mánadagur 15. oktober 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Kollafjørður
Munurin á liðnum kom av álvara til
sjóndar í løtum í seinna hálvleiki.
Munurin í hálvleikinum var bara
tvey mál, men eftir steðgin kom
nógv meiri ferð á KÍF álopið, meðan
orkan fór undan hjá Neistanum.
Tá samanumkom endaði tað við
einum greiðum 31-23 sigri.
Tað er tó greitt á venjaranum
báðum, at talan er um tvey feløg í
ymiskum støðum. KÍF skumpaði alla
mótstøðu til viks í undanspælinum
í fjør, men tapti í FM finaluni fyri
H71. Neistin hevur í eina tíð verið ein
maktfaktorur í føroyskum hondbólti,
men í ár er alt fólki nýtt.
Bara tjúgu góðir minuttir
Venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson, var
hóast greiða sigurin ikki nøgdur við
samlaða avrikið.
«Vit spæla gott í tjúgu minuttir
í seinna hálvleiki. Vit lukka dystin
fyrsta korterið í seinna hálvleiki,
men vit skuldu havt lukkað hann í
fyrra hálvleiki. So vit eru langt frá
at spæla eins sannførandi og í fjør,
sigur Jakob Jónsson.
KÍF var í fjør sannførandi alt
undanspælið og tað endaði við, at
liðið lítið og einki hevði at spæla
fyri seinastu dystirnar undan
finalunum. Spurningurin er um
KÍF verða eins sannførandi í ár og
um tað verður ein trupulleiki?
«Vit kunnu heldur ikki spæla
við vinstru hond fyri at halda
spenningin, skuldu vit komi í
somu støðu sum í fjør, sigur Jakob
Jónsson, sum leggur afturat, at KÍF
hevur nógv eftir at arbeiða við.
Í seinni hálvu av seinna hálvleiki
valdi Jakob Jónsson at lata fleiri av
teimum ungu fáa ein møguleika.
«Hetta er framtíðin í felagnum
og eg ætli mær at geva teimum
møguleikan, tá eg kann, sigur KÍF
venjarin.
Hans Eli og Nicklas
gingu á odda
Sjálvt um KÍF bara var á odda við
tveimum málum í hálvleikinum,
so var teimum flestu greitt, at
KÍF hevði eitt gear afturat. Tað
gekk eisini bara ein løta av seinna
hálvleiki, so var frástøðan millum
vertirnar og gestirnar ov stór til at
Neisitin kundi venda tí aftur.
Serliga
vóru
tað
Hans
Eli
Sigurbjørnsson og Nicklas Selvig,
sum gingu á odda við at skjóta mál.
«Hans Eli hevur heilt serlig
evnir. Hann er bara 19 ár og eg ynski
at hann spælir við okkum komandi
ár eisini, men so ynski eg eisini at
hann skal fara til Danmarkar at
royna seg fyri at síggja hvussu
langt hann kann koma, sigur Jakob
Jónsson um Hans Eli.
Ungi vongurin, sum eisini spælir
á bakkinum, gjørdist toppskorari
við tíggju málum.
«Hann hevur ein ótrúligan
skjótleika og er kvikur. Hann kann
bæði finta og spæla bóltin væl
víðari, umframt at hann hevur eitt
gott skot, sigur venjarin um Hans
Eli.
«Men tá tað er sagt, so skal
hann arbeiða víðari við helvtini av
hesum fyri at blíva betri. Hann er
framvegis eitt talent og tað verður
hann eisini komandi ár, men hann
hevur eina bjarta framtíð, sigur
Jakob Jónsson.
Eisini
Nicklas
Selvig
var
málsøkin í Kollafirði leygardagin.
Hann skjeyt níggju mál. Onkur frá
høgra vonginum, meðan tey flestu
mundu koma í skjótálopi. Danin
kom til Føroyar og KÍF í fjør. Tað
eru tó ikki bara KíF, sum hava lagt
merkis til hansara góðu evnir.
«Eg fari ikki at nevna nøvn, men
onkur feløg hava verið eftir honum
í summar. Eg fekk yvirtalað hann til
verða verandi, tí hann hevur tað gott
í felagnum. Allir vinirnir hjá honum
eru her og tá tú hevur tað gott, so
spælir tú eisini væl, sigur Jakob
Jónsson um málsøkna vongin.
«Tað vísur ser eisini, at hann er
nógv betri í ár enn hann var í fjør,
leggur venjarin afturat.
Jakob Jónsson sigur um Nicklas,
at orsøkin til at hann fær so nógv
mál eru, at hann umframt at taka
nøkur brotsskøst, so fær hann nógv
mál upp á skjótálop og skal hava
lítið pláss á vonginum, áðrenn hann
er kann skora.
Menna, menna og menna
Orðini eigur venjarin hjá Neista
num, Áki Mørk. Hann hevur eina
trupla uppgávu í Neistanum, sum
hevur skift næstan alt fólki út frá í
fjør. Neistin megnaði at fylgja KÍF
fram til hálvleiks, men so fór orkan
at ganga undan.
«Fyri okkara viðkomandi, so
eydnast taktikkurin sum hann skal
í fyrra hálvleiki. Vit draga tempoið
úr dystinum og tað riggar. Vit halda
teimum niðri á tólv málum, sigur
Áki Mørk, sum tó leggur afturat,
at álopsspælið hjá Neistanum er
nakað stirvið.
Áki er eisini greiður yvir, at liðið
er óroynt og tað kostar.
«Eg vildi mett, at teir fáa eini
tjúgu mál upp á skjótálop, har
vit gera feilir. Tað eru manglandi
royndurnar,
sum
spæla
inn,
staðfestur venjarin hjá Neistanum.
Sleppur KÍF ikki í skjótálop, so
metir Áki, at verjan hjá Neistanum
spælir upp við álopið hjá KÍF. Tað
er ikki fyrr enn orkan hjá teimum
bláu gongur undan, at Neistin
missur alt á gólvið.
Neistin hevur ikki sett sær eitt
beinleiðis mál.
«Menna, menna og menna. Tað
er málið hjá okkum. Tað er ikki
so farligt hvar vit enda, sigur Áki
Mørk at enda.
trondur@sosialurin.fo
Bara nøgdur við 20 minuttir
Jakob Jónsson:
Jakob Jónsson
Hondbóltur Tað eru tveir venjarar við hvørsínum málsetninginum og fortreytum, sum møttust í Kollafirði
leygardagin. KÍF vann ein tryggan sigur á Neistanum, men venjarin er bara nøgdur við ein part av dystinum