mánadagur 15. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Tórsvøllur
1 Gunnar Nielsen
★★★★★★
Spældi enn ein branddyst fyri
Føroyar og hesa ferð er avrikið
til seks stjørnur av seks. Gunnar
er í serflokki á føroyska landslið
num. Hann tók sær væl av kanón
skotunum hjá Zlatan Ibrahimovic,
men serliga er tað bjargingin í
seinna hálvleiki, tá Kim Kallstrøm
eftir stutt horna smekkar til.
Gunnar fær hondina á í eini bjarg
ing í heimsflokki. Lesur Zlatan
skeivt av í 2-1 málinum, men er prís
givin, tá heimsstjørn verður spælt
púra leys.
2 Jónas Tór Næs
★★★★★★
Enn eitt gott avrik av raska høgra
bakkinum, sum fær fimm stjørnur
fyri avrikið. Har eru nakrar støður,
har hann tveitur seg í taklingar í
evstu løtu. Tað kann avlesast sum
bæði gott verjuspæl ella ein feil
plasering, men tá hann at kalla
hvørja ferð var fyrst á bóltinum, so
telur tað bara upp. Kundi einki gera
við útjavnandi málið, tí hann er
uttanfyri. Kastaði eisini innkastið,
sum var upprunin til leiðslumálið
hjá okkum.
3 Pól Jóhannus Justinussen
★★★★★★
Hevði eina torføra uppgávu á
vinstrabakki yvirav Premier league
leikaranum, Sebastian Larsson.
Stóð seg væl í verjustøðu og tað
var sjáldan, um nakrantíð, at hann
bleiv snýttur ella yvirspældur, misti
alt og nógvar bóltar í uppspælinum.
Átti sín lut í at bólturin datt fyri
føturnar á Rógva Baldvinsson, tá
hann skoraði
5 Rógvi Baldivinsson
★★★★★★
Málskjúttin spældi eisini ein framúr
dyst í verjuni. Hann tók veruliga av
álitinum hjá landsliðsvenjaranum
og kundi ikki lastast fyri málini hjá
Svøríki. Vísti góðan bóltførleika, tá
hann tamdi bóltin í sekundinum
áðrenn hann sum ein annar mál
revur sendi bóltin í málið til 1-0.
4 Odmar Færø
★★★★★★
Dagsins leikari og hevur upp á
tveir dystir víst, at hann er klárur
til uppgávuna sum verjukempa fyri
Føroyar. Spældi sum ein brandur
og umframt at lesa spælið væl, so
fingu Zlatan og hinir eisini óhugna
ligu styrkina hjá Odmari at enn í
nærdystinum. Heldur hann fram
at spæla upp á hendan mátan, so
er ikki óhugsandi at okkurt felag
í bestu deildini í Skotlandi kundi
brúkt hann.
6 Hallur Hansson (➤83.)
★★★★★★
Tað tók eina løtu hjá Halli at koma
inn í dystin, men tá hann fyrst
kom í gongd, so var hann ikki til at
steðga. Tuskaði runt og órógvaði
miðvøllin hjá Svøríki, umframt
at hann tordi væl at spæla bóltin
runt. Hevði onkra góða avlevering
út á vongin til Símun Samuelsen í
fyrra hálvleiki.
7 Fróði Benjaminsen
★★★★★★
Tað sæst ikki aftur, at Fróði
Benjaminsen er aldursforsetin á lið
num. Hann gekk á odda og fann seg
heldur ikki í, at Zlatan Ibrahimovic
sló eftir honum. Hann er ein stríðs
maður av gamla slagnum, men
var eisini skjótur at hyggja upp, tá
hann fekk bóltin og fordeila hann
út til síðurnar. Fekk eitt bíligt gult
kort tíðliga í dystinum, sum heilt
víst órógvaði.
8 Símun Samuelsen
★★★★★★
Mundi vera tann leikarin, ið rann
mest á føroyska liðnum. Tuskaði
alla vinstru síðu upp og niður allan
dystin og tað sást eisini aftur á
verjupartinum, tí Sebastian Larsson
og Svøríki høvdu lítið at bjóða upp
á í teirra høgru síðu. Hevði tvær
góðar álopsstøður í fyrra hálvleiki,
men fekk annars for lítið at arbeiða
við, tá vit fóru í mótálop.
9 Daniel Udsen (➤85.)
★★★★★★
Stríddist á høgra vongi og var
ágrýtin í verjustøðu. Nakað sum
millum annað kostaði honum eitt
gult kort. Kom ikki væl frá tí, tá
okkara høvdu bóltin og stóð helst
veikastur í myndini av føroysku
leikarunum. Deyðbóltarnir lógu
væl, men tað er ikki nokk til meiri
enn tríggjar stjørnur. Tykist í løtum
at verða feilplaseraður á høgra
vongi.
10 Christian L. Holst (➤71.)
★★★★★★
Eins og hjá restini av miðvøllinum,
so tók tað eina løtu hjá Lamhauge
manninum at finna seg til rætt
is. Eyðkent fyri manin er, at hann
næstan altíð tekur rættar av
gerðir og tað gjørdi hann aftur
fríggjakvøldið. Men tað manglaði
tað seinasta. Rakti millum annað
ikki bóltin, tá hann hann hevði
møguleika til at medda til uttanfyri
brotsteigin. Virkaði troyttur móti
endanum og var skiftur út. Hevur
verið skaddur í rygginum, men sum
skilst, so bilaði tað ikki í dystinum.
11 Jóan Símun Edmundsson
★★★★★★
Tykist verða komin í dystarvenjing
síðani skiftið til Fredericia. Hevði
tað torført, tá okkara sendu høgar
bóltar fram í høvdið á svensku
miðverjuni. Megnaði hinvegin væl
at halda upp á bóltin og var snýtt
ir fyri minst trý grov fríspørk. Var
fluttur aftur á framrættaða mið
vøllin, tá Arnbjørn Hansen kom
inn.
12 Hjalgrím Elttør (➤85.)
Fekk seinastu fimm minuttirnar
fyri Daniel Udsen. Gjørdi sum so
einki um seg, men tað var eisini alt
ov stutt til tíð at døma nakran upp
á tað.
17 Arnbjørn Hansen (➤71.)
Tað var djarvt av Lars Olsen at
seta Arnbjrn Hansen á vøllin. Kom
beinanvegin í ein rennidyst við
svensku verjuna, men eftir tað misti
føroyska liðið takið á dystinum og
Arnbjørn slapp ongantíð framat
eftir tað.
18 Súni Olsen
Fekk sjey minuttir pluss tað leysa
á miðvøllinum og spældi bóltin
fínt runt tað løtuna. Hevði tó eina
vandamikla feilavlevering, men
verjan náddi at rudda vekk. Er eitt
sindur frá toppform, men deyðbólt
unum bilti einki – sum vanligt.
Lars Olsen
★★★★★★
Valdi at geva teimum somu ellivu
møguleikan frá byrjan og tað má
sigast at verða ein góð avgerð, hav
andi í huga gongdina í dystinum og
úrslitið. Tað var nógv gott at síggja
og serliga er tað hugaligt at síggja
okkara spæla bóltin so væl sína
millum.
Torførasta løtan hjá Lars var, tá
Jónas Tór Næs fekk ein alboga og
fór at bløða. Hann mátti av vøllinum
stutt eftir at okkara vóru komnir á
odda. Jónas var ein av okkara bestu,
men skuldi hann havt skift hann
út? Tíverri fyri okkum og Lars, so
javnaði Svøríki í tíðini Jónas var
uttanfyri, og tað úr plássinum har
sum Jónas eigur at standa.
Lars Olsen tók eisini ein djarva
avgerð, tá hann valdi at seta
Arnbjørn Hansen á vøllin fyri
Christian Lamhauge Holst. Tá var
støðan 1-1. Tað vitnar um ein mann,
sum ætlaði og vildi vinna dystin.
Alt í alt eitt gott avrik frá før
oyska landsliðsvenjaranum.
Leikarametingar...
Myndir: Álvur Haraldsen
A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2
Dómarin:
Anastasios Sidiropoulos
Sæð við føroyskum eygum, so kom dómarin ótrúliga illa frá upp
gávuni. Fyrst gav hann Fróða Benjaminsen eitt bíligt gult kort fyri
ein bleytan alboga í einum lufttvídysti. Síðani megnaði hann at
yvirsíggja bæði albogan hjá Jonas Olsson á Jónas Tór Næs, albogan
hjá Zlatan á Hall Hansson og ikki mist albogan hjá Mikel Lustig,
sum kostaði Jónas Tór Næs tvær pentir í yvirmunnin og leiðsluna í
dystinum. Fleiri ferðir fingu okkara heldur ikki fríspark í avgerandi
støðum. Serliga Jóan Símun Edmundsson fekk vanaliga viðferð
frá grikkanum. Toftamaðurin átti minst trý fríspørk, sum hann
ikki fekk. Alt í alt ein vánaligur dystur frá dómaranum sæð við
føroyskum eygum.