mánadagur 15. oktober 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ósømiligt og grovt álop á okkara
eldri borgarar Heðin Mortensen!
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum
Nú skal eg ikki avgera hvussu
borgarstjórin
í
størstu
kommunu í landinum velur
at føra sítt valstríð, men tað
er bæði ódámligt og óvirðiligt
at gera eldri fólk bangin og
óttafull bert fyri at profilera
seg til eitt komandi býráðsval
og enntá við eirindaleysum
uppáhaldum um sparingar á
eldraøkinum.
Heðin Mortensen sigur
m.a., at landsstýrið hevur
ætlanir um at niðurleggja
25 búpláss á sambýlum í
Tórshavnar kommunu tey
næstu 3 árini. Hetta er full
komiliga burturúr vón og
viti. Um Heðin Mortensen
hevði eitt sosialt hjarta vóru
hesi orð betur ósøgd. Hvat
heldur tú Heðin Mortensen,
at tey menniskju, sum búgva
í sambýlum í Tórshavnar
kommunu, í tínari kommunu,
sita og føla beint nú?
Tey eru bangin og óttafull
um tað nú verða tey, ið verða
koyrd úr teirra heimi. Eg skal
bert bera tey boðini til hesi
fólkini, ið búgva í sambýlum
bæði í Tórshavnar kommunu
og kring alt landið, at ”ONG
IN VERÐUR KOYRDUR ÚR
SÍNUM HEIMI”, so skuldi
tað verið sligið fast við sjey
tumma seymi.
Talan hevur verið um at
umskipa eitt sambýli í Tórs
havnar kommunu til eitt
dagtilhald fyri dement og
hetta á ein lagaligan hátt,
har ongin bleiv fluttur úr
sínum heimi. Eitt sambýli, ið
varð góðkent, inntil Boðanes
heimið stóð liðugt. Hetta tí, at
mín grunnleggjandi fatan er,
at vanlig ótíðarhóskandi set
hús, sum í flestu førum hýsa
upp í 8 fólkum ikki eru egnaði
sum bústaðir til okkara eldri
borgarar í framtíðini, men
kunnu ístaðin nýtast til eitt
nú dagtilhald fyri til dømis
fólk við demens.
Hetta setti borgarstjórin
seg ímóti vísandi til mangl
andi pláss í kommununi
og tað tók eg til eftirtektar.
Men ístaðin fyri at fara inn
í ein konstruktivan dialog
við landsstýrið um, hvussu
vit kunnu gera tað betur fyri
okkara borgarar í framtíðini,
hevur
borgarstjórin
valt
eina heldur ótraditionella og
ókonstruktiva tilgongd til
málið, har hann skjýtur frá
hond við leysum uppáhald
um.
Kring landið hava vit tó
fleiri frálík sambýli, ið eru
bygd til endamálið, tí komm
unurnar kring landið hava
raðfest eldraøkið ovarliga
og
harvið
givið
okkara
eldri borgarum góðar um
støður. Tað er harmiligt, at
Tórshavnar kommuna ikki
hevur raðfest hetta líka nógv,
og hevur hildið seg til set
húsaloysnir, ið eru at meta
sum lappaloysnir.
Eg meti ikki hetta vera
hóskandi at bjóða okkara
eldri borgarum í 2012. Men
sum við so mongum, tá man
er komin inn í eitt slíkt sam
býli, so verður tað til heimið
hjá viðkomandi, og man
verður glaður fyri at vera har,
kanska einamest, tí vit hava
framúr góð starvsfólk, sum
taka sær av teimum. Hetta
virði eg fult og heilt, og tí
skal ongin verða koyrdur út
úr sínum heimi ímóti sínum
vilja.
Sum longst í
egnum heimi
Samgongan og landsstýrið
hava í figgjarlógini raðfest
umleið 112 nýggj røktar
heimspláss
í
Vestmanna,
Klaksvík og Tórshavn. Her
er talan um nýggjar rað
festingar á fíggjarlógini upp
á áleið 53 mió. kr. brutto. Per
sónliga meti eg, at vit í fram
tíðini ikki eiga at byggja
fleiri nýggj røktarheim, men
heldur stuðla teimum eldri at
búleikast í egnum heimi. Mín
visjón fyri eldraøkið er, at tey
eldri skulu búgva sum longst
í egnum heimi.
Men hetta krevur sjálv
sagt, at fyriskipanir kring
tey eldri verða raðfest, eitt
nú dagtilhald har venjingar
kunnu fara fram og har tey
eldri kunnu vera saman
sosialt. Tí hava vit eisini
sett 7 mió á fíggjarlógina til
endurmenning, sum netupp
skal vera við til at strimbra
tey eldru, so tey kunnu
búleikast longri í egnum
heimi. Harumframt er eisini
neyðugt at byggja fleiri
hóskandi íbúðir til eldri í
sámuligari stødd og við
sámuligum prísi. Bústaðar
politikkur
landsins,
sum
verður almannakunngjørdur
um skamma stund leggur
eisini upp til hetta. At kunna
vera í egnum heimi merkir
somuleiðis, at vit hava eina
vælvirkandi heimatænastu.
Heimatænastan
er
ikki
skerd soleiðis, sum Heðin
Mortensen førir fram. Men
meginreglan fyri, hvussu
tann fíggjarliga fordeilingin
hevur verið, tá ið nýggj
røktarheimspláss eru bygd,
og tað minkar tilsvarandi
í heimatænastuni, er varð
veitt.
Hendan meginreglan bleiv
innførd langt áðrenn mína
tíð sum landsstýriskvinna.
Talan er tó ikki um eina
skerjing á tí samlaðu játt
anini til heimatænastuna
á
fíggjarlógini
komandi
ár, tí samstundis hava vit
lagt upp fyri øktum tali av
eldri í framskrivingunum.
Tó verða sparingar gjørdar
m.a. í leiðslubygnaðinum,
sparingar við nýggjari tøkni
og niðurlegging av dupult
kømrum og evt umskipan av
einum sambýli kann eisini
koma uppá tal. Hetta skal
spara íalt 7 mió. kr
Demens er ein
ovurstór avbjóðing.
Hóast okkum tørvar hagtøl
fyri fyri demens í Føroyum, so
er ein leyslig meting, at talan
er umleið 800 føroyingar, ið
hava demens, og við øktum
tali av eldri borgarum fer
talið at veksa í framtíðini,
og leysliga mett er talið av
fólkum við demens 1600 í
2022. Harumframt skulu vit
minnist til familjuna, ið eisini
verður rakt av, at ein av teirra
gerst
dement/dementur.
Vit verða noydd til at taka
hesa avbjóðing í størsta álv
ara, tí hetta verður ein risa
stór fíggjarlig avbjóðing og
ikki minst ein avbjóðing í
menniskjaligum kapitali.
At tað er skilagott at rað
festa dagtilhald fyri eitt nú
dement
framum
røktar
heimspláss og ótíðarhóskandi
sambýli,
er
dagsprísurin
eisini eitt gott dømi um.
Prísurin fyri eitt ellis- og
røktarheimspláss er umleið
500.000 kr. brutto um árið í
rakstri, meðan prísurin fyri
eitt pláss á einum dagtilhaldi
fyri dement er 125.000 kr.
brutto um árið í rakstri. Tvs
tú røkkur einum breiðari
skara fyri færri pengar, og
tað at tað er møguligt at
búgva í egnum heimi i eitt
longri tíðarskeið.
Tað er vísindaliga prógvað,
at tað ber til at búgva upp í 5
ár longri í egnum heimi við
demens, um tú hevur eitt
dagtilboð
í
dagtímunum.
Somuleiðis avlastar hetta
eisini familjuna, sum er um
tann minnisveika. Eg fegnist
veruliga um, at tað er eydnast
okkum, hóast sera trongu
fíggjarligu
karmarnar
at
fáa 1 mió. til dagtilhald fyri
dement á fíggjarlógina fyri
2013. Hetta fara millum 10-
12 fólk við demens og teirra
familjur at fáa gleði av.
Hvat vilt tú
sjálvur Heðin!
Vanligt var, at tá man førir
valstríð,
førir
man
síni
sjónarmið fram um, hvussu
man ynskir, at eitt øki verður
raðfest. Hvørjar tankar og
ætlanir man hevur á økinum,
nú ætlanin er at geva komm
ununum fulla ábyrgd av
eldraøkinum. Hetta kundi
verið áhugavert at fáa at
vita frá borgarstjóranum í
høvuðsstaðarkommununi.
Hjá borgarstjóranum var
ongin politikkur at hóma á
eldraøkinum, ongar visjónir,
men bert eitt ússaligt álop
á landsstýrið um skerjingar,
sum onki hald hava í veru
leikanum.
Kjak
Bygnaðarbroytingar
í
almannaverkinum eitast
at verða orsøkin til at trý
búfólk á einum sambýli
verða tvangsflutt í hvør
sítt heraðshorn
Vit
avvarðandi
at
trimum búfólkum, sum
skulu flytast ella sum
longu eru tvangsflutt,
umframt
avvarðandi
hjá teimum báðum, sum
skulu vera búgvandi á
adressuni, eru skelkað!
Tey trý fólkini, sum
skulu flytast av adress
uni, hava búð saman
í minst 30 ár og hava
trivist sera væl saman.
Tey
bæði,
sum
ikki
skulu flyta, hava búð í
íbúð í kjallaranum í eini
5 ár og fingið tænastur
og sosialan felagsskap
við tey trý fólkini í erva.
Tey bæði hava eisini
trivist avbera væl undir
verandi skipan.
Men í vár var friðurin
úti! Tí tá byrjaði hendan
flytiprosessin. Leiðarin á
sambýlinum byrjaði tá at
tosa um flytingina uttan
at
kunna
grundgeva
fyri henni. Bara at fólk
ini fóru at fáa tað betri.
Onki um hvussu tey fóru
at fáa tað betri saman
borið við verandi støðu.
Vit avvarðandi mót
mæltu flytingini, tí vit
meta, at tað er valds
misnýtsla at tvangsflyta
fólk, sum ynskja at búgva
saman! Og vit hava mót
mælt til denna dag.
Um fólkini bara blivu
flutt á aðra adressu,
men saman, høvdu vit
ikki havt nakað ímóti
flytingini. Men NEI, tey
skuldu trods den, flytast
eftir
høvdinum
hjá
leiðsluni á sambýlinum
og trivnaðardeplinum.
Starvsfólkini
á
sam
býlinum eru samd við
avvarðandi, at hendan
flytingin er burtur úr
vón og viti. Hetta er ein
maktdemonstratión av
format!
Hóast okkara greiðu
mótmælir, so bleiv ein
persónur fluttur fyri
mánaðum síðani – og
tann flytingin hevur
givið bakslag fyri við
komandi.
Fyrr í vikuni bleiv
næsta búfólkið flutt,
uttan at avvarðandi og
formelli verjin hjá við
komandi fekk nakra frá
boðan fyrrenn seint um
kvøldið eftir at flytingin
var farin fram.
Nú er tískil bert ein
av teimum trimum eftir
í miðhæddini í sam
býlinum og vit stúra
fyri at tað er bara ein
spurningur um tíð nær
leiðslan
tvangsflytir
hann!
Vit avvarðandi hava
verið í sambandi við øll
leiðsluløgini í Almanna
verkinum uttan at tað
hevur eydnast at steðga
hesari kynisku fram
ferðini. Vit meta, at Al
mannaverkið
hevur
prógvað sína ódugilig
heit við at bróta bæði
almennar og innanhýsis
reglur fyri flyting av
búfólki umframt grein
19 í ST-sáttmálanum,
sum sigur at øll fólk
hava rætt til sjálvi gera
av hvar tey skulu búgva
og hvørjum tey vilja
búgva saman við!
Nú er bara lands
stýriskvinnan, Annika
Olsen, eftir. Okkara vón
er, at landsstýriskvinnan
kann steðga NEYÐTØK
UNI av hesum forsvars
leysu menniskjum.
Tvangsflyting
ar á sambýlum
fyri fólk við
menningar
tarni
Vegna búfólkini
Kristina Mortensen, Jóhanna Joensen, Sonja
Overgaard, Tórun Poulsen, Herdis Hofgaard