mikudagur 17. oktober 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Hóast tað enn eina ferð bleiv til
ein fínan fyrra hálvleik, sum eisini
hesa ferð endaði 0-0, bleiv tað tí
verri ikki til so øgiliga nógv aftrat
í gjárkvøldið, tá mótstøðuliðið hjá
Føroyum á Tórsvølli var Írland.
Sjálvandi skal málið hjá Arnbjørn
T. Hansen ikki forsmáast, men tá
samanumkom, var tað bara eitt mál
av mongum – og av teimum fimm
í hesum dystinum tað týdningar
minsta. Tíverri!
Hinvegin fløvaði tað at heilsa
upp á fyrrverandi landsliðsvenjara
okkara og íra, Brian Kerr, ið helst
ikki vildi hava, at nakar ynskti sær
tillukku við sigrinum hjá lands
monnunum. Í staðin legði hann
hondina at hjartanum og helt fyri,
at tað bankaði minst líka nógv fyri
Føroyum sum Írlandi, og at hann
ikki ordiliga kundi fegnast um írska
sigurin, tí hann heldur harmaðist
føroyska tapið.
Slíkir føroyavinir eru »priceless«,
og uttan at fara inn upp á nakrar
sum helst samanberingar ella at
spekulera í, hvat ein Kerr møguliga
vildi gjørt øðrvísi enn ein Olsen,
so skiltist á øllum brøgdum, at
okkara íri helt Føroyar hava betur
uppiborið í gjárkvøldið. Tað stutta
av tí langa var tó, at Føroyar ikki
megnaðu at reisast eftir tvey mál
fyrstu sjey minuttirnar av seinna
hálvleiki.
At tað kundi enda galið, fingu
vit eina ávaring um longu í tólvta
minutti, tá eitt stutt írskt horna
spark endaði við, at Keith Andrews
inni á fimmmetrinum setti pann
una á bóltin, ið næstan kundi velja,
hvørju megin stongina, hann ætlaði
sær. Tíbetur, so valdi bólturin at
fara uttanfyri, men her sóu vit,
hvussu skjótt tað kann vera!
Fjøldin hoyrdist
Sum sagt, var føroyska spælið fínt í
fyrra hálvleiki, og menn vóru minst
líka ágrýtnir sum í fyrra hálvleiki
ímóti Svøríki fríggjakvøldið. Mun
urin var bara, at vit hesa ferð kundu
trýsta mótstøðuna í langar løtur við
álopsbylgjum fram eftir vøllinum,
og eisini komu vit í eitt sindur
meira beinleiðis støður, ið saktansi
kundu givið okkurt.
Føroysku áskoðararnir, ið vóru
sera væl upplagdir, tóku væl á við
sínum monnum, og hóast fjøldin
var eitt sindur verri mannað enn
til dystin ímóti Svøríki, mundi hon
hoyrast sum ein sera mælskur
tólvti maður hjá spælarunum á
vøllinum. Ikki minst rungaði eftirí,
tá Daniel Udsen sendi bóltin á
írska yvirliggjaran, og tá Darren
O’Dea fekk blokerað skotið frá
Jóan Símuni Edmundsson út til
hornaspark.
Hetta mundu vera teir báðir
størstu, føroysku møguleikarnir í
einum fyrra hálvleiki, ið meira enn
so kundi verið byrjanin til endan
hjá italska landsliðsvenjaranum
hjá írum, Giovanni Trapattoni,
ið ljóðar at hava nógvar óvinir í
írsku pressuni og enntá á sjálvum
landsliðnum. Á summum ljóðaði
undan dystinum næstan, sum
vildu tey heldur, at Írland tapti,
enn at Trapattoni varð sitandi sum
venjari…
Nú dysturin er spældur og alt
er liðugt, er lítið hjá øllum hesum
mongu at koma eftir, tí eingin ivi
man vera um, at nógv stóð á írum
undan dystinum á Tórsvølli, nú teir
skuldu royna at koma á føtur aftur
eftir lemjandi 1-6 avsmurningin fyri
Týsklandi. Men Írland kláraði upp
gávuna væl og virðiliga, og sjálvt
um írska spælið ikki upp á nakran
máta náddi nevniverdar hæddir,
megnaði liðið í ríkiligt mát at skora
mál.
Bara málini telja
At írar dugdu at skjóta mál, og vit
ikki dugdu tað, var størsti munurin
í dystinum. Ilt er at trúgva tí, men
turru hagtølini frá BBC, ið fylgdi
væl við dystinum frá byrjan til enda,
staðfestu í gjárkvøldið, at Føroyar
høvdu 64 prosent av spælinum og
Írland 36 prosent. Well, so er bara at
lata vera við at hava bóltin so nógv,
tí vit duga ikki nóg væl at skapa ein
dyst enn. Nei, kanska ikki tað, men
í øllum førum duga vit ikki nóg
væl at skapa tað, ið dystir kunnu
vinnast við, nevniliga ítøkiligar
møguleikar!
Í øllum førum vísa hesi somu
hagtøl hjá bretska kringvarpinum,
at írar høvdu 14 skotroyndir
og vit 13, men at átta av okkara
vóru upp á mál og bara fimm av
teimum hjá írunum. Og tað vísir
eina vanlukkuliga soltna úrtøku, tí
burtur úr sínum fimm skotroynd
um innan fyri rammuna fingu írar
altso fýra mál! Enn er tað jú so, at
bara málini telja, so kanska Føroyar
veruliga kunnu læra eina rúgvu av
hesum dystinum.
Ein lærdómur kann so í øllum
førum vera, at eru tveir ella tríggir
spælarar í javnari kapping um eitt
pláss á liðnum – serliga har frammi
á vøllinum – so er altíð at velja tann
av teimum, ið dugir best at gera mál!
Gott dømi um tað er júst føroyski
málskjúttin, Arnbjørn T. Hansen,
ið ferð eftir ferð er komin inn hjá
EB/Streymi sum ein annar »super-
sub« og hevur avgjørt dystirnar, nú
landskappingin nærkaðist avger
andi løtuni.
Gamaní, var málið í gjárkvøldið
til 1-2 ikki nakað avgerandi mál,
men tað eigur at siga so mikið, at tá
menn duga at gera mál, so er tað teir,
vit skulu brúka. Írar dugdu ikki so
nógv annað enn tað, men tað dugdu
teir, og tí lógu hesi trý stigini í HM-
undanbólkinum væl stúvað millum
kuffertini í viðførisrúminum, tá írar
A-landsliðið føroyar - írland 1-4
Niður aftur
Fótbóltur Eftir fantastiska dystin fríggjakvøldið, tá
Føroyar høvdu uppiborið betri enn 1-2 tap fyri Svøríki,
bleiv seinni hálvleikur í gjárkvøldið ímóti Írlandi sum
at vakna við marruni. 4-1 vunnu írar, og vit komu við
einum braki skramblandi niður aftur á jørðina
turr tøl
At írar dugdu at skjóta mál, og vit ikki dugdu tað, var størsti munurin
í dystinum. Ilt er at trúgva tí, men turru hagtølini frá BBC, ið fylgdi
væl við dystinum frá byrjan til enda, staðfestu í gjárkvøldið, at
Føroyar høvdu 64 prosent av spælinum og Írland 36 prosent
Mynd: Álvur Haraldsen