mikudagur 17. oktober 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Til minnis um
Magnus Paula
Johannesen
Vestmanna
10.10.1923 - 11.09.2012
Brotasjógvar ei meir teg brýna,
undan íðum ei meir má dvína,
løgd er afturum hin hinsta sýna,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.
Aldri aftur knógva, sleipa,
kasta, draga, flekja, greipa,
fongin inn um stokkin veipa,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.
Aldri aftur draga svart,
aldri meira gera bart,
funnið miðið, tær var so kært,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.
Troyttur árar inn tú legði
nú betri mið tú funnið hevði,
har ei meir er sút og deyði,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.
Móti lívsins strondum stevndi,
heim til Hann, sum her teg evndi,
í teim ørmum, her teg fevndi,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.
Kajfinn Hammer
Í dag, mikudagin 17. oktober,
eru tað 60 ár síðani, at Jó
annes á Váli var føddur. Jó
annes var í fleiri ár í fremstu
røð í Smyril Line, men tað er
ivaleyst í sambandi við sang
og tónleik, at føroyingar
kenna hann best.
Vøggan stóð á Selheyggi í
Klaksvík, og tað var har og í
Víkunum, at Jóannes vaks
upp burtursæð frá tveimum
árum miðskeiðis í seksti áru
num, tá ið familjan búði á
Tinghúsvegnum í Havn.
Foreldrini eru Anna og
Líggjas á Váli. Anna er 91 ára
gomul og býr nú á Lágargarði.
Hon er ættað úr Havnini,
men vaks upp í Norðadali.
Líggjas var 70 ára gamal, tá
ið hann brádliga andaðist í
1993. Hann var ættaður úr
Svínoy, men fór tíðliga til
Klaksvíkar at ganga í skúla,
og har búsettust tey bæði,
Anna og Líggjas.
Fyrst føddi teirra var
Jóannes. Systkin hansara
eru Charlotta, Ólavur og
Brita. Charlotta og Brita
búgva
í
høvuðsstaðnum.
Fyri familjuna og so mong
onnur bæði heima og burturi
var tað dyggur smeitur, tá ið
Ólavur brádliga andaðist í
2005 bara 49 ára gamalur.
Eftir skúlaárini í Klaksvík
og eftir at hava arbeitt á heil
søluni hjá J. F. Kjølbro í eitt
skifti, fór Jóannes undir
lestur á Handilsháskúlanum
í Keypmannahavn. Eftir lokið
prógv fór hann í starv hjá
Esso í Danmark, og eftir at
familjan fyrst í áttati árunum
var flutt til Føroya, arbeiddi
Jóannes hjá Esso. Seinn var
hann hjá Smyril-Line, har
hann var fíggjarstjóri og so
saman við Óla Hammer stjóri
í Smyril-Line.
Seinastu árini hevur Jó
annes arbeitt í privatu vinn
uni.
Altíð og alla staðni, har
Jóannes hevur verið, hevur
hann – saman við familjuni,
dupultkvartettini, sangkór
inum í Ebenezer og øðrum
kórum – við sínum spakføra
og vinnandi verumáta verið
við til at seta dám á við fínu
sangrøddini og serliga góðu
evnunum at spæla orgul og
klaver. Hann spælir undir
til felagssangin í Ebenezer,
og tað er so ofta, at Jóannes
saman við familjuni og sang
vinunum møtir upp og stuðl
ar, um tað so er í sambandi
við gleði ella sorg.
Jóannes giftist í 1973 Eyð
vør fødd Djurhuus, ættað úr
Vági og uppvaksin í Havn. Tey
eiga tvær døtur – Súsanna
og Kristina. Súsanna er gift
Trygva Vang av Glyvrum. Tey
eiga ein son – Jóannes á Váli
Trygvason – og tey búgva í
Havn. Kristina býr í USA, har
hon er undir útbúgving.
Eyðvør og Jóannes búgva
í høvuðsstaðnum. Heimið
undir
Kerjum
omanfyri
Marknagilsvegin er eyðkent
av hugna og stórum gesta
blídni.
60 ára føðingardagurin
verður hildin saman við
dóttrini í USA.
Hjartaliga til lukku á føð
ingardegnum skyldmaðurin.
Jóannes Hansen
Jóannes á Váli 60 ár
Tann 18. oktober verður pápi
okkara Bunyan Midjord átta
ti ár.
Hann varð føddur og
vaks upp við Smilleg – vest
uri í Bø í Vági. Hetta var eitt
yndisumhvørvi
hjá
smá
dreingjum tá á døgum. Sand
urin var beint við, har bar til
at sparka fótbólt ella íðka
onnur spøl. Fjøran og brúgv
arnar vóru eisini karmur um
eitt yðjandi lív – ikki minst í
sambandi við fiskaarbeiði og
alt, sum har til hoyrdi.
Pabba fór til skips, sum
so mangur tá á døgum, 14
ára gamal. Hann var millum
annað við Vágbingi.
Í 1962 fór hann til Grøn
lands at starvast hjá GTO, og
var hann har í níggju ár.
Komin aftur til Vágs fór
hann at starvast hjá Vágs
kommunu sum formaður í
grótbrotinum vesturi á Eið
inum, og var hann har, til tað
varð niðurlagt. Síðan fekk
hann starv við Vágs Havn,
til hann legði frá sær vegna
aldur. Tá hevði hann havt 25
ára jubileum.
Pabba var eisini brand
meistari í nógv ár, og var við
til at fáa virksemið viðvíkj
andi eldsløkking í fasta
legu – við brandbili og allari
útgerð, sum har til hoyrdi
og føstum brandmonnum.
Annars hevur pabba luttikið
í øllum vanligum bygdarlívi
her í Vági. Hann spældi í síni
tíð fótbólt við VB, hann var
eitt tíðarskeið formaður í
Vágs Klubba, bridge hevur
hann eisini spælt – og enn
møtir hann trúliga upp til
hvønn hond- og fótbóltsdyst
hjá VB.
Pabba er vælkendur í
Vági, hvønn morgun fer hann
í sínum bláa bili sína dag
ligu rutu ígjøgnum bygdina
og støkkur inn á gólvið hjá
sínum vinum til ein kaffi
munn og eitt prát. Hann er
ein vágbingur við stórum V
og ein býarmynd og ber sum
sagt tað sermerkta navnið
Bunyan.
Pabba giftist við mammu
– Marlenu Jensen – og hava
tey havt eitt gott lív saman.
Tey fingu fýra børn, og
eiga nú sjey abbabørn og tvey
langabba/langommubørn.
Vit ynskja pabba hjarta
liga til lukku við áttati ára
degnum og vóna, at hann
fær mong góð ár framyvir, og
vit takka mammu og honum
fyri alt gott.
Dagurin
verður
hildin
saman við børnunum.
Símun, Gudny, Beinta og
Niels Petur
Bunyan áttati ár