Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Alt velst um eyguni, ið síggja, og so man eisini vera við HM-undan­ kappingardystinum millum Føroyar og Svøríki fríggjakvøldið, tá tað við eymk og fret eydnaðist svenskarum at vinna 2-1 og fáa sópað sær trý stig saman ímóti einum føroyskum liði, ið púrt einki stóð aftan fyri tað svenska, ið hinvegin hevði verið rættiliga lítið vert, var tað ikki fyri heims­stjørnuni hjá svenskarum, Zlatan Ibrahimovic. Vit síggja sjálvandi dystin við føroyskum eygum og staðfesta, at verjuspælið var framúrskarandi gott og at tað riggaði øgiliga væl at halda svenskarunum frá at koma til teir stóru møguleikarnar, annað enn nøkur langskot, og hjá okkum rigg­aði væl at fáa fleiri mans fram við, tá vit fóru í álop. Eftir fyrra hálvleik var 0-0 ein rættvís og góð lýsing av støðuni, tí eingin av­ger­ andi møguleiki hevði verið. At vit so í seinna hálvleiki ikki megnaðu at binda fyri og halda fast, tá vit fyrst høvdu lagt okkum á odda, kunnu vit bara harmast um, men vónandi hevur landsliðið í annaðkvøld eina sjúkrasystir tøka, tí tær skulu jú í tí dagliga renna skjót­ari enn læknarnir. Ella sagt við øðrum orðum, at skal nakað seym­ast, sum hjá Jónas Þór Næs fríggjakvøldið, so er hesa ferð at lata eina kvinnu gera tað, so tað ikki tekur meira enn ein minutt… Fæst ikki ein sjúkrasystir til endamálið, fá so eina bóndakonu, tí nú slaktið er fyri, liggur væl fyri við nálini, nú blóðmørsindur verða seymað í hópatali hesar rokaligu heystar­dagarnar! Tvey køld bein Júst støðan, tá Svøríki javnaði til 1-1, var tann ringast hugsandi, tí tá vóru vit í minniluta, eftir at onk­ur – helst óargaungin, Zlatan – hevði givið Jónasi ein alboga í and­litið, so hann mátti fáa pentur, og ta støðuna útnyttaði júst Zlatan til fulnar, tá hann rann fram við verjuni og brádliga vendi sær og sendi ein blindbólt í heimsklassa út í vinstru síðu, har Jónas annars hevði vart í okkara høgrum, um hann var inni. Har kom so júst inn­ skifti Alexander Kacaniklic renn­ andi í júst røttu løtuni og við høgra beini púra kaldur kundi senda bóltin í føroyska málið. Átta minuttir undan hesum vóru tað vit, ið fegnaðust og lyftu armar upp um høvd, tí eftir eitt langt og gott innkast frá Jónasi úr høgru síðu, royndi Jonas Olsson – hann var til minniliga dystin í Lands­ krona á sinni, men mintist bara topp­húgvuna – at skalla bóltin út úr svenska brotsteiginum, men beint til Rógva Baldvinsson, ið hegnisliga tamdi bóltin við sínum »six-pack« og síðani kaldliga sveiggjaði høgra bein og sendi bóltin flatt inn um handaru svensku stongina til 1-0, so Andreas Isaksson ikki fekk hildið málið reint í sínum dysti nummar 100. Eitt perlumál og eitt gott dømi um, hvussu umráðandi tað er hjá okkara monnum, at deybólts­støð­ ur verða brúktar upp á besta máta. Hetta vísti, at sjálvt eitt inn­kast kann gerast vandamikil møgu­leiki, og at minni kann eisini gera tað, enn eitt fríspark á brost­steigar­ markinum. Væl úr hondum avgreitt og flott! At Svøríki fekk javnað, merkti ikki annað enn tað, at vit nú stóðu til at fáa eitt stig, heldur enn trý, og kanska vit fóru at fáa eitt mál aftrat. Men so bleiv tíverri neyðugt at skifta Christian Lamhauge Holst út, og við honum misti føroyska lið­ ið sera nógv, tí hann er uttan síðu­ stykki týdningarmesti spælarin hjá okkum. Har er eingin, ið kann koma í hansara stað og fylla so nógv á vøllinum, so tí mugu vit bæði biðja og ynskja eftir, at hann fær spælt 90 harðar minuttir ímóti Írlandi. Reinur heimsklassi Tað vísti seg eisini, at Svøríki fekk sítt sigursmál fýra minuttir eftir útskiftingina. Samansmáspæl millum Mikael Lustig og Pontus Wernbloom endaði við, at Zlatan Ibrahimovic stóð púra leysur mitt fyri, og tá – enn eina ferð stór­ spælandi – Gunnar Nielsen kom storm­andi út ímóti honum, vísti Zlatan sín heimsklassa á øðrum sinni, tá hann hegnisliga sendi bóltin inn undir málverjan og síð­ ani trokaðist við Pól Jóhannus Justinussen um at fáa bóltin sein­ astu sentimetrarnar inn um mál­ linjuna til 2-1. Hóast eitt korter var eftir av dystinum, hendi ikki tað heilt stóra, fyrr enn Zlatan Ibrahimovic smoygdi sær úr buksunum á veg út A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2 Zlatanisku Fótbóltur Meðan føroysku spælararnir eru í ferð við at byggja seg uppaftur til enn eitt brókatak, nú írsku skyldmenn okkara vitja á Tórsvølli í annaðkvøld, mugu svenskarar bíta í seg, at uttan sína heimsstjørnu eru teir ikki meira enn eitt miðalgott lið, ið saktans kundi tapt fríggjakvøldið. So gott var føroyska avrikið, at bara Zlatan Ibrahimovic kundi spilla spælið – og tað gjørdi hann so… Føroysku leikararnir fegnast eftir at Rógvi Baldvinsson hevur lagt Føroyar á odda 1-0 Mynd: Álvur Haraldsen