mánadagur 15. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið føroyar - írland upptakt
Næsta uppgávan er Írland
Fótbóltur Eftir frálíka avrikið móti Svøríki fríggjakvøldið, so stendur Írland
fyri framman í annaðkvøld. Føroyska landsliðið hevur onkrar smærri snuddir,
meðan írska landsliðið kom til Føroyar við einum 6-1 tapi í bagaguni
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað vóru nakrar troyttir og eymir
føroyskir landsliðsleikarar, sum
vandu á Tórsvølli sunnudagin.
Dysturin fríggjakvøldið er ikki
komin úr beinunum, men tað er
einki óvanligt í tí. Millum teir, sum
sótu uttanfyri partar av venjingini
vóru Súni Olsen, Símun Samuelsen
og Odmar Færø.
Lagið var gott , serliga millum
teir eldru leikararnar, sum vunnu
greiðan sigur á teimum yngru í
innanhýsis dystinum teirra mill
um.
Eru allir menn klárir til týs
kvødið, so verður tað torført hjá
Lars Olsen at gera fleiri broytingar
á liðnum eftir góða avrikið móti
Svøríki. Eisini bleiv 3-0 tapið móti
Týsklandi sett í perspektiv, tá
Írlandi tapti ikki minni enn 6-1 á
heimavølli fyri sama týska liðnum.
Broytingar?
Gunnar Nielsen vandi, so tað er
sannlíkt at hann er førur fyri at
spæla tveir dystir upp á fimm
dagar. Jónas Tór Næs fekk tvær
pentir í yvirmunnin, men vandi
eisini við fullari ferð. Hann mátti
á skaðastovuna at steymast eftir
at hava fingið eitt slag í andlitið í
dystinum.
Pól Jóhannus Justinussen hevði
trupulleikar í uppspælinum móti
Svøríki, men landsliðsvenjarin ar
beiðir við eini loysn, sum gevur
honum ein einfaldan møguleika
í avspælinum, tí tað er ikki sterka
síðan hjá sterka bakkinum. Hann
hevði eisini ávísar trupulleikar
móti Týsklandi, men dysturin móti
Írlandi skuldi gjarna verið akkurát
hansara koppur av te. Írska liðið er
ikki nakað teknist lið, men spælir
nokk so týpiskan bretskan fótbólt
og tað er her at veruliga styrkin hjá
Pól Jóhannusi, nevniliga styrkin,
kemur honum til góðar. Tí vildi tað
verið býtt, at broytt upp á nakað í
verjupartinum.
Á høgra vongi hevur Daniel
Udsen havt sínar trupulleikar, men
tað er eitt sindur ringt at siga um
tað er orsaka av plaseringini sum
høgri vongur, at hann ikki trívist.
Hann hevur fyrr spælt góðar lands
liðsdystir á miðvøllinum. Hann
prógvði eisini í EB/Streymi, at hann
er millum okkara fremstu miðvall
arum, men spurningurin er um
hann í dag spælir á nóg høgum stigi
í triðj bestu deildini í Danmark.
Súni Olsen er nokk størsta navn
ið, sum situr uttanfyri, men hann
tóktist hava trupulleikar við eini
forstrekking til venjingina sunnu
dagin. Her verður eisini torført í
verandi støðu at skumpa Fróða
Benjaminsen, Hallur Hansson ella
Christian Lamhauge Holst av lið
num. Lamhauge maðurin vandi
eisini við fullari ferð og er ikki
darvaður av rygginum, sum annars
hevur argað í eina tíð.
Eru allir menn tøkir og klárir,
so er ilt at ímynda sær meiri enn
kanska eina broyting, um nakra, til
dystin í annaðkvøld.
Írska liðið komið til landið
Írska landsliðið kom til Føroyar í
gjár um fimm tíðina. Teir slikka
sárini eftir 6-1 taptið fyri Týsklandi
á Aviva leikvøllinum í Dublin. Í
Írlandi royna tey at ugga seg við,
at tað ikki eru dystirnir ímóti Týsk
landi, sum verða avgerandi fyri um
Írland fær annað plássið ella ikki.
Tí Týskland kemur helst at vinna
flestu dystirnar alíkavæl og vinna
sær fyrsta plássið.
Tað eru hinvegin dystirnir móti
hinum liðnum í bólkinum, sum
koma at avgera hvør fær annað
plássið.
Hóast 6-1 tapið setur føroyska 3-0
tapið móti Týskland í perspektiv, so
er ikki at gloyma, at Írland hóast alt
á graslíkinum Kasakstan megnaði
at venda einum hóttandi 1-0 tapið
til ein 2-1 sigur í evstu løtu.
– Vit skulu minnast til, at Man
chester City vann 6-1 á Manchester
United, sum vann 8-2 á Arsenal
um somu tíð í Premier League í
fjør. Hatta er fótbóltur, sigur John
O’Shea.
– Um vit vinna á Føroyum, so
hava vit seks stig fyri tríggjar dystir.
So hava vit ein góðan møguleika
fyri at vinna okkum víðari, sigur
John O’Shea víðari.
Tað er framvegis óvist um
framherjin, Robbie Keane, spælir
týskvøldið. Hann er komin til landið
við restina av liðnum, men hevur
drigist við ein skaða í eina tíð.
Eitt annað kent navn, sum er
komið til landið er fyrrverandi
landsliðsvenjarin, írin Brian Kerr.
Hann verður sostatt at síggja til
dystin millum Føroyar og Írland,
sum verður í annaðkvøld klokkan
19.00.
Ikki gera ein Kýpros
Vit hava fyrr brent okkum, tá
sjálvsálitið hevur verið í topp.
Ongantíð meiri enn tá vit í 1992
fingu vitjan av Kýpros. Tey flestu
vóru á einum máli um, at hetta fór
Føroyar at vinna. Tað endaði við at
4.129 áskoðarar fóru vónbrotnir av
Svangaskarði, eftir at Kýpros vann
2-0.
Ja, vit hava fingið eitt gott úrslit
móti Svøríki og avrikið var gott.
Men tað er týdningarmikið at skilja
hví vit fingu eitt so gott úrslit.
Vit vístu svensku leikarunum
tað virðingina teir hava uppiborið
og allir stríddist manniliga við
teimum fortreytum sum vit hava.
Vit spældu eisini góðan fótbólt,
men gjørdu ikki meira við bóltin
enn vit eru mentir ímóti fulltíðar
fótbóltsleikarum.
Tað kann gott vera, at írland
hevur tapt 6-1 fyri kortum. Tað
kann gott vera, at Damien Duff og
Shey Given eru givnir, men tað er
undir ongum umstøðum ein dystur
har vit hava rætt til at undirmeta
mótstøðuna.
Dysturin í annaðkvøld verður í
minsta lagið eins harður, sum tann
móti Svøríki, sjálvt um ongin Zlatan
Ibrahimovic spælir við írska lands
liðnum.
Er avrikið á sama stigi sum
fríggjakvøldið, og tað sigur stong
inn heldur enn alboga út, so er
møguleikin fyri einum uppaftur
betri úrslitið til staðar – men tað
krevur at vit ikki gera ein »Kýpros«
og taka nakað sum helst fyri givið.
trondur@sosialurin.
Írsku landsliðsleikararnir komu til Føroyar í gjár
Myndir: Álvur Haraldsen