Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Bylgjurnar ganga høgt, eftir at landsstýrið hevur boðað frá, at tað arbeiðir við at gera tað møguligt hjá føroyskari vin­nu at fáa útlendska arbeiðs­megi til landið, hóast nógv fólk ganga arbeiðsleys. Í løtuni er eitt mark fyri, nær arbeiðsmegi úr Euro­pe­ iska Samveldinum (ES) kann koma til landið at arbeiða. Er arbeiðsloysið í Føroyum hægri enn 3,5 prosent, ber ikki til at fáa ES-borgarar til Før­oya at arbeiða. Og í løtuni er arbeiðsloysið í Føroyum um­leið 5,5 prosent. Hetta halda arbeiðs­gev­ar­ ar­nir verða so avmarkandi, at tað gongur út yvir vøksturin í samfelagnum. Orsøkin er, at ávísar vinnugreinar mangla faklærd fólk, og tá nytt­ar ikki at fara at leita mill­um tey arbeiðsleysu, sum í stór­ an mun eru ófaklærd. Tí má vinnan hava møguleikan at senda boð eftir útbúnari út­ lends­kari arbeiðsmegi, tá ið tørv­ur er á tí. Samtak, sum umboðar 8000 løntakarar, heldur hin­ veg­in, at tað er at halda tey arbeiðsleysu fyri gjøldur, um 3,5 prosent markið nú skal av­takast, samstundis sum eini 1500 føroyingar ganga arbeiðs­leysir. Men møguliga kun­nu onkur undantøk ger­ ast fyri háspecialiseraða arbeiðs­megi. Mangla skikkað fólk Landsstýrismaðurin í inn­ lendis­málum hevur sagt við Útvarpið, at lands­stýr­ið arbeiðir við at endur­skoða treytirnar fyri, nær út­lendsk arbeiðs­megi kann koma til land­ið, og lands­stýris­ maðurin í vinnu­mál­um var av­gjørd­ur, tá ið hann segði við Útvarpið, at 3,5 prosent mark­ið átti ongantíð at verið kom­ið og eigur at verða av­ tik­ið aftur. Hetta er eisini sjónar­ miðið hjá Vinnu­húsinum, sum um­boð­ar stóran part av før­oysk­um vinnulívi. Har halda tey, at tað gong­ur út yvir vøkst­ur­in í sam­felag­ num, tá tað ikki ber til at fáa útlendska ar­beiðs­megi til landið. - Fjórða hvør byggi­fyri­ tøka metir, at atgongd til skikk­aða arbeiðsmegi er ein avmarking fyri teirra virk­semi. Trupulleikin er, at tann arbeiðsmegin, sum er ar­beiðs­tøk í løtuni, ikki pass­ ar til tann eftirspurning, sum arbeiðsgevarar hava. Tí er neyðugt at hava meira smid­lig­ar reglur fyri, hvussu skikk­að útlendsk arbeiðs­ megi kann koma til Føroya, sig­ur Vinnuhúsið. Víst verður á, at tað nyttar lítið, at ein byggi­fyri­ tøka í Havn hevur tørv á elektrikarum, meðan ófak­ lærd eru tøk aðrastaðni í landi­num. - Atgongd til skikkaða arbeiðs­megi er altavgerandi, um føroyskar fyritøkur og før­oyska samfelagið skulu menn­ast. Væl útbúnir út­ lend­ingar, ið koma til landið, eru við til at skapa vøkstur og vælferð í Føroyum, sum bæði vinnulív og samfelag njóta gott av. - Um reglurnar fyri at fáa skikkaða útlendska ar­ beiðs­megi til Føroya eru ov avmarkandi, gongur tað út yvir vøksturin í sam­ felag­num sum heild, og tað hevur eingin áhuga í. Ætlanin er als ikki at lata slúsurnar upp, men at geva føroyskum fyri­tøkum møguleika at vaksa við at kunna seta væl kvali­fi­ser­aða arbeiðsmegi, sum ikki finst her á landi framman­undan, í starv, sigur Vinnu­húsið, sum mælir til, at 3,5 prosent markið verður av­tik­ið. Heldur undantøk Sam­tak, sum umboðar einar 8000 løntakarar, vil ikki hoyra talan um, at 3,5 prosent markið skal avtakast, men hin­veg­in kundi Samtak tikið und­ir við, at onkur undantøk vóru gjørd frá hesari reglu. - Um tað veruliga er so, at tað eru nøkur fá fólk við ser­lig­um førleikum, sum mangla í ávísum vinnum her á landi, kundi hetta verið loyst við at gjørt undantøk frá regluni um útlendska arbeiðsmegi, men generella markið skal ikki takast burtur, sig­ur Son­ja Jógvansdóttir, sam­skip­ari hjá Samtak. - Eg rokni við, at 95 pro­ sent av størvunum í Før­ oyum kunnu mannast við før­oyskari arbeiðsmegi, men verð­ur 3,5 prosent markið av­tikið, so er vanda fyri, at partar av vinnuni fara at taka bíligari útlendska ar­ beiðs­megi fram um ta før­ oysku, og tað er eingin orsøk at geva teimum møguleika til tað, sigur hon. Sonja Jógvansdóttir vísir á, at flestu av útlendingum, sum eru komnir til landið, átaka sær ófaklært arbeiði sum at vaska, arbeiða í fiski ella at verða umborð á skip­ um. - Hava vit brúk fyri serliga útbúnari arbeiðsmegi, skal tað bera til at fáa hesa til landið, og vit eiga eisini at verða nógv betur til at brúka før­leikar og útbúgvingar hjá út­lendingum, sum koma til Før­oya. Ofta vilja vit ikki hava tey í faklærd størv, tí tey ikki hava tikið eina út­ búgv­ing her á okkara leið, sig­ur hon. Mangla fólk hóast stórt arbeiðsloysi Arbeiðsmarknaður Arbeiðsgevarar vilja hava útlendingar til Føroya at arbeiða, hóast 1500 fólk eru arbeiðsleys, tí tørvur er á faklærdum fólki. Samtak vil ikki hoyra talan um broyta treytirnar, sum siga at ES-borgarar ikki kunnu koma til Føroya at arbeiða, um arbeiðsloysið er størri enn 3,5 prosent, men Samtak kann møguliga góðtaka onkur undantøk frá hesari reglu Leo Poulsen Ein lýsing eftir lærlingum gav einki úrslit fyri Hotel Før­oyar. - Vit hava í løtuni átta lær­ ling­a­r, men kundu saktans hug­sa okkum einar fýra aftr­at. Trupulleikin er bara, at eingin áhugi er millum før­oyskan ungdóm fyri læru­ plássi í okkara vinnu, sigur Jo­han­nes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum. Hann undrar seg í tí sam­ bandi um, hvar næm­ing­ar­nir, sum fáa útbúgving á kokka­ skúla­num í Klaksvík, blíva av. - Í summar tóku 22 kokka­næmingar prógv á kokkaskúlanum í Klaks­vík, men hóast tað var eing­in áhugi fyri einum lær­linga­ pláss­ið á Hotel Føroyum. Tað sam­svarar eisini illa við eitt stórt ungdóms arbeiðsloysi, at eingin hevur áhuga fyri einum lærlingaplássi, sigur Johan­nes Jensen. Innan hotelvinnuna eru tað serliga lærlingar innan kokka­starvið, tænarar og mót­tøku­fólk, ið talan er um. - Vit kundu saktans tikið kokka­lær­ling­ar, einar 3-4 tænaralærlingar umframt móttøkulærlingar, men tað er tungt at fáa umsóknir inn. Áhug­in tykist ikki serliga stór­ur, sigur Johannes Jen­ sen. Kortini hevur hbotellið liggj­andi fimm umsóknir, men tær eru ikki frá føroyingum. - Hetta eru næmingar úr donskum skúlum, sum hava søkt um lærupláss hjá okkum. Talan er um fýra kokkalærlingar og ein tænara­lærling, og tað mugu vit so taka støðu til nú, sigur Johan­nes Jensen. ALS lokkandi Sambært stjóranum á Hotel Føroyum er tað tungt yvir­ høv­ur, at fáa fólk at støðast í hotel­vinnuni. - Okkara vinna er ein lág­ løn­ar­vinna og tað merk­ir, at munurin á einari mán­ að­ar­løn á Hotel Føroyum og útgjaldinum frá ALS ikki er so stórur. Og eg má bara taka undir við Niels Morten­sen tá hann sigur, at fólk velja heldur ALS fram um eitt starv hjá teimum, tí vit uppliva tað sama, sigur Johan­nes Jensen. Hann heldur, at ALS í summum førum er í so lokk­ andi. - Forvinnur tú 35.000 krón­ur um mánaðin og so end­ar í ALS, so er tað nakað, sum merkist. Men fyri okk­ ara vinnu gerst munurin so lítil at fólk í fleiri førum held­ ur velja ALS fram um starv hjá okkum, sigur Johannes Jen­sen. Hann ivast tí í, um skipan­ in ikki er í so lokkandi í før­ um. - Hetta samsvarar eisini illa við at vit hava eitt stórt ung­dóms arbeiðsloysi, sam­ stundis sum tað er so at siga ógjør­ligt at fáa lærlingar tikl hotell­ið. Og so verður eisini lagt lok á innflutningi fyri út­lendskari arbeiðsmegi, sig­ ur Johannes Jensen. Eitt annað, sum kundi verið ynskiligt, var ein skip­ an við vaksnamanna læru­ plássum. - Tað átti at borið til í samstarvi millum ALS og vinnu­na at skipa fyri vaks­ na­man­na lær­linga­pláss­um, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórs­havn. Fólk velja ALS fram um starv - Eg má bara taka undir við Niels Mortensen tá hann sigur, at fólk velja ALS fram um eitt starv, tí tað merkja vit eisini, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn Johannes Jensen heldur, at lítið samsvar er millum stóra ungdóms arbeiðsloysið og so tann veruleika, at eingin lærlingur fæst til Hotel Føroyar