mikudagur 17. oktober 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Men slíkt arbeiði er ikki bara
dansur á rósum. Upplivingarnar
eru ikki bara góðar, tí sløkkiliðs
fólk koma eisini út fyri tí ringasta.
Ringar og syrgiligar ítøkiligar
hendingar
leggur
Annfinn
Reinert ikki í at tosa um.
Hann sigur tó, at hann fyri tað
mesta hevur dugað ikki at tikið
tað syrgiliga ov langt inn at sær.
- Sjálvandi hava vit samkenslu,
tá ið fólk missa, men vit mugu
duga at halda tingunum frá hvør
øðrum, tí sløkkiliðsfólk skulu
fyrst og fremst gera sítt arbeiði.
Tá ið ógvusligar vanlukkur av
eldi hava verið, hava sløkkiliðs
fólk onkuntíð fingið kreppuhjálp
í boði.
Men tað hava eisini verið posi
tivar upplivingar.
- Tað besta hevur verið, tá ið
vit hava verið boðsendir, og alt er
spælt væl av.
Annfinn Reinert heldur tað var
sera gott, at funnið var uppá at
hava árliga venjing á Landssjúkra
húsinum. Tann fyrsta var í 1968.
- Á Landssjúkrahúsinum eru
altíð so nógv menniskju, og tað
ræður um, at øll starvsfólkini
kenna húsið.
Ein hørð uppgáva
Ein hending, sum hevur brent
seg í minni hansara, er, tá ið eldur
í 1973 var í franska trolaranum Le
Wimereux, sum lá nakað sunnan
fyri Føroyar, 40 fjórðingar úr
Borðuni.
- Vit fingu boðini klokkan
hálvgum átta um morgunin og
fingu beinanvegin fatur á Tróndi,
sum Mjolkaforsýningin átti og
koyrdu pumpur, skúm, slangur
og annað umborð.
Veðrið var rímiliga gott, tá ið
Tróndur legði frá landi við sløkki
liðinum umborð, men veðrið bara
versnaði, tað var ógvuliga óslætt,
so allir menninir fingu sjóverk.
- Men vit komu fram til trolar
an, og hann reyk allur, sum hann
var. Teir á Tróndi royndu at fáa
samband við skiparan, men teir
dugdu ikki franskt, og hin dugdi
ikki enskt, sigur Annfinn Reinert.
Men so kom danska tyrlan,
annar maðurin dugdi eitt sindur
av fronskum, og hann varð lorað
ur niður á trolaran.
- Vit settu bát út av Tróndi í øll
um illveðrinum fyri at fáa fólk um
borð á trolaran, men dekkið var
so kolandi heitt, at vit ikki fingu
gingið á tí. Vit royndu so at pumpa
sjógv umborð og høvdu nóg mikið
bara við at pumpa dekkið.
Fýra menn vóru saknaðir
umborð, men ikki slapst niður í
skipið, har menninir vóru. Eldur
var í forskipinum, og teir spræn
du so nógv skúm umborð, sum
teir hildu vera neyðugt.
Danska sjóverjan vildi hava
franska trolaran at sigla til lands
í Føroyum, men skiparin noktaði
og vendi, men løtu seinni vendi
hann kortini og varð lagdur á
molan í Havn.
- Tá fóru vit umborð at sløkkja
og at leita eftir teimum misfarnu
monnunum, sum vit funnu, og
skipið varð sløkt. Tað var eitt
drúgt átak, frá klokkan hálvgum
átta um morgunin til middags
dagin eftir.
Tvær vikur út í eitt
Árið eftir var aftur ein minn
ingarrík uppgáva.
Sandbáturin Ása II sakk á
Hulki á Strondum, og sløkkiliðið í
Havn fór avstað við pumpum.
- Báturin lá á botni, og vit
stríddust í fjúrtan dagar, tí tað
var so vánaligt veður. Eina ferð
eydnaðist at fáa hana upp og
binda hana, men so kom aftur
illveður, hon sleit og fór aftur til
botns.
Har var hon liggjandi.
- Ein bensinpumpa koyrdi í
fjúrtan dagar. Gott at bensinið tá
ikki var so dýrt sum nú.
Framstig eftir framstig
Eitt stórt framstig var, tá ið
sløkkiliðið í 1975 fekk nýggjan
tangabil, sum tók 6000 litrar.
Brandpostarnir tá vóru undir
jørð, og summir riggaðu illa.
Somuleiðis var tað eitt stórt
framstig, tá ið fyrsti stiga bilurin
við 30 metra høgum stiga kom.
- Vit hugsaðu serliga um stóru
bygningarnar Landssjúkrahúsið
og Hotel Føroyar, sum tá var á
Kongabrúnni.
Bilurin
kostaði
780.000 krónur, og tað var ómeta
liga nógv tá. Bilurin var ein góður
tryggleiki, tí hendi okkurt, vistu
vit, at vit kundu bjarga fólki.
Tá í tíðini vóru ofta boð eftir
sløkkiliðnum at pumpa skip, tí
træskipini vóru í so vánaligum
standi. Nú er lítið av slíkum upp
gávum.
Aftur fyri hevur sløkkiliðið
ofta verið og pumpað olju upp av
sjónum.
- Tað var nakað, sum veruliga
argaði meg, men tað hendir tíbet
ur heldur ikki so ofta longur.
Annfinn Reinert hevur ikki
gjørt sær so nógvar tankar um,
hvat hann fer at gera í framtíðini.
- Men havi eg heilsuna, fari eg
í hvussu er ikki at keða meg, sigur
hann.
í meldrinum
Havi eg heilsuna, fari
eg ikki at keða meg