mánadagur 15. oktober 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið føroyar - svøríki 1-2
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað vóru tveir smílandi menn,
ið møttust í sokallaðu »Mix
Zone« í FSF húsinum eftir
landsdystin
fríggjakvøldið.
Annar livir fótbóltsdreymin
sum fulltíðar fótbóltsspælari í
ensku Premier League, meðan
hin vegna áhaldandi og álvar
sligar skaðar hevur uppgivið at
spæla fótbólt.
Tað kundi so lætt verið øðr
vísi, tí Ingi Højsted stóð einki
aftanfyri svenska liðfelagin í
tíðini í Arsenal.
– Ingi var ótrúliga væl fyri
teknist og dugdi væl at fordeila
spælið frá miðvøllinum, sigur
Sebastian Larsson, meðan Ingi
Højsted stendur hjá.
Tað er langt síðani, at teir
seinast hittust og tí hava teir
eisini nógv at tosa um. Teir
greiða frá hvør í sínum lag um
minnir og stuttligar søgur.
– Eg haldi ikki vit vóru
nakrir kúllar. Vit vóru bara
tveir fittir dreingir, ið spældu
fótbólt og búðu saman, sigur
Ingi Højsted við einum smíli.
– Tað er langt síðani, at eg
seinast hitti Inga, so tað er
deiligt at síggja hann aftur. Vit
búðu jú saman tá vit spældu í
Arsenal..
Rós til Føroyar
Sebastian hevði bara rós at
bera føroyska liðnum, sum
stríddist allan dystin. Hann
er bara fegin um, at øll stigini
blivu pakkaði í kuffertið og
komu við túrin til Svøríki.
– Vit komu her fyri at fáa trý
stig og tað gjørdu vit. Alt rós
til føroyska liðið, sum gjørdi
tað sera torført fyri okkum.
Vit byrja ikki at spæla væl
fyrr enn Føroyar skorar. Mál
setur gongd á okkum, sigur
Sebastian Larsson.
Hann er somuleiðis fegin
um, at Svøríki fær tamarhald
á dystinum eftir at Føroyar er
komið á odda.
– Vit fáa takið á dystinum
og byrja at spæla væl. Tað er
týdningarmikið, at vit fáa stig
ini, sjálvt um vit ikki spæla væl
í dag, sigur Sebastian Larsson
at enda.
Eisini Ingi Højsted helt nógv
av føroyska avrikinum.
– Teir kláraðu seg heilt
fantastiska væl. Tað var ikki
bara úrslitið, sum var flott,
men eisini mátin føroyski
liðið spældi uppá, sigur Ingi
Højsted.
trondur@sosialurin.fo
Sebastian Larsson
glaður fyri at
síggja Inga aftur
Fótbóltur Tá Ingi Højsted spældi
við Aarsenal búði hann saman við
svenska Sebastian Larsson, sum í dag
spælir við Sunderland. Eftir dystin
hittust teir báðir til eitt stutt prát
Fyrrverandi liðfelagirnir í Arsenal,
Sebastian Larsson og Ingi Højsted
Mynd: Álvur Haraldsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Fróði Benjaminsen stríðist á miðvøllinum
...mál
1
2
3