mánadagur 15. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Meðan svenskir miðlar lovprísa
Zlatan Ibrahimovic fyri at hava
bjarga svensku æruni, so sita før
oysku landsliðsleikararnir eftir við
einum ringum smakki í munninum.
Zlatan Ibrahimovic er ein heims
stjørna og at tapa fyri hansara
framúr fótbóltsevnum er ongin
skomm.
Men tað var mátin útjavnandi
málið kom, ið serliga gevur ringan
smakk í munnin, og fyri Jónas Tór
Næs gav tað beinleiðis blóðsmakk
í munnin.
Í samband við fríspark fær
Jónas ein alboga frá einum svensk
um leikara og liggur eftirá. Hóast
blóðið rennur úr munninum á før
oyska verjuleikaranum, so letur
dómarin spælið koyra. Hann um
hugsar heldur ikki at bríksla fyri
frísparki og revsa brotsgerðina.
Tað er Mathias Ranegie, sum slær
út eftir Jónasi.
– Eg skilji ikki hví dómarin ikki
steðgaði dystinum. Eg síggi bara at
eg fái ein alboga í høvdið. Eg havi
ikki sæð støðuna umaftur, men
sum eg minnist hana, so kundi
tað gott verið eitt reytt kort, sigur
Jónas, sum fór á skaðastovuna eftir
dystin
Jónas má av vøllinum eftir hend
ingina og tað er í tí løtuni, at Svøríki
javnar við máli, sum Alexander
Kacanikilic skorar stutt eftir fram
úr góða avlevering frá Zlatan
Ibrahimovic. Tað er júst á okkara
høgrabakks plássi, har Jónas Tór
Næs spældi, at innskifti Fulham
leikarin stendur leysur og skorar.
Fáa ikki bóltin
Svøríki kemur væl frá byrjan í
dystinum og okkara megna sjáldan
at fáa fatur á bóltinum. Serliga á
miðvøllinum gongur illa at vinna
annan bóltin. Fróði Benjaminsen
fær gult kort, Hallur Hansson fær
ikki fatur á bóltunum og Christian
Lamhauge
Holst
hevur
sína
ringastu løtu í dystinum.
Sum hálvleikurin gongur, so
kemur føroyska liðið betri við.
Símun Samuelsen brýtur ígjøgnum
í vinstru síðu tvær ferðir og leggur
innfyri.
Fróði og Hallur byrja at vinna
fleiri
og
fleiri
bóltar,
meðan
Lamhauge maðurin finnur seg
sjálvan aftur.
Í verjuni seta Odmar Færø og
Rógvi Baldvinsson seg í gjøgnum.
Vóru vit eitt sindur hepnari og
neyvari, so fekk Andreas Isakson
seg royndan í svenska málinum.
Mál!
Góðar tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik kemur Føroyar á odda.
Eftir at okkara hava havt bóltin
eina løtu fáa vit innkast í høgru
síðu. Jónas Tór Næs kastar innfyri.
Har fara Pól Jóhannus Justinussen
og tveir svenskarar upp at skalla.
Tað endar við, at ein hart kroystur
Jonas Olsson stútar bóltin til
Rógva Baldvinsson, sum temur
bóltin og smekkar umgangandi til.
Hann rakar bóltin væl og Andreas
Isakson hevur ongan møguleika at
bjarga. 1-0!
Í tíggju minuttir spælir føroyska
liðið fantastiska væl. Svøríki setur
ferðina upp, men okkara eru mentir
at standa ímóti.
Tað skal ein brotsgerð og ein
genial avlevering til, fyri at knekka
føroysku verjuna. Genialu avlever
ingina eigur Zlatan og hana kunnu
vit einki gera við, men tað er ikki í
ordan, at Svøríki fær fyrimun av, at
Mathias Ranegie langar til ein av
okkara leikarum.
Avgerandi málið er eisini óhepp
ið fyri okkara. Vit hava tveir møgu
leikar at rudda bóltin vekk, men
báður ferðir endar hann hjá teimum
gulu og bláu.
Skjótt og gott spæl endar við, at
Zlatan Ibrahimovic, á kantinum til
rangstøðu, verður púra leysur móti
Gunnari Nielsen, sum ikki megnar
at avlesa og steðga Zlatan í at leggja
gestirnar á odda.
Góðkent
Seinastu løtuna drála svensku
leikararnir og tað sigur nógv um
føroyska avrikið. Svenkarnir vóru
fjálturstungnir og vildu bara sleppa
av vøllinum sum skjótast.
Okkara megnaðu fleiri ferðir at
trýsta svenska liðið langt aftur og vit
høvdu long innkøst, gjøgnumspæld
álop og deyðbóltsstøður, sum vóru
nær við at skapa vandastøður
frammfyri svenska málið.
Sum heild er føroyska landsliðs
avrikið avgjørt góðkent. Talan var
ikki um nakað heiðurligt tap, men
heldur um eitt ergriligt tap. Vit
spældu upp við Svøríki og tað skulu
allir leikararnir og venjararnir hava
rós fyri.
Verður hetta avrikið týskvøldið,
so kann tað gott hendan seg, at tað
verður stong inn – og ikki alboga út
sum fríggjakvøldið.
trondur@sosialurin.fo
A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2
Føroyar - Svøríki í tølum
8(3)
Skot (á Mál)
14(7)
14
Gjørd fríspørk
11
3
Hornaspørk
7
1
Rangstøður
2
50%
Spælbýti
50%
3
Gul kort
1
0
Reyð kort
0
11
Bjargingar
3
(ESPN)
Føroyar - Svøríki 1-2 (0-0)
1-0 Rógvi Baldvinsson, 57
1-1 Alexander Kacaniklic, 65
1-2 Zlatan Ibrahimovic, 75
Tórsvøllur: 5079 áskoðarar
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldivinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen - Daniel
Udsen(Hjalgrím Elttør 85.min), Hallur Hansson(Súni Olsen 81.min), Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge
Holst(Arnbjørn Hansen 71.min), Símun Samuelsen - Jóan Símun Edmundsson
Á bonkinum uttan at koma inn: René Shaki Joensen, Erling Jacobsen, Rógvi Holm, Jákup Mikkelsen, Karl Løkin, Kaj
Leo Í Bartalsstovu, Gilli Sørensen, Klæmint Olsen og Kristian Joensen
Gul kort: Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Daniel Udsen
Venjari: Lars Olsen
Svøríki: Andreas Isaksson - Mikael Lustig, Jonas Olsson, Andreas Granquist, Martin Olsson - Sebastian Larsson,
Pontus Wernbloom, Kim Kallstrom(Anders Svensson 62.min), Christian Wilhelmsson(Alexander Kacaniklic 62.min)
- Zlatan Ibrahimovic, Mathias Ranegie(Marcus Berg 77.min)
Á bonkinum uttan at koma inn: Rasmus Elm, Johan Dahlin, Adam Johanson, Tobias Sana, Mikael Almeback, Behrang
Safari, Samuel Holmen og Par Hansson
Gul kort: Pontus Wernbloom
Venjari: Erik Hamrén
Dómarar: Anastasios Sidiropoulos, Christos Akrivos, Leonidas Vasileiadis og Anastasios Kakos
Uppiborið minst eitt stig
Fótbóltur Føroyska liðið framdi eitt megnar avrik á Tórsvølli og bæði kundi og mundi fingið minst
eitt stig. Serliga útjavnandi málið gevur ein ringan smakk í munin – fyri ikki at siga blóðsmakk
Fríspark?
Fleiri støður vóru har dómarin
als ikki var á okkara síðu
Myndir: Álvur Haraldsen