Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur á jørðina nakað eftir midnátt fóru á flog úr Vágum við kós ímóti Dublin. Formstyrki má til Eftir fantastiska dystin fríggja­ kvøldið, bleiv seinni hálvleikur í gjárkvøldið ímóti Írlandi sum at vakna við marruni, tí vit komu við einum braki skramblandi niður aftur á jørðina – nakað sum hasin eysturríkski Felix, sum SEV ikki vildi lata okkum sleppa at síggja… Vit spældu sum sagt væl í fyrra hálvleiki og í eina løtu í seinna, men tað hevði slett ongan týdning fyri botnlinjuna, tí har stóð stutt og greitt, at Írland hevði vunnið 4-1. Fyri komandi dystir er tí vert at dyrka formsterkar spælarar nógv meira, og av tí sama er tað forrestin minst líka løgið, at ein rúkandi heitur Páll Klettskarð ikki er inni í myndini til álopsspælið, sum at ein royndur og støðugur Johan Troest Davidsen heldur ikki er tað til verjuspælið á landsliðnum. Ikki fyri at taka nakað frá nøkr­ um av teimum, sum hava fing­ ið kjansin, men teir áttu altso at fingið beinleiðis kapping frá teim­ um báðum omanfyri nevndu, ið eru minst líka góðir, og kanska øðr­um við. Ongastaðni er beinhørð kapp­ ing so sunn, sum tá menn skulu mynstra við landsliðsskútuni! Enn eina ferð gekk annars sjón fyri søgn, at Christian Lamhauge Holst hevur ófatiliga stóran týdning fyri liðið og avrikið, tí hann bindir alt so væl saman. Hann hevur við sínum 30 árum sjálvandi eina rúgvu av royndum, men honum kundu yngru spælararnir saktans lært nógv av, um teir bara hugdu at, hvussu hann ger. Altíð er hann tøkur, tá viðspælararnir skulu spæla bóltin, og tað kemur næstan ikki fyri, at hann spælir bóltin frá sær aftur, uttan at ein ætlan sæst við tí. Besti maður í gjárkvøldið var helst Jónas Þór Næs, ið gjarna má halda fast við vanan sum upp­leggj­ ari til føroysk mál – og hevði úrs­ litið verið frægari enn 4-1 til Írland, høvdu aðrir nokk eisini blivið nevndir… Betri næstu ferð Eftir er so bara at vóna, at úrslitið verður frægari, næstu ferð før­oyska landsliðið spælir dyst, tí onkursv­ egna tykist orðafellið um, at vánalig lið fáa vánaligar dómarar, at raka okkara landslið í so hart fyri tíðina. Fríggjakvøldið var tað ein grikki, sum gekk í blindum á vøllinum, og albanski eftirmaður hansara í gjár­ kvøldið var einki mætari. Hann kallaðist ógvuliga hósk­ andi Lorenc Jemini, tí ferð eftir ferð snýtti hann føroysku spælararnar fyri fríspørk ella valdi ørvitisliga at døma tey hinvegin, so tú ikki kundi annað enn suffa innantanna: »O, Herre Jemini!« Ein langur vetur stendur fyri framman, og næsti dysturin hjá Føroyum verður ikki fyrr enn tann 22. mars næsta ár á útivølli ímóti Eysturríki, og hóast tað ikki er besta ársins tíð til landsdystir, sæð í ljósinum av, at føroyska kapp­ ingin ikki byrjar fyrr enn um hetta mundið, mugu vit bara hava góðar vónir. Vit hava hóast alt sæð før­ oyska landsliðið spælt væl í longum løtum í hesum trimum HM-undan­ kappingardystunum, ið eru farnir. Serliga dysturin ímóti Svøríki stendur sterkur í myndini, og fyrri hálv­leikur í gjárkvøldið, umframt at liðið eisini gjørdi tað gott niðri í Hannover ímóti Týsklandi, hóast mótstøðan har var í einum øðrum klassa. Fríggjakvøldið var spælbýtið 50 prosent til Føroyar og 50 prosent til Svøríki, í gjárkvøldið var tað sum sagt 64-36 í føroyskan favør, so vit tora slett ikki at hugsa tankan, hvussu tað fer at síggja út niðri í Eysturríki til várs – ella kanska vit skulu droppa alt hatta spælið og bara skjóta málini í staðin? hilmarjan@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen A-landsliðið føroyar - írland 1-4