðars Elfsborg,
sum er á odda í Allsvenskuni,
og liggur til at vinna svenska
meistaraheiti.
Teirra heimavøllur hevur jú
graslíki, sum undirlag, og skal
ein taka Zlatan uppá orðið, so
eiga teir ikki at sleppa at spæla
nakran dyst aftrat á heimavølli
í Borås.
Miljóningar á graslíki
Kim Källström, Rasmus Elm og
Pontus Wernbloom hava valt
at spæla í tí russisku liguni,
har øll fótbóltsfeløg hava skift
gomlu runudíkis-vallirnar út
við góðar graslíkisvallir.
Tað gevur jú nógvar miljónir
at spæla á graslíki í tí bestu
russisku fótbóltsdeildini. Tá er
tað jú heimsins besta undirlag,
tí tá tjenar ein feitt uppá tað.
Ein skal bara ikki spæla á
útivølli við tí svenska landslið
num í Føroyum og í Kasakstan
á graslíki. Men allir útidystir-
og heimadystir á graslíki í tí
bestu russisku deildini má ein
liva við, og liva av. Við nógvum
russiskum rublum hevur ein
ráð at verða duppultmoralskur,
tá tað kemur til undirlagið.
Heja Sverige, bara inte på
konstgräs!
heris@sosialurin.fo
Svenskur
graslíkis
duppult
moralur
Zlatan legði á Fróða
Fótbóltur Føroyski landsliðsliðskiparin fann seg
ikki í, at Zlatan Ibrahimovic sló eftir honum. Tað
endaði við, at svenska superstjørnan legði eftir
Fróða Benjaminsen, tá hesir fóru til hálvleiks
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað byrjar ein lítlan minutt fyri
hálvleik. Støðan er 0-0 og tað
dámar einki svensku leikarunum.
Pontus Wernblom er alt ov seinur
í eina takling við Hall Hansson, og
fær gult kort.
Tá frísparkið verður sent innfyri
fær Fróði Benjaminsen eitt slag frá
Zlatan Ibrahimovic. Í sekundunum
eftir bríkslar dómarin fyri seinastu
ferð.
Føroyski liðskiparin finnur seg
ikki gerðini hjá svenska framherj
anum.
– Hann knallar albogan í gronina
á mær uttan nakra sum helst orsøk.
Eg spyrji hann so hvat meiningin
er við tí. Aftursvarið hjá honum er
bara hvussu nógvar pengar hann
tjenar afturímóti okkum og at vit
eru eitt null, sigur ein argur Fróði
Benjaminsen eftir dystin.
– Allir fótbóltsleikarar hava
uppiborið at verða behandlaðir
eins, líkamikið hvørjum felagið teir
spæla við og hvørjum landsliðið teir
spæla við. Ongin hevur rætt til at
tosa niður á ein annan, men vit eru
eftir hondini vanir við, at onnur
ikki virða okkum, so tað er einki
nýtt, sigur Fróði Benjaminsen.
Fleiri
vitni
sum
Sosialurin
hevur tosað við vátta, at Zlatan
Ibrahimovic legði hond á Fróða,
tá teir komu inn í FSF húsið í hálv
leikinum. Tað er eitt sindur óvist
um talan var um beinleiðis slag,
ella um Zlatan trýsti hondina niður
herðarnar á Fróða.
Sum skilst kom ein av hjálpar
dómarunum í millum og fekk
steðga liðskiparunum baðum at
fara til hendurs.
Fróði sjálvur sigur, at teir ongan
tíð komu til hendurs.
– Vit bardust ikki. Eg eri ikki
áhugaður í at berjast við Zlatan, tí
hann er ikki verdur tað. Eg fortaldi
honum hvat eg haldi um hann,
sigur Fróði um støðuna.
Fróði var heldur ikki bangin fyri
at siga sína hjartansmeining um
svenska liðskiparan.
– Mær dámar hann ikki. Hann er
arogantur og vil bara vísa seg. Hann
tosar bara um seg sjálvan og spælir
eitt skitið spæl, sigur Fróði.
Fróði
Benjaminsen
hevur
mangan verið í tvídysti við stórar
stjørnur í landsliðsørindum. Ein
tann minniligasti dysturin í før
oyskari søgu er tann í Hannover í
2002. Tá taptu okkara 2-1 og Fróði
Benjaminsen fekk øði í týsku stjørn
una, Michael Ballack. Spurningurin
er so um tað er av tilvild, at tað er
Fróða, at Zlatan ger seg inn á.
– Nei, tað var av tilvild at tað
var eg. Hann gjørdi tað eisini móti
fleiri av hinum leikarunum og tað
hevur hann ongan rætt til, leggur
miðvallarin afturat.
Fróði var eisini vónbrotin av
at standa eftir við ongum, tá alt
samanumkom.
– Tað er keðiligt at standa eftir
við ongum. Vit spæla bóltin væl
í fyrra hálvleiki og halda teimum
burtur frá møguleikum. Eg trúði
allatíð upp á at vit kundu vinna
dystin. Tá vit so fáa málið, so hugs
aði eg at hetta var málið, ið fór at
vinna okkum dystin, sigur Fróði
Benjaminsen at enda.
Tað kann gott vera, at Zlatan
Ibrahimovic ikki finnur seg í
nógvum, men Fróði Benjaminsen
finnur seg so slett ikki í nøkrum!
Liðskipararnir, Zlatan Ibrahimovic og Fróði Benjaminsen
Mynd: Álvur Haraldsen