mikudagur 17. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið føroyar - írland 1-4
Leo Poulsen
Tað kendist sum eitt satt vónbrot at
tapa heili 4-1 eftir ein góðan innsats
móti Svøríki.
- Eg haldi, at vit spæla tríggjar av
fýra hálvleikum væl, men tað vóru
serliga teir fyrstu 10 minuttirnir av
seinna hálvleiki í kvøld, sum kosta
okkum dýrt, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Hesa løtuna skoraði Írland sum
kunnugt tvey mál, og tað var eitt
vónbrot.
- Tað kendist væl at koma inn til
hálvleiks, og vit vóru eisini klárir
til at seta trumf á, men so hendir
hetta í byrjanini av seinna hálvleiki.
Vit mugu siga, at fyrsta málið var
sera giott, men at vit ikki megna
at reisa okkum beinanvegin og
heldur lata teir fáa eitt mál aftrat,
tað er ikki gott, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Ikki tí, føroyingar sóu út til at
hava møguleikan at koma aftur í
aftur.
- Tað var eitt sindur av smáspæli
á miðjuni sum endar við einum
innleggi, har Arnbjørn ger eitt sera
gott mál. Tá føldu vit, at vit vóru við
aftur í dystinum, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Hann heldur, at um hepni var
við okkum, kundu vit fingið eitt
mál aftrat.
- Men so kom triðja málið, og
so var dysturin avgjørdur. Men eg
haldi kortini ikki, at 4-1 var ein røtt
mynd av dystinum í dag, og Fróði
var eisini nær við móti endanum,
sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann sigur, at sum dysturin leið,
fóru kreftirnar at ganga undan.
- Tá 65-70 minuttir vóru farnir
byrjaði beinini at siga frá. Vit høvdu
eisini stríðst ógvuliga hart, og móti
endanum byrjaðu kreftirnar at
ganga undan, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Hann heldur, at mátin, føroyingar
spæla við at trýsta nógv og renna
nógv eftir bóltinum, kostar kreftir.
Men enn verður eingin hvíld hjá
áleyparanum.
- Vit hava einar 5-6 dystir eftir,
og skulu venja fram til 13. desember,
tá leigusáttmálin við Fredericia
gongur út, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
- So gongur leiðin aftur til Viking
Stavanger, so vítt eg havi skilt. So
ætli eg mær at royna mítt ítarsta
í uppstartinum komandi. Men nú
mugu vit so síggja, hvat Viking
sigur, og hvat Fredericia sigur, sigur
Jóan Sìmun Edmundsson.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
– Er tú ikki klárur, verður tú
revsaður beinanvegin!
Tað
staðfestir
Símun
Samuelsen eftir ræðuligu byrj
anina upp á seinna hálvleik.
Føroyingar høvdu annars
leikt ein sera góðan fyrra
hálvleik, og tað gav vónir um
nakað gott í seinna eisini.
– Tað átti tað jú at gjørt,
men kanska tað líktist Svøríki
dystinum ov nógv, so vit
hildu, at seinni hálvleikur fór
at verða javnur eisini uttan
mun til, men innsatsurin má
vera til staðar. Men tað var
sum
konsentratiónin
ikki
var til staðar fyrstu løtuna í
seinna hálvleiki, og so avgera
teir
dystin,
sigur
Símun
Samuelsen.
Beinleiðis mótleikari hjá
Símun Samuelsen var Seamus
Coleman frá Everton.
– Hann var rímiliga skjótur
og ágangandi spælari. Tað var
trupult og eg royndi bara at
fáa tað besta burtur úr, sigur
Símun Samuelsen.
Hann
heldur
tað
vera
sera harmiligt, at tað skuldi
skrædna til endans.
– Tá vit koma upp á 1-2
eru vit rættiliga væl við, men
kreftirnar fóru at ganga undan
seinastu 20 minuttirnar, og tað
var spell at tað skuldi skrædna
til
endans,
sigur
Símun
Samuelsen.
leo@sosialurin.fo
10 minuttir
kostaðu dýrt
Fótbóltur Vit hava spælt tríggjar góðar hálvleikir, men
tíggju teir fyrstu minuttirnir í seinna hálvleiki kostaðu
okkum dystin móti Írlandi, sigur Jóan Símun Edmundsson
Jóan Símun Edmundsson stríddist á toppinum móti Írlandi, eins og hann gjørdi móti Svøríki
Mynd: Álvur Haraldsen
Vit komu slett ikki út itl seinna hálvleik fyrr enn einir
10 minuttir vóru farnir, heldur Símun Samuelsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Komu ikki
út til seinna
hálvleik
Fótbóltur 4-1 var eitt alt ov stórt
tap. Fyrstu sjey minuttirnar av seinna
hálvleiki vóru tað 11 írar móti 11
føroyingum, sum ikki vóru til staðar
á vøllinum, sigur Símun Samuelsen