mikudagur 17. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið føroyar - írland 1-4
1 Gunnar Nielsen
★★★★★★
Hevði tvær góðar bjarginar í fyrra
hálvleiki. Stóð annars tryggur og
útspørkini vóru góð. Kundi illa
gera nakað við írsku málini, men
gjørdist tíverri ikki munurin, sum
kundi koppa dystinum okkar veg.
2 Jónas Tór Næs
★★★★★★
Ein tann mest eyðsýndi leikarin
á vøllinum. Kom væl frá tí í bæði
verjupartinum og kom væl við í
álopspartinum. Orkaði at renna
allan dystin á tam bog átti innleggið
til Arnbjørn Hansen, tá hann
skoraði. Dagsins maður
3 Pól Jóhannus Justinussen
★★★★★★
Hevði aftur ein torføran dyst á
vinstra bakki, men vísti góða styrki
í verjustøðu. Hevur framvegis
trupulleikar í uppspælinum, men
fekk eisini nógvar bóltar, har hann
hevði fáar møguleikar at sleppa
sær av við hann.. Var fluttur inn í
miðverjuna tá Odmar fór út og var
óheppin at gera sjálvmál.
4 Rógvi Baldvinsson
★★★★★★
Var ein av okkara stinnastu, men
avrikið var ikki eins gott og fríggja
kvøldið. Spældi ein framúr fyrra
hálvleik, men ikki eins sannførandi
í seinna hálvleiki. Átti mannin, sum
skoraði til 4-1 eftir horna.
5 Odmar Færø
★★★★★★
Spældi eins og Rógvi Baldvinsson
ein framúr fyrra hálvleik, men mátti
fara av vøllinum í seinna hálvleiki.
Misti eina ferð bóltin í uppspæl
inum og tað var um at kosta mál.
6 Hallur Hansson
★★★★★★
Drønaði allan miðvøllin upp og
niður. Okkara høvdu bóltin nógv
og mangan var Hallur miðpunktið
í spælinum. Átti eina frálíka av
levering til Símun Samuelsen, sum
tíverri ikki skoraði. Spældi væl.
7 Fróði Benjaminsen
★★★★★★
Enn eitt góðkent avrik frá liðskip
aranum, sum stríddist allan dystin.
Stóð seg eisini væl við bóltinum,
men skuldi helst havt minkað um
munin, tá hann fekk høvdið á eftir
hornaspark.
8 Símun Samuelsen
★★★★★★
Tuskaði enn eina ferð vinstru síðu
upp og niður. Hevði tað torført
móti Seamous Coleman, sum vann
tveir teir fyrstu tvídystirnar og tað
merkist á sjálvsálitnum hjá Símuni.
Spældi nakað oftani bóltin aftur
til Pól Jóhannus á vinstra bakki,
heldur enn at royna at bjóða av
9 Daniel Udsen
★★★★★★
Passaði væl inn í føroyska spælið
í fyrra hálvleiki, tá okkara høvdu
bóltin nógv. Men datt niður ímillum
í seinna hálvleiki og var útskiftur
fyri Arnbjørn eitt korter inn í
seinna hálvleik.
10 Christian L. Holst
★★★★★★
Aftur ein av okkara bestu,men
spældi ikki sín besta dyst fyri
landsliðið. Misti sjáldan bóltin og
sleppur sær altíð væl av við hann.
Sá troyttur út í seinna hálvleiki og
megnaði ikki at halda høga støðið í
seinna hálvleiki, tá hann var fluttur
á høgra vong
11 Jóan Símun Edmundsson
★★★★★★
Hevði ein slakan dyst sum fremsti
maður. Megnar altíð væl at taka
ímóti bóltinum, men saknaði eitt
sindur av kanti og stríðsandi í
nøkrum av tvídystunum. Var aftur
hesa ferð fluttur aftur á álopskenda
miðvøllin og var við í uppspælinum
til málið. Trívist ikki eins væl á tí
plássinum og misti bóltin í upp
spælinum til 4-1 málið hjá Írlandi
12 Hjalgrím Elttør
Kom forseint inn til at fáa nakrar
stjørnur, men hevði eins og seinast
ov lítla tíð til at seta sín dám á
dystin. Byrjaði við at taka eitt
fríspark, sum ikki var sannførandi.
14 Erling Jacobsen
★★★★★★
Kom inn á vinstra bakkin og hevði
somu trupulleikar í uppspælinum
sum Pól Jóhannus. Spurningurin er
um tað bara generelt er torførari at
spæla upp í vinstru enn í høgru.
17 Arnbjørn Hansen
★★★★★★
Kom inn og gjørdi tað sum hann
skuldi nevniliga at skjóta mál.
Talan var um eitt framúr mál frá
framherjanum, sum uttan stórvegis
hóvasták var hægri enn John
O’Shea og stútaði væl í málið til 1-2.
Er ikki í form, men gjørdi góðan
mun hann var inni. Kemur hann
í form, so skjýtur hann nógv fleiri
mál fyri landsliðið
Lars Olsen
★★★★★★
Valdi at góðum grundum at byrja
inn við teimum somu ellivu, sum
fríggjakvøldið, men tað kostaði
í síðsta enda. Orkan gekk undan
hjá okkum og tí gjrdist tapið eisini
størri enn neyðugt. Taktikkurin
var annars til eitt seks tal í fyrra
hálvleiki, har okkara vóru omaná.
Okkara eru hinvegin als ikki klárir,
tá vit koma út til seinna hálvleik.
Tað er ikki gott nokk. Lars Olsen
velur aftur at skifta Arnbjørn
Hansen og hesa ferð gevur tað
mál, men spurningurin er um tað
ikki hevði verið rættari at flutt
Jóan Símun á vongin heldur enn
Christian Lamhague Holst, sum er
bindiliðið millum álop og verju.
Okkara høvdu stórar trupul
leikar við hornaspørkunum hjá
Írlandi í fyrra hálvleiki. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at hornaspørk hava
elvt til trupulleikar, men tað er ein
standardstøða, at horna verður
tikið stutt. Tá má og skal ein maður
hava sum uppgávu at fara út við tí,
sum dekkar mannin, ið fer ímóti, so
talan ikki verður um 2 móti 1.
Leikarametingar...
Myndir: Álvur Haraldsen
Dómarin:
Lorenc Jemini
Hevði ikki nakran serligan hug at bríksla okkara veg, men hevði
eina avgerandi góða døming, tá hann valdi at geva fyrimun, tá Aiden
McGeady var alt ov seinur í eina takling og rakti Jónas Tór Næs.
Spælið helt fram og tað endaði við, at Jónas Tór Næs legði innfyri
til Arnbjørn Hansen, ið skoraði – og Aiden McGeady fekk gult kort.
Annars var dómarin ikki til okkara fyrimun, men ikki orsøkin til at
vit taptu.