mánadagur 15. oktober 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2
Mynd: Álvur Haraldsen
Tvær pentur
í munnin
Tróndur Arge
Jónas Tór Næs mátti av vøll
inum stutt fyri útjavnandi
málið hjá Svøríki. Hann fekk
alboga í andlitið og lá sum
keylan, meðan blóðið rann úr
munninum.
Dómarin valdi av onkrari
orsøk, ikki at steðga dystinum
beinanvegin. Tá hann so steðg
aði dystinum mátti Jónas Tór
Næs av vøllinum og í umklæð
ingarrúmið at seymast í yvir
munninum. Meðan Jónas var
uttanfyri skoraði Svøríki til
1-1.
– Eg skilji ikki hví dómarin
ikki steðgaði dystinum, sigur
Jónas Tór Næs, sum fór á
skaðastovuna eftir dystin.
– Eg síggi bara at eg fái ein
alboga í høvdið. Eg havi ikki
sæð støðuna umaftur, men
sum eg minnist, so kundi tað
gott verið eitt reytt kort, sigur
Jónas.
Fyri trimum viku síðani
royndi Jónas nakað líknandi í
dysti í Íslandi.
– Har fekk eg eisini ein
alboga í høvdið, men eg fekk
væl spælt víðari, so tað klári
eg eisini hesaferð, sigur Jónas
avgjørdur á málinum.
Zlatan
Ibrahimovic
var
skjótur at útnytta, at Jónas
ikki var á vøllinum.
– Hann veit at tað manglar
ein leikari har, tí hann spælir
bóltin í blindum út í hasa
síðuna, sigur ein argur Jónas
Tór Næs.
Jónas Tór Næs letur annars
væl at avrikinum í kvøld og
ikki minst av áskoðarunum á
Tórsvølli í kvøld. Sostatt verð
ur Jónas klárur til dystin týs
kavøldið móti Írlandi.
trondur@sosialurin.fo
Hallur Hansson fekk saman við
restini av liðnum frá dystinum
í Týsklandi afturval til dystin
móti Svøríki, sum Føroyar tapti
2-1, eftir at hava verið á odda.
Størst umtalu fekk Zlatan
Ibrahimovic, sum legði upp til
útjavnandi málið og skoraði
tað avgerandi sjálvur.
– Zlatan vísti í dag, at hann
er ein dugnaligur spælari, men
eg haldi hann hevði eitt sindur
strævið viðhvørt, tí hann fekk
nøkur prik frá Fróða og øðrum,
sigur Hallur Hansson, sum
eisini fekk eina heilsan frá
svensku heimsstjørnuni.
– Eg fekk ein alboga frá
honum, men eg segði einki og
spældi víðari, sigur ein vón
brotin Hallur, sum ikki er
nøgdur við at tapa.
Føroyar spæla aftur týs
kavøldið og tá er mótstøðuliðið
Írland.
trondur@sosialurin.fo
Eg fekk ein alboga
frá Zlatan
Hallur Hansson:
liðskipararnir
LIðskipararnir høvdu fleiri dystir sínamillum