mánadagur 15. oktober 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Klaksvík hevur góðar
møguleikar
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri
Sigast má, at hetta gjørdust
fýra gróðrarrík ár. Ar–
beiðsloysið millum lægstu
í landinum, skattinntøkan
hækkaði, fólkatalið øktist,
stórar kommunalar útbygg
ingar vórðu framdar og
kommunubúskapurin kom
aftur á rættkjøl
Tað hevur ongantíð verið
lætt at verið næststørsti
býur í einum landi. Tað er
tað heldur ikki í Føroyum,
tí er so umráðandi, at vit øll
standa saman, draga somu
línu, hóast vit til tíðir kunnu
vera ósamd. Latið okkum
altíð hava í huga, at trýstið
á okkum er hart frá øðrum
pørtum av landinum.
Vit eru so heppin av hava
íverksetarar og vinnulívsfólk,
sum ongantíð hevur óttast
at gera íløgur. Fakfeløg sum
hava skilt hvussu umráðandi
tað er at samstarva við vinn
una, og at hesi hava sett á, tá
ið samráðingar hava verið og
heilt nátúrligt roynt at drigið
so nógv til sín sum gjørligt.
Klaksvík – eitt
sterkt samfelag
Eg má siga, at eg havi fegn
ast um, hvussu okkara ung
dómur
ítróttarliga
hevur
gjørt okkum øll errin av at
vera klaksvíkingar. Eisini
hava góð mentanartiltøk
givið býnum so nógv, her
kann m.a. nevnast Torra
dagar, ein broytt og meiri
áhugaverd Norðoyastevna,
Sjómannadagur og Summar
festivalurin og komandi ár
verður Fish Fair aftur.
Vit sum býráð hava skyldu
til at fylgja upp, men so
sanniliga eisini við arbeiðs
semi og visjónum at skapa
nýggj og meiri framkomin
átøk.
Seinastu fýra árini hava
verið gróðrarrík fyri Klaks
vík. Arbeiðsloysið er um
at vera lægst í landinum,
skattinntøkan er hækkað,
fólkatalið
økist,
stórar
kommunalar
útbyggingar
eru og verða framdar uttan
lántøku. Tað var eitt risatak,
at fáa kommunubúskapin
aftur á rættkjøl eftir at
kommunan ikki hevði frælsi
at handla vegna vánaliga
fíggjarstøðu, men heimildin
lá hjá landsstýrinum. So
fyrsta tíðin fór við at gera
stórar skerjingar.
Nógv skal fremjast
komandi árini
Nógv er fingið frá hond
ini seinastu árini. Talan
er um Skúlan við Ósánna,
nýggja
ellis-
og
røktar
heimið, sum verður liðugt
komandi ár. Stóra arbeiði
á
umhvørvisøkinum,
har
arbeitt verður eftir spilli
vatnsætlanini,
hetta
kostar
milliónaupp
hæddir, Norðhavnin, sum
var sett í verk í 1999, og
sum hevur givið veruligan
dynamikk,
verkætlanin
undir
Kráarbrekku,
sum
varð sett í verk seinast
Fólkaflokkurin sat við róðrið,
og har nú verður arbeitt við
2. byggistigi. Hetta bert fyri
at nevna nøkur fá átøk av
mongum.
Við hesi fyrstu áheitan míni
á tykkum borgarar, bjóði
eg meg fram til at stjórna
býnum komandi fýra árini, nú
stórar verkætlanir liggja fyri
framman: Miðbýarætlanin,
vakstrarætlan fyri Klaksvík,
Skúlin
á
Ziskatrøð,
Svimjihøllin, møgulig víðari
útbygging av Norðhavnini
og aðrar stórar ætlanir.
Tilreiðar til avbjóðingina
Til seinast vil eg nevna,
at tað eru ikki so nógv ár
síðani, at á stovnum hjá
Klaksvíkar Kommunu bert
vóru umleið 40 fólk í starvi,
afturímóti ídag 200. Hetta er
hent ígjøgnum árini, eftir at
kommunan hevur yvirtikið
t.d. barnaansingina, og har
fleiri aðrar ábyrgdir eru
lagdar yvir á kommununar
at taka sær av. Tað ber ikki til
at stjórna býnum eftir sama
leisti, eisini tí, at framtíðin
fer at seta uppaftur størri
krøv. Kanska áttu vit at verið
farin undir hetta risatak fyrr
í setuni, men har var so nógv
sum lá á láni, tí var hetta
nakað útsett.
Góðu klaksvíkingar, latið
okkum standa saman og
verja okkara øki, tí trýstið er
stórt frá øðrum pørtum av
landinum.
Eg eri til reiðar! Eru tit!
NEI til orkustøð sum granna!
Levi Mørk
valevni á Lista C til kommunuvalið
Hvør finnur uppá at leggja
eina dálkandi orkustøð mitt
í einum øki, har fólk búgva,
og børn ganga á stovni? Bara
tað, at minsti ivi er millum
serfrøðingar um skaðiliga
árinið av orkustøðini, er
meira enn ivaleyst til, at
onnur ætlan má leggjast.
Fólk í Hoyvík hava talað at
í stórum tali. Sjálvandi skal
býráðið lurta eftir teimum.
Nú um dagarnar frættist
í útvarpinum, at enn ein
kanning skal gerast av av
leiðingunum av at leggja eina
orkustøð mitt í tætt bygdum
grannalag, har eisini stovnar
fyri børn halda til. Úrslitið
av nýggju kanningini sigst
at skula vera avgerandi fyri,
um fólk í Hoyvík skulu fáa
eina orkustøð sum nærmasta
granna. Orkustøðin, sum ætl
anin er at gera, verður ein
sokalla ískoytisstøð, sum skal
lata hita til fjarhitanetið hjá
Fjarhitafelagnum, tá brenni
støðin á Hjalla og elverkið á
Sundi ikki kunnu lata nóg
nógvan hita.
Takið avgerð um at
flyta orkustøðina NÚ
Í mínari verð er støðan heilt
greið. Orkustøðin skal sjálv
andi IKKI liggja har, sum
upprunaliga ætlanin var at
leggja hana. Kanningar eru
longu gjørdar, sum vísa, at
ein slík orkustøð kann hava
skaðiligt
umhvørvis-
og
heilsuárin bæði fyri vaksin
og børn í økinum. Væl kvali
fiserað serfrøði hevur longu
staðfest, at útlátið frá eini
slíkari orkustøð fer langt
um markvirðið fyri loyvda
dálking eftir nýggjum reglum
í øðrum framkomnum lond
um.
Fólkini í Hoyvík hava tí
tikið heilt greiða støðu. 1.500
av teimum hava skrivað
undir uppá, at tey ikki vilja
hava orkustøðina har, men at
tey ynskja, at hon verður flutt
onkra aðrastaðni. Hví í Guðs
garði skal ein nýggj og dýr
kanning so gerast einaferð
enn? Er ætlanin at blíva
við at gera fleiri kanningar,
til onkur av teimum vísir
ynskta úrslitið? Í mínari
verð er hetta púra burturvið
og spill av skattaborgarans
pengum.
Atlitið at menniskjum
má raðfestast fremst
Ein dálkandi orkustøð hoyr
ir rætt og slætt ikki heima
millum øll fólkini í Hoy
vík. Staðsetingin hjá Fjar
hitafelagnum av orkustøðini
var gjørd fyri nógvum árum
síðani, tá aðrar reglur fyri
dálkingarmarkvirði
vóru
galdandi, men fyritreytirnar
eru broyttar munandi síðan
tá, tí vitanin um skaðaárinið
av slíkum útláti er størri
í dag. Tí er alneyðugt við
nýggjari staðseting.
Eg havi fyrr skrivað um,
at eg eri eg ímóti hesari
verkætlan, og at eg haldi, at
vit skulu finna eitt annað
betur hóskandi stað, møguliga
longri úti á Hjalla. Hetta
merkir helst eyka útreiðslur
hjá Fjarhitafelagnum, men
í mínari verð loysir tað seg
nógv betri í longdini at
velja rættastu loysnina nú,
tí sjálvandi vigar atlitið at
menniskjum – ikki minst
at teim mongu børnunum í
grannalagnum – so nógvar
ferðir meira enn tær lutfals
liga fáu krónurnar, sum tað
kostar eyka at flyta orku
støðina.
Vilt tú ikki hava oman
fyrinevndu orkustøð har,
sum ætlanin er at leggja
hana, so set krossin við Levi
Mørk á lista C. Verið eg aftur
valdur, fari eg at gera alt, sum
stendur í mínari makt fyri at
flyta orkustøðina til eitt betri
stað burtur frá bústøðum og
stovnum.
Áhugin fyri filmi er sera
nógv vaksandi og longu
nú síggja vit talent sum
Heiðrik
av
Heygum,
Sakaris
F.
Stórá
og
Anton Petersen gera seg
galdandi. Sera spenn
andi verður tann 11.
desember, tá ein rúgva
av nýggjum stuttfilmum
hava frumframførslu í
Norðurlandahúsinum
og heiðurslønir verða
givnir.
Tað er mín vón at 11.
desember fer at verða
byrjanin til eitt Havnar
Oscar tiltak og vónandi
leggur støði til ein altjóða
Filmfestival
í
Havn.
Umframt tað listaligu
upplivingina hevur ein
Filmfestivalur
stóran
fíggjarligan týdning fyri
ferðamannavinnuna.
Komi eg í býráðið,
vil eg arbeiða fyri at
bæði Klippfisk og films
listin
fær
munandi
betri umstøður at ar
beiða undir. Partur av
Tórshavnar Kommunu
skúla eigur at verða latin
til filmsvinnuna.
Eg gleði meg til 11.
desember,
til
Svarta
Deyða og til nógvar
nýggjar føroyskar film
ar.
Svarti Deyði
Johan Mortensen
Valevni hja Tjóðveldinum
Svarti Deyði, eg hoyrdi at
hetta er arbeiðstittulin
á stuttfilmi hjá ungum
praktikanti i Kringvarpinum.