mikudagur 17. oktober 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið føroyar - írland 4-1
Jóannes Hansen
Føroyingar sigast vera ógvuliga
fótbóltsáhugaðir. Tað verður tikið
til, at tað bara er Uruguay, har
týdningurin av fótbóltinum í al
tjóða profileringini er eins stórur,
sum hann er í Føroyum.
Seinastu
lítlu
vikuna
hava
Svøríki og Írland vitjað. Samlaða
áskoðaratalið var millum 9 og 10
túsund ella ein fimtingur av saml
aða fólkatalinum. Hetta er óhoyrt
alla aðra staðni. Um lutfalsliga
uppmøtingin hevði verið eins stór
í Íslandi og Danmark, so høvdu
áskoðarafjøldirnar til tveir dystir
verið ávikavíst omanfyri 60 túsund
og omanfyri eina millión!
Hóast landið er lítið og fólkatalið
avmarkað, og fyritreytirnar harvið
einki serligar, so liva vit í vónini um,
at tað skal eydnast at skjóta mál og
at vinna sigrar og stig. Tølini siga, at
tað ikki er so ofta, at vónin verður
til veruleika. Viðhvørt hevur tað
verið tætt við, men so endar tað við
úrslitum, ið minna á, at tað skal ikki
so nógv til, áðrenn tað, sum tóktist
síggja ljóst út, endar sum ikki so
vøkur hagtøl. 4-1 tapið ímóti Írlandi
í gjárkvøldið er dømi um hetta.
Vinna úrtøku
fjórðu hvørja ferð
Føroyar vórðu limir í altjóða fót
bóltssamgonguni FIFA í 1988. Fyrsti
altjóða skrásetti landsdysturin var
í Íslandi 24. august 1988. Árið eftir
vóru fyrstu altjóða skrásettu vina
dystirnir í Føroyum, tá ið Kanada
vitjaði og spældi tveir dystir – úrs
litini vóru 1-0 og 0-1. Í 1990 fór Ísland
til hús við 3-2 sigri, og í 1991 endaði
tað 1-1, tá ið Turkaland við Sepp
Piontek á odda vitjaði í Gundadali.
Íslendingar vóru her í 1990 stutt
undan fyrsta EM undankapp
ingardystinum. Allir undankapp
ingardystirnir á heimavølli í 1990
og 1991 vóru spældir í Landskrona í
Svøríki, tí eingin góðkendur vøllur
var í Føroyum. Tá vóru úrslitini 1-0
ímót Eysturríki, 0-5 ímóti Norður
írlandi, 0-4 ímóti Danmark og 0-2
ímóti Jugoslavia.
Síðani 1992 hava allir undan
kappingardystirnir á heimavølli
verið í Føroyum, og saman við vina
dystum er samlaða dystartalið hesi
tjúgu árini – 1992-2012 – 60, nú 2012
kappingarárið er av.
Tølini siga, at Føroyar hava
vunnið 9 ferðir, at tað 7 ferðir hevur
verið javnt, og at mótstøðulondini
44 ferðir eru farin úr Føroyum við
øllum stigunum. Tað vil siga, at
umleið fjórðu hvørja ferð hevur før
oyska liðið vunnið úrtøku.
Higartil hevur tað ikki eydnast
at vinna fulla úrtøku ímóti stóru
europeisku fótbóltstjóðunum. Teir
níggju
heimasigrarnir
seinastu
tjúgu árini eru allir vunnir ímóti fót
bóltstjóðum, sum verða roknaðar
á sama støði sum Føroyar: San
Marino, tvær ferðir ímóti Malta,
Luksemborg,
Liktinstein,
tvær
ferðir ímóti Kazakstan, Litava og
Estlandi.
Næst við at vinna ímóti einum
at teimum størru vóru Føroyar,
tá ið John Petersen fyri tíggju
árum síðani skoraði tvær ferðir og
harvið legði Føroyar á 2-0 sigurskós
ímóti Skotlandi, men fram ímóti
dystarenda eydnaðist tað skotum
at javna. Tvær ferðir hevur tað verið
javnt í undankappingardystum
ímóti Skotlandi, og javnleikir hava
eisini verið úrslitini í undankapp
ingardystum ímóti ímóti Bosnia-
Hersegovina, Slovenia, Eysturríki
og Norðurírlandi og í vinardysti
ímóti Ísrael.
34 ferðir hevur tað eydnast
føroyska liðnum at skora mál, og
nakrar ferðir hevur tað eydnast
at skora fleiri má lá heimavølli – 9
ferðir hevur føroyska liðið skorað
tvey mál, og fýra ferðir hevur før
oyska liðið skorað trý mál. Higartil
hevur tað ongantíð eydnast at
skora fleiri enn trý mál.
Besta og soltnasta skeiðið
Tolin trívst verður tikið til. Áhugin
fyri landsliðnum var rættuliga
stórur fyrstu árini, tá ið tað ikki
hepnaðist serliga væl á heimavølli.
Fyrsta málið á heimavølli í hesum
tjúgu ára skeiðnum skoraðu Før
oyar í vinadysti ímóti Ísrael 5.
august 1992. Kári Reynheim legði
Føroyar á odda, og hetta var fyrsta
og einasta málið í 1992-1993, tá ið
fimm HM undankappingardystir
vóru á skránni. Í teimum var mál
munurin 0-15 og haraftrat vann
Noreg í vinardysti 7-0!
Soltnasta kappingin higartil var
EM undankappingin í 2006 og 2007.
Í tí kappingini áttu Føroyar seks
heimadystir, og samlaða úrtøkan
var seks tap og málmunurin
1-19. Einasta málið skoraði Rógvi
Jacobsen í 2-1 tapinum ímóti Italia.
Fyrsti sigurin í undankappingar
dysti í Føroyum var 3-0 ímóti San
Marino 25. mai 1995. Allan Simonsen
var venjari, og frammanundan
høvdu hann og føroyska liðið lagt
rygg til 5-1 og 4-0 heimatap ímóti
ávikavíst Grikkalandi og Finlandi.
Jens Kristian Hansen, Jens Erik
Rasmussen og Julian Johnsson
skoraðu málini í søguliga 3-0 sigr
inum á Svangaskarði ímóti San
Marino.
Glæsiligasta tíðarskeiðið hjá
landsliðnum higartil á heimavølli
var í EM undankappingini í 2003-
2004. Við Henrik Larsen við stýris
Fótbóltur Í tjúgu ára skeiðnum 1992-2012 eru 60 landsdystir
spældir í Føroyum. Heimaliðið hevur vunnið níggju ferðir, men
tað verður framvegis bíðað eftir stóra sigrinum, og tað er bara í
27 dystum, at tað hevur eydnast føroyska liðnum at skora mál
Fjórðu hvørja
ferð fáa
Føroyar úrtøku
Tølini siga
Føroyar hava vunnið 9 ferðir, at tað 7 ferðir
hevur verið javnt, og at mótstøðulondini
44 ferðir eru farin úr Føroyum við øllum
stigunum. Tað vil siga, at umleið fjórðu hvørja
ferð hevur føroyska liðið vunnið úrtøku
Myndir: Álvur Haraldsen