Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 26 Nr. 60 - 26. mars 2004 Leygardagin fara næmingar úr tón- leikaskúlunum kring landið, saman við lærarum sínum, at hava konsert í Lista- skálanum Musikkskúlanæmingar úr Havn, Fuglafirði, Klaksvík, Vágum og av Sandi, fara saman við lærarum úr Musikkskúlunum, at hava konsert í Listaskálanum. Tað er ókeypis atgongd til konsettina, sum verður leygardagin 27. mars klokkan 16.00 í forhøllini í Listasavni Føroya í Gunda- dali. Ungu tónleikararnir eru millum 8 og 18 ára gamlir.. - Vit hava roynt at funnið nýggj talent fram, sum vit rokna við at koma mynda ein part av føroyska tón- leikalívinum í framtíðini, sigur Martin Mouritsen, musikkskúlaleiðari. Yngsti næmingurin, ið er við á hesari konsertini, er 8 ára gamla Birgit Sivertsen úr Klaksvík, sum hevur spælt violin síðani skúlárs- byrjan í fjør. Skráin hjá hesum ungu er fjølbroytt, eitt nú framføra tey einleik á ymisk ljóðføri, so sum blokkfloytu, floytu, klaver, violin og trombone. Ein messingkvintett úr Havn verður eisini við. Teir eru, Dávur Magnussen, trombone, Niklas Mourit- sen, waldhorn, Tróndur Herason Olsen, trompet, Glenn Samuelsen, tuba og Kenneth Jones, trompet. Tónleikurin vit fara at hoyra er eftir tónaskøld úr barokktíðini, teirri klass- isku- og romantisku tíðini, nevniliga Bach, Handel, Hook, Chopin, Debussy, Fauré, Bizet og Brahms. Lærarar í musikkskúlaskipanini skipa fyri konsertini, og tað er Katja Volevelskja, ið er tónleikalærai í Havn og í Eysturoynni, sum er "primus motor" til hetta tiltakið. Hini ungu, ið fara at vísa síni kynstur í Listaskálan- um leygardagin eru: Kata- rina við Skipá, floytu, Merry Eyð Jacobsen, violin, Høgni R. Hansen, blokkfloytu og Elin R. Hansen, floytu. Andrias Olsen, klaver, Heiðrun Petersen, violin, Mathias og Sanna Kapnas, klaver og violin, Oluf Dam, klaver, Kamilla Ravnsfjall, floytu, Kristina Dalsgarð, klaver og Heini og Martin Mouritsen, trompet og klarinet. Leygardagin og sunnudagin fer eitt strúkiorkestur frá Tónlistaskúlanum í Kópavogi at hava konsert í Klaksvík og í Havn KONSERTIR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Strúkiorkestrið hjá Tón- listaskúlanum í Kópavogi er mannað við 12 ungum tónlistafólkum í aldrinum 13 - 16 ár. Eisini eru 2 gentur við, 19 og 22 ára gamlar, sum spæla floytu í eini konsert av Vivaldi saman við strúkarum og cembalo. Tónleikurin hesi ungu úr Íslandi hava at bjóða er fjølbroyttur. Fyrst spæla tey nakað fyri violin og klaver, síðani cello og klaver og nøkur stykkir fyri strúki- orkestur, eitt nú The Toy Symphony av Leopold Mozart, har nakrir av næm- ingum frá Klaksvíkar Tón- listaskúla luttaka við at spæla "leikutøj". Tey spæla Carmen suituna av Bizet og enda við Vivaldi. Fyrra konsertin verður í Christianskirkjuni klokkan 16 leygardagin, og sunnu- dagin klokkan 16.00 spæla tey í Klingruni í Norður- landahúsinum. Har spæla tey eisini nøkur stykkir saman við strúkiorkestrin- um hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum fyri stuttum hava havt eina væl- eydnaða konsert undir leiðslu av Bernhard Wilkin- son. Kópavogur og Klaksvík eru vinarbýir, og er hetta aðru ferð, at eitt orkestur haðani vitjar Klaksvíkina. Ungir strúkarar úr Íslandi Strúkiorkestrið hjá Tónlistaskúlanum í Kópavogi vitjar í Føroyum um vikuskiftið. Tey fara at hava konsertir í Christianskirkjuni og í Norðurlandahúsinum Várkonsert við ungum stjørnum Skráin hjá hesum ungu, millum 8 og 18 ára gomul, er fjølbroytt, eitt nú framføra tey einleik á ymisk ljóðføri, so sum blokkfloytu, floytu, klaver, violin og trombone Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði í gjár fram uppskotið til Løg- tingsfíggjarlóg. Hann roknar við einum undirskoti upp á góðar 276 milliónir FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Reiíliga ein kvart milli- ard í undirskoti. Tað er úrslitið, Bárður Nielsen, landsstyrismaður við fíggjarmálum sá fyri sær, tá hann legði fíggjarlóg- ina fyri 2004 fyri Løg- tingið. Undirskotið er mett til at verða 276,6 millionir krónur, verður sagt í al- mennu viðmerkingunum til fíggjarlógina, sum varð løgd fyri Løgtingið í gjár. Inntøkurnar á fíggjar- lógaruppskotinum eru mettar at geva 3 milli- ardir og 374 milliónir krónur, og útreiðslurnar 3 milliardir og 650 milli- ónir krónur. Av inntøkunum verða skattir og avgjøld mett at geva 2 milliardir og 744 milliónir, og ríkisstuðulin er 630 miliónir. Útreiðslurnar veðra býttar millum rakstur, sum er 3 miliardir og 362 milliónir, løguútreiðslur, sum eru 249 milliónir og rentuútreiðslur, sum eru settar til 39 milliónir. F í g g j a r m á l a r á ð i ð ásannar, at hallið er alt ov stórt, men vísir á, at til ber ikki at gera tað øðr- vísi undir teimum fyri- treytum, sum givnar eru. Lækkandi konjunkturir eru orsøkin, sigur Fíggj- armálaráðið í viðmerk- ingunum til fíggjarlógar- uppskotið. Høvuðsorsøkirnar til hetta eru tvær, verður sagt. Tær eru lækkandi fiskaprísir á heims- marknaðinum og ILA sjúkan, sum gjørdi um seg í føroysku alivinnuni. Eisini hevur lági dollara- kursurin verið viðvirk- andi til gongdina, verður sagt. Peningurin, sum brúk- ast skal á fíggjarlógini, er raðfestur í stóran mun til almanna- og heilsumál. Høvuðsraðfestingarnar fara til eldrarøkt og ser- forsorg. Býli til heim- leys. Nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum. Kommunulæknaútbúgv- ing og -skipanina. Tiltøk at basa fiskasjúkum. Havbúnaðarroyndir og jarðfrøðiligar kanningar, verður sagt í viðmerking- unum. Íløgurnar, sum gjørdar verða, eru tær flestu tær somu sáttmálabundnu, sum vóru í uppskotinum hjá undanfarnu sam- gongu, sigur Fíggjar- málaráðið í viðmerking- um sínum til fíggjarlóg- aruppskotið. Fíggjarlóg við undirskoti Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eru millum teirra, sum varða av fíggjarlógaruppskotinum Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 60 • fríggjadagur • 26. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Hvørki Todi Jónsson ella Jákup á Borg vóru við á liðnum hjá sær, tá ið bæði FC Keypmannahavn og OB spældu seg í fjórðingsfinaluna í donsku steypakapp- ingini mikukvøldið ÚTISETAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mikukvøldið gjørdist greitt, hvørji lið hava spælt seg í fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini í fótbólti, tí sonevndu DONG-Cup. Liðini hjá teimum báðum føroyingun- um í bestu donsku deildini, Todi Jonssón og Jákup á Borg, megnaðu bæði at vinna á útivølli. Jákup bleiv sílaður frá Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at Jákup á Borg fór at verða við í hópinum til steypa- dystin móti 1. deildarfel- agnum Ølstykke, men tá ið alt kom til alt, bleiv Jákup sílaður frá. Hópurin hjá OB til tann dystin taldi upp- runaliga 19 mans, men bleiv síðani skorin niður til 15 mans, og tá var tað mill- um annað Jákup, ið bleiv vigaður og funnin ov lættur. OB leikti á útivølli móti Ølstykke, og talan gjørdist um eina sera málríkan og undirhaldandi dyst, sum tað í síðstu løtu eydnaðist OB at vinna 5-4! Vandamikli OB-framherjin Steffen Højer, ið annars var iva- samur undan dystinum, skeyt fýra tey fyrstu málini hjá OB, men týdningar- miklasta málið gjørdi tó ein annar maður, Søren Berg, tá ið hann stutt fyri leiklok skoraði sigursmálið til 5-4. FC Keypmannahavn, sum ikki hevði Toda Jónsson í hópinum, var eisini á úti- vølli í Farum, har teir leiktu móti superligaliðnum FC Nordsjælland. Liðið hjá Toda vann dystin 4-2, og sambært donskum fjøl- miðlum var talan um eitt framúr gott avrik frá FC Keypmannahavn, sum var ógvuliga sannførandi, hóast onkrir leikarar blivu spard- ir. Serliga var tað suður- afrikanska stjørnan, Sibou- sisu Zuma, ið var óvanliga væl upplagdur. Todi Jóns- son er so smátt komin fyri seg, og í dag skal hann leika á eykaliðnum hjá FC Keypmannahavn, ið skal spæla dyst móti eykaliðn- um hjá arvafíggindunum Brøndby. Gott lutakast fyri FC Keypmannahavn Á miðdegi hósdagin var lutakast um, hvussu leikast skal í fjórðingsfinalunum. Her má sigast, at FC Keyp- mannahavn var rættuliga heppið, tí teir skulu á úti- vølli leika móti 2. deildar- liðnum Skive, ið verður mett sum veikasta liðið, ið er eftir í kappingini. Jákup á Borg og OB vóru ikki eins hepnir og Todi Jónsson og hansara liðfel- agar, tí OB skal á útivølli leika móti oddaliðnum í 1. deild, AC Horsens, har før- oyski landsliðsleikarin, Johan Byrial Hansen, til dagligt leikar. Hetta kann gerast ein rættuliga trupul uppgáva hjá OB, tí AC Horsens hevur verið rættu- liga sannførandi alt kapp- ingarárið. Fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini verða leiktar Skírishósdag 8. apríl, og sjálv finalan verður leikt á heimavøllin- um hjá FC Keypmanna- havn, Parkini, Kristi Himmalfaradag 20 maj. FC Keypmannahavn og OB víðari í donsku steypakappingini Todi Jónsson og liðfelagar hansara í FC Keypmannahavn skulu í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini leika á útivølli móti 2. deildarliðnum Skive savnsmynd tíðindaskriv Leygardagin 27. mars kl. 14.00 skipar Roysnið fyri triðju rennikappingini í ár, Várkappingini í Runavík. Hendan kappingin hevur verið fastur táttur í kapp- ingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Tey, ið hava roynt seg, hava van- liga fingið eina góða tíð á einari slættari og skjótari 10 km rutu. Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennar- arnir á mál við Sjómans- heimið. Luttøkutreytir Luttaka í kappingini kunnu kvinnur og menn, ið eru fødd í 1989 ella fyrr. Kappast verður á 10 km hjá monnum og kvinnum. Eis- ini er ein bólkur fyri veter- anar, t.v.s. tey, ið eru fødd í 1958 ella fyrr. Tilmelding Tilmelding fer fram her á www.athletics.fo innan fríggjakvøldið kl. 20.00. Startnummar verður av- heinta við Runavíkar Sjó- mansheim kappingardagin millum kl. 13.00 og 13.45. Luttøkugjald Luttøkugjaldið er kr. 30,- fyri hvønn, ið verður gold- ið, tá startnummari? verður avheintað kappingardagin. Heiðursmerki Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í bólkunum: - kvinnur (f. 1959-1989) - kvinnur veteranar (f. -1958) - menn (f. 1959-1989) - menn vetaranar (f. -1958) Árliga Várkappingin í Runavík 27. mars C M Y K 26