mánadagur 15. oktober 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2
ørindini
av vøllinum, har hann annars hevði
havt sjey skot, harav fýra upp á mál
og eitt í málið, umframt sjálvandi
eitt upplegg til mál. At hann er bæði
so tápuligur og tollutur, at hann fer
at reypa av síni inntøku og hvørt
av sínum í kjaftasliti við okkara
liðformann, fær tó ikki tikið frá
manninum, at hann einsamallur er
næstan helvtin av svenska lands
liðnum, sum tað spælir í løtuni.
Ei undur í, at svensku bløðini
staðfestu hetta í yvirskriftum og
aðrastaðni. »Takk, góði Guð, fyri
Zlatan«, skrivaði Marjan Svab í
Helsingborgs Dagblad, og í Upsala
Nya Tidning staðfesti Erik Jansson,
at »tað einasta, ið ræður Týskland,
er Zlatan Ibrahimovic«, og sipaði
til dystin í annaðkvøld, tá svensk
ararnir skulu vita, um teir standa
seg líka væl ímóti Týsklandi í Týsk
landi sum Føroyar.
Ringur írskur hýrur
At írar í annaðkvøld eru í ringum
skørum undan dystinum, bleiv
longu staðfest fríggjakvøldið, tá teir
á heimavølli sóu næstan út sum eitt
ússaligt sett í tennis, tá Týskland
skoraði til 6-0, áðrenn Írland fekk
pyntað við einum einsamøllum
máli. Særd djór eru altíð vandamikil,
so tað ræður um at ansa sær, so okk
ara menn ikki brádliga síggja Írland
sum »undirhundar«, ið vit lættliga
klára at forkoma, tí tá vita vit, hvat
tað endar við.
Skal eitt gott úrslit fáast ímóti
Írlandi, mugu áskoðararnir vera
minst líka væl við, sum teir vóru
tað fríggjakvøldið – og helst meira!
Enn vantar eitt sindur í, áðrenn
5.080 føroyingar á Tórsvølli ljóða
líka væl, sum 508 gera tað á útivølli
í Hannover, so her er eisini nógv
at arbeiða við uttan fyri sjálvan
vøllin. Vit áskoðarar eiga at klappa
fyri hvørjari vunnari takling og
hvørjum vunnum bólti, og so ger
einki, um eitt sindur meira verður
sungið og rópt, tí spælararnir hoyra
tað og merkja tað, og teir klára altíð
at kýta seg eitt sindur aftrat, um
teir kenna hitan frá fjøldini kring
vøllin!
Eisini kunnu vit gleðast um,
at hetta er ein nýggjur dystur og
tí eisini ein nýggjur dómari, tí
tað var verri enn so alla tíðina, at
grikski Anastasios Sidiropoulos
kendi mun á rangum og røttum.
Serliga í fyrra hálvleiki spilti
hann spælið ríkiliga ofta, men tí
betur batnaði tað eitt sindur eftir
steðgin. Ein øgiliga fyrrverandi
landsliðsspælari segði tað so gott,
tá onkur av føroyingunum ta einu
ferðina royndi at venda sær til
dómaran á enskum máli: »Tosa
bara skandinaviskt, tí hann má vera
svenskari…«
Samanumtikið var talan um eitt
framúrskarandi gott avrik hjá okk
ara monnum, har eingin spældi illa
og summir spældu fantastiska væl.
Helst var hetta besti dysturin hjá
føroyingum á heimavølli í longri
tíð, og nú er so at vóna, at tað riggar
aftur í annaðkvøld. Vit vita, at tveir
so krevjandi dystir og so stutta tíð
eru tungir hjá okkara monnum, ið
ikki eru vanir við tað, men vit vita
eisini, at teir duga minst líka væl at
bíta tennirnar saman og stríðast til
síðsta blóðsdropa sum nakar annar.
Tí gleða vit okkum til enn eina ferð
at fara mansterk á Tórsvøll at njóta
landsliðið – og vónandi at fáa bæði
mál og stig!
hilmarjan@sosialurin.fo
Keðilig løta
Júst støðan, tá Svøríki javnaði
til 1-1, var tann ringast hugsandi,
tí tá vóru vit í minniluta, eftir
at onkur – helst óargaungin,
Zlatan – hevði givið Jónasi (2)
ein alboga í andlitið, so hann
mátti fáa pentur, og ta støðuna
útnyttaði júst Zlatan til fulnar
Myndir: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen