Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen StÍF fekk eina dreymabyrjan við stórsigri í heimadysti ímóti Team Klaksvík, men síðani fekst einki burtur úr útidystunum ímóti VÍF og Kyndli. Nú strandingar leygardagin aftur vóru á heimavølli á Skála, har H71 vitjaði, bragdaði tó og dysturin endaði við sigri til heimaliðið. – Vit gjørdu ikki so nógvar feilir sum hinar dystirnar, men að hava vit eisini lagt dent á undir venjing, tí tað hevur kostað, at vit hava gjørt ov nógvar tekniskar feilir. Samanborið við dystirnar ímóti VÍF og Kyndli, so var nokk so stórur munur á ímóti H71, sigur Aleksandur Johansen, venjari hjá StÍF. – Hinar dystirnar hevur verjan staðið væl, men tað hevur kiksað hjá okkum upp eftir vøllinum, har vit hava spælt til hinar, sum so hava kunnað kontrað ímóti okkum. Nú settu vit ferðina niður, so vit skuldu fáa betur stýr á tí, og tað riggaði. Vit hava so mikið gott álop og so mikið góða skotstyrki, at vit eru ikki so bundnir av skjótálopum. Í undanfarnu dystunum hevur Sveinur Justinussen sum oftast verið mansvardur, og tað var hann hesa ferð eisini. Í fyrra hálvleiki kláraði H71 seg við at verja offensivt í síni vinstru síðu, men í seinna hálvleiki bleiv Sveinur fyri tað nógva tikin burturúr. Hetta skuldi tó vísa seg ikki at vera nóg mikið til at steðga StÍF, ið eisini hevur aðrar streingir at spæla uppá. – Tað virkar, sum H71 er eitt sindur veikari enn í fjør, og teir hava sjálvandi mist eitt sindur av fólki, og serliga haldi eg, at skotstyrkin hjá teimum er ikki so stór, hóast teir hava Bogdan Florea, sum tó er heldur ójavnur. Í mun til síðsta vetur, tá vit taptu allar dystirnar ímóti teimum, eru teir ikki líka væl fyri, tí tá vóru teir rættiliga sterkir, góðir og støðugir, sigur Aleksandur Johansen. Tað munnu vera tey fægstu, ið vænta nógv av Team Klaksvík í vetur, og í øllum førum er ikki væntandi, at tað er ímóti teimum frægaru liðunum, at klaksvíkingarnir kunnu gera tær stóru skreytirnar. Eitt av hesum lið­unum, VÍF, vitjaði leygardagin og fór eisini heimaftur við einum greið­um sigri. – Teir vóru við at byrja við, men einar átta minuttir inn í dystin fóru vit frá teimum og koyrdu á, so vit longu í hálvleikssteðginum vóru so mikið langt á odda, at dysturin var mestsum avgjørdur, sigur VÍF- venjarin, Jan Ottosen, ið henda dyst­in valdi at royna ymiskt nýtt og øðrvísi, ið hann neyvan hevði torað ímóti einum betri liði. – Ja, vit kundu royna ymiskt, sum vit hava arbeitt við, og serliga hjá mær var hetta eitt gott høvi til tað, tí liðið er framvegis nýtt fyri meg. Eisini fingu vit spart onkrar av teimum, sum hava smáskaðar at dragast við, so hesin dysturin gjørd­ist upp á fleiri mátar eitt lítið andar­hol hjá okkum. Team Klaksvík gjørdi eitt sprell fyrst í seinna hálvleiki, tá tað ikki vísti seg, sum høvdu spælararnir hjá VÍF lurtað nóg væl eftir hálv­ leiks­prædikuni frá venjaranum, ið vildi hava teir at halda fokus og koyra á, og eftir fyrstu minuttirnar høvdu klaksvíkingar skotið fimm mál og vestmenningar bara eitt. – Vit máttu so taka ein tíðar­ steðg, har vit fingu sett tingini upp á pláss, og so koyrdi tað annars hjá okkum restina av seinna hálv­- leiki, sigur Jan Ottosen, ið sum heild er væl nøgdur við byrjanina hjá VÍF. – Nú vita vit, at tað kann vera vandamikið at toppa ov tíðliga, men spælararnir kenna hvønnannan betri, so tað gongur tann rætta veg­in. Vit hava fleiri nýggjar menn, sum skulu spælast inn næstu tríggj­ ar, fýra ella fimm dystirnar, men so vænti eg, at tað fer at líkjast hjá okkum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Er tað eina høll, øll hini liðini í Sun­set-kappingini ræðast meira ella minni, so er tað høllin í Vági, tí har er altíð fult av áskoðarum, ið treytaleyst stuðla sínum liði, og tí er tað ofta sera torført at spæla ímóti VB, ið sjálvandi letur seg dríva fram av sínum ágrýtnu fjepparum. Men nú Neistin vitjaði leygardagin, hevði liðið tó ein lítlan fyrimun, tí venjarin hjá Neistanum var í fjør venjari hjá VB, so hann kendi alt til umstøðurnar: – Jú, tað var gott at vitja aftur, og har var tað vanliga, at høllin var fullsett, og nógvir áskoðarar geva góðan stemning, so har var alt, sum tað plagar, sigur Kári Horn, venjari hjá Neistanum, sum endaði við at fara avstað við øllum trimum stig­ unum – men ikki fyrr enn ímóti end­anum á dystinum. – Dysturin var javnur og spenn­ andi allan vegin ígjøgnum, líka til einir 10 minuttir vóru eftir, tí tá fóru vit frá teimum. Guðrun í Lágabø stóð væl í VB-málinum fyrra partin av seinna hálvleiki, men tá vit so fingu fatur í henni, koyrdu vit á og vunnu 9-2 síðstu 10 minuttirnar, og tað rakk til ein greiðan sigur, tá avtornaði. Hetta var fyrsti lands­kapp­ingar­ dysturin hjá føroyameistarunum, og Kári sigur, at Neistin enn ikki hevur fingið fulla ferð á maskinuna. Hann heldur, at orsøkin til tað fyrst og fremst er, at talan bara hevur verið um venjing, men ongar dystir, og tí verður tað helst hugaligari nú, tá liðið hevur fingið sín fyrsta dyst. Fyrst og fremst hugsar Kári Horn sjálvandi um sítt lið, men hann heldur seg síggja, at VB eisini kann fara at gera um seg í vetur: – Eg eri sannførdur um, at tá VB verður betur fyri, so eru liðið við í toppinum. Enn er lítil dystarvenjing og nýggju spælararnir skulu spælast inn á liðið, umframt at onkrir av spælarunum kanska skulu hava eitt sindur meira venjing, so eru tær har, sigur hann. – Og sjálvt um tað hesa ferð ikki eydnaðist hjá VB at fáa stig, so haldi eg, at áskoðararnir fingu ein spennandi dyst við nógvum villum frá báðum liðum, sum tað tó var stuttligt at hyggja at. StÍF - H71 31-26 (13-12) StÍF: Jógvan G. Joensen 6, Jørmund Joensen 6, Sveinur Justinussen 6 (2), Borgar Danielsen 5, Allan Norðberg 4, Jón Rasmussen 2, Marius Joensen 1, Steinar Prestá 1 H71: Rúni Højgaard 10 (3), Bogdan Florea 4, Sigmundur Nolseø 4, Poul Kjartan Dam 3, Hallaur Biskopstø 2 og Rógvi Sørensen 2 Dómarar: Uni Wardum & Heri Petersen Team Klaksvík - VÍF 22-38 (9-21) Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard 8, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Dánjal Kjærbo 4, Beinur Heðinsson 1, Kjartan Jacobsen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 VÍF: Filip Jojic 11, Joen Pauli Høgnesen 6, Martin Ritto 5, Andrias Eriksen 3, Jákup Andreas Joensen 3, Magnus Müller 3, John Nielsen 2, Sjúrður Nielsen 2, Bárður Brimvík 1, Agnar Joensen 1, Magnus á Rógvi 1 Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam VB - Neistin 23-32 (13-15) VB: Gurið Mortensen 5 (2), Rannvá Johannessen 4, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 4, Tamara Seja Radic 4, Marijana Trobojvic 4, Rúna Midjord Jacobsen 1, Christina Holm 1 Neistin: Barbara Brauer 11 (5), Nicoleta R. Hansen 6, Jacklin Durhuus 5, Ása Dam á Neystabø 4, Marjun Danberg 3, Bára Hansen 3 (1) Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam Strandingar í gongd Hondbóltur Eftir at tveir dystir, har liðið gjørdi ov nógvar feilir í álopsspælinum, kom StÍF aftur á kósina leygardagin, tá tað eydnaðist at basa føroyameistarunum úr H71 hondbóltur Dysturin í Vági leygardagin var javnur og spennandi, til tað restaðu 10 minuttir. Tá fór Neistin avstað og megnaði at spæla seg til ein tryggan sigur á torførum útivølli Neistin orkaði betri Lítið spennandi