fríggjadagur 26. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 60 - 26. mars 2004
Nr. 60 - 26. mars 2004
25
Eldur í býbussi
Um sjeytíðina hós-
morgunin kom eldur
í ein av býbussunum í
Havn, meðan hann
var í leið. Talan er um
ein gamlan býbus,
sum koyrir við und-
antaksloyvi
BUSSLEIÐIN
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Eldur kom í ein býbus í
Havn umleið klokkan sjey
hósmorgunin.
Bussurin
koyrdi út eftir Velbastað-
vegnum á veg út á Norðasta
Horn, tá eldur kom í.
Ein hýruvognsførari, ið
koyrdi aftanfyri varnaðist,
at bæði eldur og roykur
kom undan bussinum, og
fekk boðað bussføraranum
frá. Men tá hevði hann helst
varnast nógva roykin.
Tómur bussur
Eingi ferðafólk vóru við
bussinum á veg út á Norð-
asta Horn hósmorgunin, og
hendingin spældi væl av.
Men ilt er at meta um,
hvat kundi hent, um buss-
urin var fullur av ferðafólki
í morgunferðsluni í mið-
býnum í Havn.
Enn er ikki greitt, hvør or-
søkin var til at eldur kom í
bussin. Tað skulu kanning-
ar hjá Bileftirlitinum vísa.
Gamal bussur
Bussurin, ið eldur kom í
hósmorgunin, er rættuliga
gamal. Mouritsens Bussar,
ið eigur bussin, hevur ikki
hug at upplýsa aldurin á
honum, men sum Sosialur-
in skilir, er bussurin væl
eldri enn tey 12 árini, ið ein
bussur í mesta lagi má vera
sambært útbjóðingartilfar-
inum.
Sjúrður Olsen, formaður
í Teknisku nevnd hjá Tórs-
havnar Kommunu, sigur at
býráðið í fjør summar
gjørdi eina avtalu við
Mouritsens
Bussar,
ið
gevur teimum loyvi til at
nýta henda gamla bussin,
til ein nýggjur kemur.
Tá fyritøkan vann útbjóð-
ingina av Bussleiðini var
ein av treytunum, at hon
skuldi yvirtaka verandi bý-
bussar. Men tann eini av
bussunum, ein nýggjur
Scania, riggaði sera illa, og
tí varð hesin sendur av aftur
landinum, meðan ein annar
varð bílagdur.
Sjúrður Olsen greiðir frá,
at Tórshavnar Kommuna í
fjør summar fekk at vita, at
nýggi bussurin kundi latast
um heystið. Og til hesin
kom valdi kommunan at
loyva Mouritsens Bussum
at nýta gamla bussin.
Sjúrður Olsen sigur, at
sum hann hevur skilt tað, so
kemur nýggi býbussurin
síðst í hesum mánaðinum.
Enekk á Norður-
bryggjuni
TÍÐINDASKRIV
Leygarkvøldið 27. mars
spælir nýskapandi bólk-
urin Enekk á Norður-
bryggjuni
í
Keyp-
mannahavn. Koncertin er
ein í røðini á eini kon-
sertferðini til Finnland og
Áland.
Við á ferðini eru Kári
Sverrisson, gittar, Óli
Olsen, klaver, Rógvi á
Rógvu,
trummur,
og
Heðin Z. Davidsen, el-
gittar. Bólkurin hevur
verið til síðani 1991, við
skiftandi manning. Um-
framt fløgurnar "Andlit
hins Tigandi" (1993),
"Ver sterk mín sál" (1994)
og "Fýra nætur fyri jól"
(1997) hevur bólkurin júst
útgivið fløguna "Meðan
vit nærkast jørðini", og
tað verður m.a. nakað av
hesum nýggja tónleikin-
um, ið verður at hoyra á
konsertini
á
Norður-
bryggjuni.
Tónleikurin
er
ein
blandingur av fólka- jazz-
og
rocktónleiki.
Kári
Sverrisson hevur skrivað
stórsta partin av tekst-
unum, sum allir eru á
føroyskum, men Enekk
framførir eisini yrkingar
eftir øðrum yrkjarum sum
t.d. F. García Lorca,
Arseniy Tarkovsky og
Snorri Hjartarson allir í
føroyskari týðing. Bólk-
urin er kendur fyri at velta
gamalt føroyskt tilfar sum
kvæði, vísur, skjaldur og
kingosálmar
upp
úr
nýggjum, og tað er ofta
hetta tilfar, ið verður
spælt til koncertir.
Atgongumerki á 80 kr.
kunnu bíleggjast á tele-
fon: 3283 3702 ella á
a
l
n
ó
t
i
n
i
:
bryggen@bryggen.dk
Fleiri upplýsingar um
Norðurbryggjuna eru at
finna
á
heimasíðuni:
www.bryggen.dk.
Um sjeytíðina í
morgun kom eldur í
býbussin, sum var á
veg út á Norðasta
Horn
UNGT VIRKI
– Vit sleppa ikki undan, at
tað er sveiggj í búskapin-
um, og nú vit eru í eini
ávísari afturgongd, duga vit
betur at virðismeta arbeiðið
hjá Handilsskúlanum við
generelt at birta uppundir
virkishugin hjá teimum
ungu, og harímillum eisini
hetta tiltakið ungt virki
segði Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður tá hann
setti tiltakið "UngtVirki" í
SMS í gjár.
– Hann vísti á, segði
landsstýrismaðurin, at tá
umboð fyri skúlar í Føroy-
um hava luttikið í slíkum
tiltøkum (European Busi-
ness Game), hava teir so
avgjørt ikki smæst burtur,
tvørturímóti er tað undrun-
arvert, hvussu væl teir hava
klárað seg, og hava bæði
bólkarnir og skúlarnir, teir
komu frá, rós uppiborið.
Og hann helt fram:
– Hetta vísir, at tilfarið,
skúlarnir hava at arbeiða
við, og skúlarnir sjálvir
kunnu kappast við hvønn
tað skal vera.
Tað verður so upp til tey,
sum skulu skapa karmar-
nar, at teir eru so, at tað er
áhugavert og lagaligt at seta
virksemi í gongd og reka
virksemi í Føroyum.
Fremst liggur hendan
ábyrgdin á valdu politikar-
unum, men eisini á stovn-
unum sum hava við vinn-
una at gera, á skúlum, fígg-
ingarstovnum o.s.fr.
Bjarni Djurholm segði, at
verandi samgonga hevur
sett sær sum mál at hava ein
vinnupolitikk, ið skapar eitt
fjølbroytt og dynamiskt
vinnulív. Vit skulu stimbra
vinnulívið at klekja hald-
góð hugskot um nýggjar
vinnumøguleikar.
Fortreytirnar fyri hesum
verða
m.a.
skaptar
gjøgnum:
• gransking og menning,
t.d. innan KT, gen- og bio-
tøkni
• íløgur
• ígongdsetarar og kveikj-
arar
• førleikamenning av ar-
beiðsmegini
• best møguliga markn-
aðaratgongd
Fyri at koma aftur til ungt
virki, so má sigast at hug-
skotini eru fjølbroytt, júst
soleiðis sum vit ynskja
føroyska vinnu at vera,
nevniliga at hon skal hava
nógv bein at standa á, so
hetta tiltakið boðar frá góð-
um.
Landsstýrismaðurin
ynskti við hesum spírandi
ígongdsetarunum
góða
eydnu við teirra tiltøkum
og Handilsskúlanum alt tað
besta framyvir.
Tiltakið var í SMS allan
hósdagin. Vinarin varð kos-
in seint í gjár. Hans Morten-
sen, stjóri kunngjørdi navn-
ið á vinnara og Reidar Nón-
fjall, stjóri handaði virðis-
lønina frá Føroya Handils-
skúla til besta virkið.
Virðismetið arbeiðið hjá
Handilsskúlanum
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður setir Ungt virki 2004 í SMS
Mynd Alavur Haraldsen
C
M
Y
K
25
24