Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt av stóru málunum, eg havi brent fyri í býráðnum, er Boða­nes­ heimið. Sum forkvinna í sosialu nevnd havi eg lagt nógvar kreftir í, so at heimið um nakrar fáar dagar kann taka í móti fyrstu búfólkunum. Hetta heim er stórt frambrot, tí við hesum 64 búplássunum skarva vit meginpartin av bíði­ listanum burtur. Men ikki nokk við tí! Við Boðanesheim­ in­um verður endiliga møguligt hjá Tórshavnar kommunu at veita skipað tilboð við samdøgurs­ rehabilitering. Øll vita vit, at eldri fólk ynskja at búgva sum longst í egnum heimi, men skal tað eydn­ast, har lívsgóðskan samstundis er í hásæti, er neyðugt við ymsum átøkum at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku. Eitt týðandi tilboð í hesum er samdøgurs­ rehabilitering. Og øll vita vit, at hetta samstundis hev­ur sparandi ávirkan á út­ reiðslurnar til eldra­røkt sum heild, tí fólk klára at vera longri heima heldur enn at fara á røkt­ar­ heim. Boðanesheimið er sera væl útgjørt til re­ habili­tering. Har verða nú 5 pláss løgd av til sam­ døgurs­rehabili­tering, og heimabúgvandi eldri fáa nú møguleikan at fáa umlætting og end­ur­ venjing millum 3 vikur til 3 mánaðir, kanska longri, alt eftir tørvinum. Á Boðanesheiminum er fakfólk við servitan inn­ an rehabilitering. Eg fegnist stórliga um hetta framstig eins og fleiri onnur fram­ stig á eldraøkinum, sum eg havi verið við til at fremja hetta val­ skeið­ið. Vit steðga ikki her, tí vónandi verða í næstum eisini rehabili­ ter­ingspláss skipað á Tjarnargarði, sum upp­ runaliga ætlanin alla­ tíðini hevur verið. Og við heilsu­stimbr­ andi venjingunum og hollu ráðgevingini, sum Heilræði skipar fyri, ganga vit í Tórshavnar komm­una sanniliga und­ an at fjøltátta tilboðini til tey eldru. Soleiðis skapa vit væl­ferð. Samdøgurs­ rehabili­ tering veruleiki kommunuval 2012 Halla Samuelsen býráðslimur. Valevni Javnaðarflokksins til Tórshavnar býráð Loyndarmálið um rænda Land­sbankan og virðisleysa barnakekkin! Brandur í Dali valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn Jógvan Isaksen krimirit­høv­ undur hevur helst ríkiligt av tilfari, tá hann fer at skriva sína næstu krimi. Fólkaflokkurin á tingi hev­ur rænt landsbankan og Fólkaflokkurin í suður­ streym­oy hevur í einari roynd at geva fjøldini eina tátu, útskrivað ein nærum virðis­leysan kekk ! Størsta PR stunti í nýggj­ ari tíð, er sett í verk av Fólkaflokkinum í suður­ streymoy. Teir hava eisini eina risauppgávu fyri framm­an. Áðrenn 13 No­ vemb­ur skal fjøldin í høv­ uðs­staðnum helst hava gloymt øll skálkabrøgdini sum teirra floksfelagar í Tinga­nesi og Albert Hall hava framt seinastu árini. Tey skálkabrøgdini rúmast so ikki í hesari grein, so eg fari heldur at vísa á, hvat Fólkaflokkurin í Suð­ urstreymoy ger í royndini at fáa fjøldina at gloyma hesi skálkabrøgd. Teir hava sum teir pokers­ pælarar teir eru, valt at fara ”all inn” og satsa alt uppá ein nærum virðisleysan barna­ kekk. At hesin kekkur bert er ein táta, vil eg vísa á her. 1. Fyri at kunna skriva einn kekk uppá kr. 10.000,- má Fólkflokkurin fyrst avtaka barnafrádráttin á kr. 8.500,- Frádráttur sum annars er í komandi fíggjarætlan hjá býráðs­ meirilutanum. Ergo taka teir kr. 8.500,- so teir kunna geva kr. 10.000,- 2. Fyri at kunna geva hesar kr. 1.500,- sum nú eru eftir, vil Fólkaflokkurin ikki geva skattalættan á 0,5 % sum er í komandi fíggjarætlan. Ergo taka teir 0,5% í skatti fyri at kunna geva kr. 1.500,- Nú hava tær flestu barna­ familj­unar nærum einki eftir av barnakekkinum. 3. Øll tey sum ikki fáa barna­ kekk missa ágóðan av skattalættanum sum er í komandi fíggjarætlan, og muga tey sostatt gjalda gildið fyri PR stunti hjá Fólkaflokkinum. 4. Hetta er sjálvandi sera einfalt uppsett. Eg eri væl vitandi um, at tað eru nøkur heilt fá, sum fáa nyttu av kekkinum. Men fyri fjøldina er kekkurin virðisleysur. Hetta er bert enn eitt dømi, um at Fólkaflokkurin gevur við einari hond og tekur við hinari. Eisini er vert at leggja sær í geyma, at Fólkaflokkurin er einasti flokkur í býráðnum, sum ikki vil lækka skatt­ in komandi ár. Teir vilja heldur hækka botn­frá­ dráttin, men har hava teir helst gloymt at botn­frá­ dráttur ikki er málsøkið hjá býráðnum. Mín vón er at veljarin í høv­ uðstaðnum er so mikið at sær komin, at hann 13 Novembur, velur ikki at lata seg blenda av einari mynd av einum virðisleysum kekki. Vónandi velur veljarin heldur at geva Fólkafklokkinum tað revsing, sum teir so væl og virðiliga hava uppiborið fyri síni skálkabrøgd seinastu árini. P.S.: Veit væl at hetta er lítið uppbyggjandi, men tað goyma vit til aðrar greinar ! Leiguíbúðir í Tórshavn Hensia Einarsson valevni hjá lista E. Bústaðarmynstrið her í Før­ oyum hevur í mong Harrans ár verið, at familjur búgva í egnum húsum. Vanliga upp­ fatanin er, at soleiðis ynskja flest okkara at búgva. Men er tað veruliga so? Kann tað hugsast, at tað finnast fólk, sum ynskja at búgva til leigu? Eg kann fyri egna við­komandi viðganga, at vit hava valt at leiga, tí tað hósk­ ar okkum best. Eg rokni við, at um møguleikarnir at leiga vóru betri, høvdu fleiri valt tað. Ein vanlig leiguíbúð er í kjallaranum hjá onkrum øðrum og tað er ógvuliga ym­iskt, hvussu umstøðurnar eru . Tíverri hoyra vit ofta um vánaligar, soppafongdar íbúðir, sum barnafamiljur noyðast at leiga, tí tey eru illa fyri fíggjarliga. Tað eru fleiri, sum ikki hava møgu­ leiga at búgva í egnum hús­ um, tí bankarnir bert vilja geva lán til tey, sum hava tvær hampuliga góðar inn­ tøkur. Tað klassiska familju­ mynstrið við tveimum for­ eldrum við børnum er ikki altíð soleiðis. Vit hoyra dag­liga um familjur, har for­eldrini fara frá hvørjum øðrum. Tá noyðast tey at finna sær okkurt annað at búgva í og tað er ikki altíð so lætt, um ráðini ikki eru góð ella foreldrini ikki hava ein tøkan kjallara. Kommunan hevur nakrar leiguíbúðir, sum vera leigaðar út til fólk, sum onkursvegna eru komin illa fyri. Men hví ikki byggja góðar leiguíbúðir , sum fólk hava møguleika fyri at leiga fyri ein sámuleigan prís? Aðrastaðni er hetta van­ligt, so hví ikki her hjá okkum? Hetta eru útreiðslur, har peningur kemur inn aftur fyri leigu og skapar virk­semi hjá byggifyritøkum og øllum tí, sum hongur við har. Eg haldi, tað er tíð uppá at velja fólk inn í býráðið, sum kenna hendan tørvin. Um eg veri vald í býráðið, fari eg at arbeiða fyri hesum. Gjald fyri valgreinar Vit taka gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu. www.sosialurin.fo