mikudagur 17. oktober 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvið
er ikki fyri
veikar sálir
Randi Jacobsen
Tá ið boð eru eftir sløkkiliðnum í
Havn, er bilurin hjá átaksleiðara
num altíð fyrstur avstað.
Annfinn Reinert, sum í mong
ár hevur verið átaksleiðari, hevur
ofta sitið í hesum bili.
Men tað er hann ikki longur, tí
1. oktober fór hann frá við eftirløn
68 ára gamal eftir at hava starvast
hjá sløkkiliðnum í 45 ár.
Annfinn Reinert er ein maður,
sum altíð hevur nógv jørn í eldi
num, og eingin vandi er fyri, at
hann fer at keða seg.
Fyri hann var tað púra natúr
ligt at fara frá nú, tí kommunan
hevur tann politikk, at fólk skulu
fara frá, tá ið tey eru 67 ára gomul
fyri at lata yngri fólk sleppa fram
at.
Síðan hann gavst, hevur hann
havt nógv um at vera. Anfinn
Reinert hevur seyð í Norðadali
saman við brøðrunum, har teir
saman eiga húsini hjá ommuni
og abbanum.
Í Havnardali hevur hann eina
leigutrøð, sum nøkur kríatúr
ganga á.
Um góðar tvær vikur koma vit
inn í november, sum er harutíð.
Annfinn Reinert hevur alt sítt lív
skotið harur.
Og mangan er hann úti á fjøll
unum á rossabaki.
- Og so er altíð okkurt at tríva í
við húsini, sigur hann.
Biðin um at søkja
Tað kann næstan nevnast tilvild,
at Annfinn Reinert í 1967 kom inn
í sløkkiliðið í Havn.
Hann var 22 ára gamal.
Ein dag var hann í Norðradali
og arbeiddi upp á yvirtromina
á húsunum hjá ommuni og
abbanum. Tá kom varaleiðarin í
sløkkiliðnum á vitjan. Hann segði,
at farið varð at søkja eftir fólki til
sløkkiliðið og mælti honum til at
søkja.
Annfinn Reinert so gjørdi, og
nakað eftir varð hann saman við
fýra øðrum settur í starv.
Brandstøðin í Varðagøtu var tá
rímiliga nýggj.
Útgerðin hjá sløkkiliðnum tá
var einki at reypa av.
-
Vit
høvdu
nakrar
fáar
pumpur, tveir gamlar bilar og
ein páhangarastiga, sum var 18
metrar langur. Tað tók alt ov
langa tíð at fáa hann upp, tí hann
skuldi vindast av tveimum monn
um. Tíbetur var ongantíð brúk
fyri stiganum, men vit nýttu
hann í venjingum.
Í 1968 fekk sløkkiliðið sín fyrs
ta veruliga brandbil, ein Ford, sum
tók 2000 litrar.
Annfinn
Reinert
minnist
eina eldsløkking, tá ið hann varð
brúktur, og hann virkaði væl.
- Sløkkiliðið taldi tá 20 menn,
og nú eru teir 26, men sigast skal,
at tá var tað ikki fulltíðarstarv at
vera brandmaður.
Í 1971 vórðu teir fyrstu fýra
settir í fast starv, og so við og við
vórðu hinir fulltíðarsettir.
Fólkið støðist
Fleiri av monnunum í sløkklið
num hava verið har í áravís.
- Eg havi trivist væl. Annars
hevði eg ikki verið á sløkkiliðnum
øll hesi árini.
Men viðhvørt var tað stríggið.
- Vit vóru ofta órógvaðir um
náttina, arbeiddu alla náttina og
so til annað arbeiði morgunin
eftir. Ikki allir toldu tað líka væl,
og hetta kravdi eisini stórt for
stáilsi frá familjuni.
Tað var ógvuliga bundið, tí var
eldur í, noyddust allir at leypa
avstað. Soleiðis var tað bara, og
eingin kundi vitað framman-
undan, nær nakað hendi.
Seinni er skipanin broytt,
soleiðis at helvtin av liðnum hev
ur frí í senn og skal ikki leypa
avstað, um okkurt er.
Annfinn Reinert sigur, at áðr
enn fólk søkja inn á sløkkiliðið,
skuldu tey gera sær greitt, at
tað óvæntaða altíð kann henda.
Kunnu tey ikki góðtaka slíkar
umstøður, eiga tey ikki at søkja.
Uppliva gott og ilt
Summir søkja helst til sløkkiliðið,
tí tey halda tað vera spennandi.
í meldrinum
Tað besta var at fáa fráboðan um eld, og alt spældi væl av, sigur Annfinn Reinert,
sum eftir 45 ár i tænastu er farin frá sum sløkkiliðsmaður í Havn