Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið, sum verður um ein lítlan mán­aða. Ætlananin hjá mær er sjálvandi at verða valdur í bý­ ráðið í Tórshavn, tí at eg haldi tað vera av stór­um týdningi fyri Kollafjørð at hava umboð í býráðnum, sum býr í Kollafirði og tí veit, hvat rørir seg mill­um fólkið í bygdini. Verði eg valdur, so ætli eg mær at fara postivit til verka og veruliga ar­ beiða fyri teimum mál­ um, sum eg haldi vera týdningarmikil fyri menn­ingina av bygdini. Eg ætli, at rødd mín skal umboða fólkið, ið býr í Kollafirði, og hon skal hoyrast í bý­ráð­ num. Harafturat ætli eg mær í tøttum sam­ starvi við komandi koll­ fjarðanevnd at fáa gongd í tey mál, ið fara at gera tað betri og liviligari at búgva í Kollafirði. Eg fari at arbeiða fyri, at fólkið í Kollafirði fær somu kor og somu tænastur sum fólkið í sjálvum høvuðsstaðnum. Hóast eg serliga ætli mær at taka mær av teimum málum, ið viðvíkja Kollafirði, so fari eg sjálvandi eisini at gera alt fyri at fáa loyst tey mál, ið gera Tórshavn til ein enn betri bý at búgva í – og ein høvuðsstað, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av. Tað eru í løtuni serliga nøkur mál, ið eg brenni fyri at fáa loyst. Eg fari í komandi greinum at lýsa hesi mál nærri. Um tit kollfirðingar vilja hava eina sterka rødd, sum veruliga um­ boðar bygdina, í býráðið, so vel Jákup Dam á Lista E. Kollafjørður á breddan kommunuval 2012 Jákup Dam Listi E Eldrarøktin seigpínd Heðin Mortensen borgarstjóri Tað er ikki við mýkindum, sum landsstýrið nú sker burt­ur stórar partar av fíggj­ ar­liga grundarlagnum í eldra­ røktini. Sambært fíggjarlógar­upp­ skotinum, vil lands­stýris­ kvinn­an í almannamálum, Annika Olsen, næstu trý árini niðurleggja fleiri av eldra­sambýlunum. Í Tórshavnar kommunu svarar tað til, at 25 búpláss kunnu verða niðurløgd. Hetta er takkarlønin, nú komm­unan leggur rygg til 100 millióna stóra íløgu í 64 nýggj búpláss á Boðanes­ heim­inum. Men verða sambýli niður­ løgd, hevur íløgan mist ætlaða virkningin á langa bíðilistan á búplássum og – ikki minst – søguliga møguleikan, sum vit nú hava at arbeiða við fyribyrging og rehabilitering á eldraøkinum. Endamálið hjá landsstýris­ kvinnuni sambært fíggjar­ lógaruppskotinum er, at vit skulu hava dagtilhald á sam­ býlunum ístaðin fyri búpláss, tí hetta er bíligari. Nú so. Víst hava vit tørv á dagtilhaldum, men tey veita eingi nýggj búpláss fyri tey, sum verða niðurløgd. Tí hvat við røktini og trygdini um náttina hjá teim­ um, sum nú ikki fáa búpláss? Hesin tørvurin hvørvur ikki av sær sjálvum, men verður bert fluttur heim til eldra røktarkrevjandi borgaran. Og veruleikin sambært fíggjarlógaruppskotinum er bæði eirindaleysur og margháttligur, tí eisini heima­tænastan skal spara. Also er eingin heimahjálp. Her er als eingin saman­ hangur! Færri heitar hendur Men landsstýrið steðgar ikki har. Í skjótt mong ár hev­ur rakstrarjáttanin til røktarheimini staðið í stað. Tá tað í áravís ikki hevur verið lagt upp fyri kostn­ aðar­økingini í sam­felag­num – vaksandi lønir, hækkandi olju- og streymprísur, dýrari matur v.m., so verður játtanin til síðst púra útholað. Og tað er har, vit eru kom­in nú – játtanin er út­ holað og sitrónin pressað til síðsta dropa. Úrslitið av hesi seigpíning er eitt al­ samt fækkandi tal av røktar­ starvsfólkum og ein versn­ andi røktartænasta. Annika Olsen, hvat hugs­ ar tú fyri tær? Skulu tey gomlu av okkara borgarum á røktarheimum nú leggjast í seingini allan dagin kanska við doyvandi heilivági, tí at tit uttan fyrilit skera tær heitu og røktarkønu hend­ urnar burtur – eina fyri og aðra eftir, ár eftir ár? Hondina á hjartað, Ann­ ika, hetta er at hava bind fyri eyguni og ikki vilja síggja veruleikan! Hetta er ikki virðiligt hvørki fyri tey eldru, tey avvarðandi ella røktarstarvsfólkini. Og hetta er á ongan hátt virðiligt fyri almenna myndugleikan – Føroya landsstýrið og Føroya løgting. Sparingarnar hava ítøki­ ligar avleiðingar fyri eitt nú Boðanesheimið, sum letur upp um 3-4 vikur. Heimið er sera væl útgjørt, og ætlanin hevur m.a. verið at hava eitt stórt dagtilhald til eini 60-70 heimabúgvandi eldri. Eitt gevandi og heilsustimbrandi tilboð við endurvenjingum, góðum kosti, ráðgeving og sosial­ari samveru. Men boðini frá almenna mynd­ugleikanum er, at Boða­ nesheimið fær onga játtan til endamálið. Dagtilhaldið hongur tess vegna nú í leysum lofti, og øll tey góðu orðini hjá landsstýriskvinnuni um týdningin av rehabilitering ljóða nú bert sum innantóm tokutala. Har lá einki aftan­ fyri. Eingin útlegging! Er hetta lagið, so verður tað ikki við mær sum borgar­ stjóra, at Tórshavnar komm­ unan yvirtekur eldrarøktina. Eg havi heilt einfalt ikki álit á, at landsstýrið fer at tryggja kommununum tað fíggjarliga grundarlagið, sum eldrarøktin veruliga krevur og á einum tænastustøði, sum sømir seg. Og tað er absolut fyrsta fortreyt, sum skal vera uppá pláss. Hetta álit er longu sera slitið. Landsstýrið brýtur nú um dagarnar allar avtalur í sambandi við útleggingina av barnaverndarøkinum, har gjøld, sum kommunurnar skulu leggja niður í lands­ kass­an, yvir nátt verða tví­ faldað. Soleiðis arbeiðir man ikki. Tórshavn fyri øll Rúni Sundberg Patursson valevni á listanum hjá Framsókn Sannleikin er, at Tórshavn er einasti norðurlendski høv­ uðs­staðurin har fólkatalið mink­ar. Umráðandi er við ný­hugsan, politikarar mugu taka ábyrgd og raðfesta ann­ arleiðis. Trivnaður er ikki bara asfalt, baðiland, standmyndir og ítróttarhallir. Trivnaður er fíggjarligt frælsi! Vit mugu fáa familjurnar, at støðast. Framsókn vil hækka barnafrádráttin úr 5.500 kr upp í 11.500 kr ár­ liga. Hetta er ein hækkan á 500kr í tøkum peningi fyri hvørt barnið um mán­aðin. Samstundis skal barna­frá­- drátturin umskipast sum ein barn­akekkur. Hetta hevur fleiri jalig árin við sær. ... Nýtslan hjá barnafamiljum hækkar. Vinnulívi stimbrast. Fleiri nýggj arbeiðspláss. Fleiri skattakrónur í kassan. Hækkaði barnakekkurin hevur ein kostnað á áleið 28.8 milliónir krónur. Hetta er ein neyðug raðfesting, ið kann gera allan munin hjá barnafamiljunum. Við hesum fáa barnafamiljurnar fíggjarligt frælsi. Tað er alneyðugt at barna­ familjurnar støðast. Taka vit ikki neyðugu stigini nú, fer fólkatalið í kommununi fram­haldandi at minka. Ein høvuðsstaður hevur ábyrgd, Tórs­havnar Kommuna skal ganga fremst í herferðini, at steðga fólkafráflytingini úr Føroyum. Hesum vil eg virka fyri. Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður. Ein av stórstu trupul­ leikunum í føroyska sam­ felagnum er arbeiðsloysi, og serstakliga ungdóms­ arbeiðsloysi. Hóast hetta ger Tórs­ havnar kommuna einki aktivt fyri at basa hesum trupulleika. Komandu árini fer kommunan undir nógvar stórar byggi­ætlanir. Ein nýggj brúgv um Sandá skal byggjast, ætlanir eru um at byggja ein nýggj­ an Vesturskúla, og um man skal trúgva øllum vallyftunum sum vera givin í hesum døgum verur nógv og fjøltáttað byggivirksemi tey næstu mongu árini. Tá kommunan bjóðar stór­ ar byggverkætlanir út eigur hon at seta sum krav í sáttmálunum at byggifyritøkurnar binda seg til at taka eitt ávíst tal av lærlingum alt eftir hvussu stór verkætlanin er. Hesi stig fara at minka munandi um ar­beiðsloysið í komm­ ununi og sam­stundis økt um skattainntøkurnar hjá komm­un­uni. Ynskir tú at basa ung­ dómsarbeiðs­loysinum, so set krossin við Hanus Pál Jógvansson á lista E til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Ungdóms­ar­beiðs­ loysi skal basast Hanus Pál Jógvansson Valevni á lista E til kommunuvalið