Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. juni 2012 · Nr. 72 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Tað eru fleir ung, ið fáa sær eitt fríár eftir lokna skúlagongd, tí tey ikki vilja velja. Sabbatár er eisini eitt val. Umleið 20% velja at fara undir hægri lesnað beinanvegin, og hini mugu velja, hvat sabbatárið skal brúkast til. Fyrimunir við sabbatárið er at tú: • kemur burtur frá skúlanum og sleppur at royna okkurt annað • lærir at raðfesta tíð og pening • lærir mál og aðra mentan, um partur av tíðini verður nýttur uttanlands • fært møguleika at supplera og hugsa meira um framtíðarætlanir • fært størri motivatión • hugsar meira málrættað Vansar við sabbatárið: • byrjar seinni upp á hægri lesnað • gloymd vitan • vandi fyri at fáa dýrar vanar • missir møguliga bonuspoeng (aftan á meira enn 2 ár í DK) Hvussu kann eitt sabbatár síggja út? Og hvat kann tað innihalda? Vinna pening, ferðast, supplera, fara á háskúla v.m. Alt, ið búnar, betrar og kvalifiserar beinleiðis ella óbeinleiðis til útbúgvingar kring allan knøttin. T. v. s. at eitt sabbatár skal leggjast til rættis tíðliga og væl fyri, at tað kann gerat ein suksé og ikki ein búskaparligur smeitur. Byrja t.d. við: • At arbeiða frá summarferiuni til í okt. Gjarna lestrarviðkomandi (3 mánaðar). • Supplera eitt fak fyri jól og fá SU í DK (2½ mánað) • Far á háskúla í 5 mánaðar (í hinum norðanlondunum – ikki DK – við stuðli frá www.ui.dk) • Enda við at arbeiða á einum hotelli í Sveitz samstundis, sum tú fert á málskúla (2 mánaðar) ella • Ferðast til Avstralia og arbeið á einum vistfrøðiligum bóndagarði (3 mánaðar) • Supplera eitt fak frá miðjan juli til miðjan august við SU (1 mánað) Um tú hevur tvey sabbatár kunnu tíðarskeiðini sjálvandi gerast longri og kryddast við fleiri aktivitetum sum t.d.: Ferðaleiðaraskúli í Spania, Camp counselor í USA, heinta víndrúur í Frankaríki, ansa eftir fólki við breki í Stóra Bretlandi, fiska í Føroyum, gartnari osfr. Skjalprógv Endamálið er at koma út um tryggu skúlakarmarnar og royna seg í verulig verðini. Royndirnar og vitanin kemur tær til góðar í nógvum ymiskum samanhangum. Um tú ætlar at brúka árið til at savna stig saman til kvotu 2 ella líknanadi, minst so til at kanna um tað, tú ætlar tær lýkur krøvini til útbúgvingina. Tað hevur alstóran týdning at tú kanst skjalprógva alt sum tú hevur gjørt bæði Í Føroyum og uttanlanda. T.d. viðmøli, prógv, hotel- og ferðakvittanir v.m. vh Bjørg og Holger Sabbatár ella kvalifikatiónsár? Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spurnigur 1: Góðan dagin Dóttir mín er 15 ár og gongur í 9. flokk. Hon veit, at hon ætlar at sleppa at ganga á studentaskúlanum í Hoydølum, og hon vil eisini gjarna sleppa eitt ár við AFS, sum vit gjarna vilja stuðla henni í. Okkara spurning til tykkum er : nær er tað best at fara eitt ár við AFS, beint aftaná 9. flokk ella aftan á fyrsta árið á studentaskúlanum? Tað seinni vita vit, at fleiri gera. Heilsan ein mamma Svar : Ja, summir næmingar fara við AFS aftan á fyrsta árið á einum miðnámsskúla, og tað er vanligt ongin trupulleiki at sleppa inn aftur á skúlan, tá AFS-árið er liðugt, men hesir næmingar fáa eisini at vita, áðrenn teir fara avstað, at teir mugu melda seg úr skúlanum og søkja um at sleppa inn aftur, tá AFS-árið er liðugt, og tað sleppa tey, um pláss er, og tað hevur inntil nú ikki verið nakar trupulleiki, men hesir næmingar kunnu ikki fáa garanti fyri, at tað eisini er so framyvir. Nakað heilt annað er, at tað mest avgerandi, fyri nær tað er best at fara eitt ár burtur t.d. við AFS, er, nær tað fyri tann einstaki er best, og her hugsa vit, um næmingurin er búgvin til at fara burtur í eitt ár t.d. aftaná 9. flokk, ella tað er betur at verða eitt ár eldri og hava gingið í 1.s. Vinarliga Holger og Bjørg Spurningur 2: Hey Hvat kostar tað at gangaá háskúla, og hvussu eru møguleikarnir fyri at fara á háskúlasekið í Norðanlondum? ppp Svar til ppp: Í Føroyum hava vit ein háskúla, Føroya Fólkaháskúla, www.haskulin.fo, har tað er eitt hált árs skeið nú í heyst, og tað kostar umleið 5.000 krónur um mánaðin. Flestu háskúlan í Norðanlondum hava long skeið upp á eitt hálvt ella heilt ár umframt styttri skeið upp á eina viku ella tvær. Í Danmark eru umleið 70 háskúlar – uttan upptøkukrøv – við ymsum profilum sum eitt nú: Humanistiskar og kreativar lærugreinir, ítrótt, list, samfelag og religión, náttúrúvísindi og útbúgvingarfyrireiking. FINN DET DU ER GOD TIL, lýsa hákskúlarnir við. Hygg eftir felags skránni á www.hojskolerne.dk Vikuprísurin hjá háskúlunum fevnir bæði um undirvísing, kost og logi. Tað kostar umleið 1.200 krónur um vikuna at ganga á einum fólkahákskúla, men gjaldingin kann variera eitt sindur. Einstakir háksúlar geva serligan avsláttur til føroyingar. Í Noreg er ein heimasíður, sum sigur frá øllum um norsku fólkaháskúlarnar: www.folkehogskole.no Í Svøríki er eisini ein líknandi síða: www.folkhogskola.nu Í Finnlandi: www.folkhogskolor.fi Norðurlendskur háskúlastuðul Danskir ríkisborgarar kunnu søkja Nordisk Højskolestipendinum um stuðul upp á 700 krónur um vikuna til skeið upp á í minsta lagi 12 vikur á einum fólkaháskúla í einum øðrum norðurlandi. Skipanin fevnir eisini um næmingar úr Føroyum, men ikki til háskúlauppihald í Danmark. Folkehøjskolernes Forening í Danmark (FFS) stýrir skipanini. Meira fæst at vita á www. hojskolerne.dk/nordisk-hojskolestipendium Vinarliga Bjørg + Holger