Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Politiið er altíð til staðar, tá ið landsdystir eru, og síggja poli­tist­ar­nir bilar standa park­er­aða­r ólógliga, verður bláa girokortið við kravi um park­er­ings­gjald lagt undir rút­in. Til landsdystin fríggja­ kvøld­ið vórðu 39 gjøld skriv­ að, og í gjárkvøldið 22 gjøld í Gundadali. Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslupolitiið heldur ikki, at tað er nógv, tá ið hugs­ að verður um, hvussu bilar standa parkeraðir til van­lig­ ar dystir sunnudag í Gunda­ dali. Men tá er poli­tið ikki har og skrivar bøtur. Hann heldur tað vera vánaligt, at fólk skulu troka seg so nær vøllinum við bili­num. Samanborið við stadion í grannalondunum hev­ur Tórsvøllur fleiri park­ er­ings­pláss innan fyri ein ávís­an radius. Fleiri parkeringspláss eru við Tórsbreyt, og er dyst­u­rin um kvøldið, ber til at seta bilin við SMS, tá ið handlarnir hava latið aftur. - Maskinskúlin er eisini inn­an fyri hendan radius, sig­ur Jan Fossaberg. Hann skilir ikki, at fólk skulu vera so trek at ganga, tí fara tey til dyst, mugu tey kort­ini vera væl ílatin. Eisini ber til at fara við Buss­leiðini í Gundadal og lata bilin standa heima. - Fólk eru beindovin. Eg veit um fleiri fólk, sum búg­ va nærindis Gundadali men kort­ini taka bilin við. Jan Fossaberg heldur tað ikki líkjast nøkrum, at fólk park­era á gongubreytum. Gongu­breytirnar eru til fólk at ganga á, og standa bilar á gongu­breytini, mugu fólkini út á vegin fyri at koma víðari. Hann nevnir eisini, at onkun­tíð hava bilar staðið fyri til atkomu niðan til ovaru høll. Tað er hent, at spæl-arar hava fingið skaða á ovara vølli, og sjúkrabilur ikki er sloppin til vøllin. - Slíkt má ikki henda, sig­ ur Jan Fossaberg. Fleiri fingu parkeringsheilsan Yvir 60 bilar fingu girokort undir rútin fyri ófantaliga parkering í sambandi við landsdystirnar móti ávikavist Svøríki og Írlandi Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur í morgun tos­að við Arngrím Hansen, sum hendan túrin er skipari á Tróndi í Gøtu, ið framvegis er á makrelveiði. Tróndur í Gøtu partrolar saman við Fagra­bergi, og tá vit frættu í morgun, vóru teir staddir einar 70 fjórðingar eystur úr Fugl­oynni. Har tættast er til fiski­mark­ið, eru 34 fjórðingar í markið til ES- sjógv. Ikki liðugt Í gjárkvøldið bar Dag & Vika tey tíðindi, at makrelveiðan í føroyskum sjógvi er av á hes­um sinni, men hetta er ikki heilt rætt. - Fagraberg hevur júst hál­að, eftir at vit hava havt tóv­að saman í einar 7-8 tím­ar. Veiðan í hesum háli ligg­ur um 55 tons, og alt er makrel­ur. Hetta er heldur lítið. Hevði talan verið um tað tví­falda, hevði hetta verið góð veiða. Arngrím Hansen vísir á, at nú sigur hann gott veður teir næstu tveir dagarnar, og ætlanin er at vita, um tað ikki ber til at fáa nøkur tons av makreli aftrat. - Vit fara at gera onkra roynd aftrat, nú Jupiter og Finnur Fríði eru inni og landa. Jupiter liggur á Tvør­oyri og landar umleið 1300 tons av sild, og Finnur Fríði landar sild og makrel í Kolla­firði. Hann sigur, at Finnur Fríði hevur umleið 1100 tons av sild og stívliga 400 tons av makreli, sum er góð veiða. - Vit partrola sum nevnt saman við Fagrabergi í løtuni, og teir hava umleið 200 tons av makreli, leggur Arngrím Hansen aftrat. Hann veit eisini at siga, at onnur skip, sum fiska og leita eftir makreli, eru norðrari í føroyskum sjógvi, og hesi eru eitt nú Norðborg, Christian í Grótinum, Atlantsfarið, Phoenix og Ran. Sildin gongur eystur eftir Arngrím Hansen sigur, at sildin, sum skipini hava fingið eystarlaga í føroyskum sjógvi, gongur skjótt eystur yvir móti norskum sjógvi. - Mynstrið við sildini seinastu árini hevur verið, at sildin hesa tíðina av árinum gongur eystureftir. Hinvegin er ikki vist, at vit ikki eisini kunnu finna sild, sum er vestari á og hevur longri veg í norskan sjógv. Skiparin vísir á, at ein annar møguleiki er, at skipini finna sild norðuri í altjóða sjógvi. Skiparin í Tróndi í Gøtu sigur, at føroysku uppsjóvarskipini eisini kunnu fiska ein part av síni sildakvotu í norskum sjógvi, tí avtala er millum londini um sildina. - Hvussu leingi, vit kunnu fáa makrel aftrat í føroyskum sjógvi, er sjálvandi óvist, og tað er eisini óvist, hvussu leingi føroysku skipini fáa sild í føroyskum sjógvi. Arngrím Hansen sigur, at prísurin á sild er rímiliga góður í løtuni, og tí verður spennandi teir næstu dagar­ nar og vikurnar, hvussu hetta fer at taka seg út, sigur Arngrím Hansen. 55 tons av makreli í einum háli í morgun Tróndur í Gøtu og Fagraberg partrola, og í morgun hevur Fagraberg hálað, eftir at skipini hava tóvað í einar 7-8 tímar. Veiðan var 55 tons av makreli. - Nú sigur hann gott veður í einar tveir dagar, og vit fara at gera onkra roynd eftir makreli aftrat, sigur skiparin á Tróndi í Gøtu av fiskifeltinum í morgun hvussu leingi, vit kunnu fáa makrel aftrat í føroyskum sjógvi, er sjálvandi óvist, og tað er eisini óvist, hvussu leingi føroysku skipini fáa sild í føroyskum sjógvi - Vit partrola saman við Fagrabergi, og í morgun fekk Fagraberg 55 tons av makreli í einum háli, sigur skiparin á Tróndi í Gøtu, Arngrím Hansen Mynd: Vilmund Jacobsen