Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Grønt ella svart Rógvi á Rógvu Valeni hjá Tjóðveldi Orkumál er ein týdningar­ mikil samfelagsspurningur. Samfelagið er tengt at orku. Vit brúka orku til hús, heim og arbeiðpláss, til at veita ljós og at reka vinnuna á landi og á sjógvi. Meir enn 90% av orku­ nýtsluni í Føroyum kemur av innfluttum oljuúrdráttun, ið vit noyðast at keypa til marknaðarprís, sum vit onga ávirkan hava á. Tá olju- prísirnir eru høgir, ávirkar hetta alt samfelagið og bæði vinnan og samfelagið verða dýrari at reka. Efturspurningurin eftir olju er vaksandi, samstundis sum tað er vorðið dýrari og truplari at koma fram at oljuni. Ein øgilig orka og pen­ ingalig upphædd skal til fyri at finna, útvinna og raffinera oljuna, at flyta hana um landamørk og goyma hana, áðrenn hon kemur brúkar­ un­um til góðar. Hetta er ein kostnaðar­ mikil og dálkandi loysn og alt tíðir uppá, at oljan verður upp aftur dýrari í framtíðini Avleiðingar Í dag síggja vit ógvusligu avleiðingingarnar av høgu oljiprísunum, har bæði húsar­haldið og vinna eru komin í tungan sjógv og alt samfelagið er vorðið dýrari at reka. Neyðugt er at umskipa okkara orkunýtslu og skifta til varandi orku Vindur, hav, vatn og sól eru varandi og grønar orkukeldur og eru lættari atkomiligar. Tórshavnar Kommuna eigur í nógv størri mun at virka fyri, at vit verða óheft av dýru og dálkandi olju­ nýtsluni. Vit eiga at taka størri atlit og fylgja Kyoto protokollini og minka um CO2 útlátið. Vit eiga at gera tað sum neyðugt er fyri at tryggja eitt reinari umhvørvi, har vit verða meira óheft av dálkandi oljuni. Hetta kundi samstundis elvt til nýggjar vinnur, útvega arbeiðspláss og stimbra gransking og menning av nýggjari tøkni. Grønt ella svart Sum er, eru øll akførini hjá Tórshavnar Kommunu ben­ sin- ella diesel drivin. Tí ber til at staðfesta at Tórshavnar Kommuna í dag dálkar um­ hvørvið óneyðuga nógv. Hetta eiga vit at broyta, so flest møgulig akfør hjá Tórshavnar Kommunu verða skift til el-drivin akfør. El-bilur Ein el-bilur umsetur uml. 90% av orkuni til framdrift, har ein bensin ella dieselbilur sjálvdan umsetur meiri enn 30% av orkuni til framdrift. Kraftin í el-bilunum er eins góð sum tann í bensin og diesel bilum. Eitt el-akfar dálkar minni og fær meiri burtur úr orkuni og er tað tískil eisini ein fíggjarligur fyrimunur. Tað eru nógv góð dømir um, at tað loysir seg at skifta til el-akfør Post Danmark er í ferð við at skifta út til el-akfør. Taxa 35 í Dk og Yellow Cab í NY skifta stóran part av dieselbila-flot­ anum út við el- bilar. PostNord hevur ein flota, ið telur einar 3000 el-akfør og er ein av størstu fyritøkum í Europa, ið brúkar el-akfør. Tað verður granskað nógv í varandi orku og el- ak­førum og grannalondini eru góð fyridømi í orku­poli­ tikkinum. Hetta kunnu vit læra av. Kommunan eigur at vera ein fyrimynd í grøna leist­ inum Lat okkum fara til verka nú og í størri mun gerast óheft av oljuni við reinari og bíligari orku. Tórshavnar Kommuna eig­ ur at tryggja verandi og kom­ andi borgarum eina framtíð í einum rein­ari umhvørvi, har komm­un­an førir ein tryggan og burðadyggan fíggjar­poli­ tikk. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar komm­unu varð spurd, um hon vildi stuðla Áskoðara­virðis­ lønina, sum nú skal lat­ ast einum føroyskum stutt­filmi á hvørjum ári. Vit høvdu málið fyri á fundi mikudagin, og tá varð einmælt samtykt at játta 15.000 krónur til virðislønina, sum verður latin føroyska filsmdagin 11. december. Hetta skal síggjast sum ein liður í býráðsins vilja til at stuðla upp undir føroyska filmslist og føroyska filmsgerð. Tórshavnar komm­ una hevur í fleiri ár verið góður stuðul hjá f i l m s ­ve r k s ta ð n u m Klipp­fisk her í Havn, og vit halda, at so væl er komið burturúr, at tað er ikki meir enn nattúrligt, at vit luttaka í Áskoðaravirðislønini. Tað serliga er við eini slíkari virðisløn, at tað verður publikum, sum ræður. Tað verða ikki tey ella teir á Par­ nass­inum, sum út frá sínum fortreytin fara velja vinnara, men tann almenningurin, sum møtir upp í Norður­landa­ húsinum 11. desember á hvørjum ári. Vit halda, at tað er ein góð viðurkenning at fáa herðaklapp frá al­ menninginum. Tann størra og meiri fakliga virðislønin Geyt­ in verður uppkallað eftir Herálvi Geyta, koll­firð­ inginum, sum ferðaðist um landið alt og vísti film. Eg haldi, at navnið er væl valt. Tað kundu iva­leyst verið nógvir films­ áskoð­arar at kalla upp, men satt at siga, so haldi eg, at heitið Áskoðara­ virðislønin er eitt gott heiti. Tað sigur nágreiniliga, at talan er um eina heið­ ursløn, sum áskoðarar­ nir taka avgerð um – millum teir filmir, sum verða á skránni før­oyska filmskvøldið, tá virðis­ løn­irnar verða latnar. Fari vegna menta­ mála­nevnd­ina at ynskja tykk­um góða eydnu við átakinum og við films­ listini sum heild. Hvør ið fær virðislønirnar fáa vit fyrstu ferð at vita um tveir mánaðar. Áskoðara­ virðisløn fyri føroysk­ an film Jógvan Arge formaður í mentamála- nevnd Tórshavnar býráðs Perlan verður endurreist á gomlu grundini Leivur Thomsen Nei, tað verður hon helst ikki. Men grundin við Mylnugøtu hevði riggað væl til ein uttandura pall í framtíðini, tá ið bilferðslan einaferð verð­ur avmarkað í økinum. Breið semja tykist vera um, at spælistaðið verður Reinsa­ ríið í Tórsgøtu. Har er pláss til eini 150 fólk. Eisini er í serligum føri møguleiki fyri at víðka um hetta við einum tjaldi á økinum fyri framman - júst sum vit gjørdu, tá ið vit í felagnum Mentón skipaðu fyri marathonkonsert har í 2010. Arkitektastovan hjá May­ finni Norðoy hevur gjørt tekningar til nýggja spæli­ staðið, og klárt er at fara í gongd. Sagt verður, at bert tey formligu loyvini eru eftir, so sum brunagóðkenning. Men hygg - nú, so nógv tíð er fráliðin, trúgvi eg ongum, fyrr enn eg síggi tað við egnum eygum. Hóast sagt verður, at tað gongur fínasta slag, er onki garanti fyri, at spælistaðið veruliga kemur. Tí er umráðandi, at man fylgir gongdini til enda - og tað fari eg at gera. Sum útlærdur tónleikari er hetta eitt av mínum náttúrligu hjarta­ málum, sum eg fari at trýsta á fyri at fáa ígjøgnum. Eg spældi annars í Reinsa­ ríinum til eina móttøku í 2008 stutt áðenn seinasta býr­áðsval. Borðreitt varð við pinnamati og "perlandi" víni, tá ið borgarstjórin, hábærs­ ligur, trein fram og bedýraði, at nú høvdu tónleikarar í høv­uðsstaðnum endiliga fingið sítt kæra spælistað. Ja, mong vóru (brotnu) val­ lyftini, vit hava bíðað, og enn er onki hent, so nú stilli eg bara upp. Og um so skuldi verið, stilli eg eisini gjarna upp (við stemmaðum gittara) til at spæla til ENN eina móttøku - og hesuferð verður tað veruleiki! Vit hava hópin av evna­ rík­um tónleikarum í komm­ un­uni, men umstøðurnar eru ikki tær bestu. Tað er eitt av mínum (sjálvsøgdu) hjarta­ málum at betra um tær - ikki bara viðvíkjandi spælistaði, men eisini øllum møguligum øðrum viðurskiftum. Umframt tónleikin havi eg eisini nógv annað uppá hjarta - meiri um hetta seinni. X miðbý, X mentan og list, X Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari, Tjóð­veldi Les fleiri greinar hjá mær her:http://www.facebook. com/LeivurThomsenValevn iFyriTjodveldi