mikudagur 17. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið føroyar - írland 1-4
Leo Poulsen
Tað er ikki so langt síðani, at Brian
Kerr stjórnaði føroyska landslið
num.
– Tað er stutt síðani, at eg sjálvur
gekk millum hesar leikararnar, og
eg helt, at føroyska landsliðið leikti
ein góðan dyst í kvøld, segði Brian
Kerr eftir dystin í gjárkvøldið.
Hann helt, at tað var ógvuliga
strævið hjá spælarunum at leika
so týðandi dystir við so stuttum
skotbrái.
– Men tað var eitt gylt tíðarskeið
eftir at tey bæði málini vóru farin
inn, har liðið vísti vilja. Talan var
eisini um sera gott uppspæl til 1-2
málið við góðum innleggi og einum
fantastiskum stútara, sigur Brian
Kerr.
Hann
heldur,
at
Arnbjørn
Hansen altíð hevur havt evnini at
finna málið, eins og hann gjørdi, tá
Kerr sjálvur var venjari.
– Men 4-1 var ikki eitt rættvíst
úrslit. Hinvegin hava tit nakað at
byggja á frameftir, segði Brian Kerr
eftir dystin í gjárkvøldið.
Brian Kerr var aftur á slóðini í
sambandi við landsdystin millum
Føroyar og Írland
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
BBC Sports hevði eisini sín
mann til staðar á Tórsvølli í
gjárkvøldið, sum greiddi frá
dystinum minutt fyri minutt á
heimasíðuni hjá BBC.
Og hagtølini fyri dystin eru
sera áhugaverd, tí hóast før
oyska liðið tapti dystin greitt,
vóru hagtølini við Føroyum.
Sum myndin vísir høvdu
Føroyar bóltin 64% av tíðini,
meðan írar sostatt bert høvdu
bóltin 36% av tíðini. Undrunar
verd hagtøl, má sigast.
Eisini tá tað kom til horna
spørk hevði Føroyar yvirvágina
við 8 móti 7, og hóast írar
høvdu eitt skot meira upp á
mál enn føroyingar, so raktu 8
av teimum 13 føroysku roynd
unum innan fyri málrammuna,
meðan bert 5 av teimum 14
írsku royndunum vóru innan
málrammurnar.
Hesi hagtølini vísa greitt,
at føroyingar í alt størri mun
tora at spæla bóltin og at hava
bóltin, og tað er í hvussu er ein
broyting frá teirri tíðini, tá vit
viðhvørt kundu gera ein vørr.
Nakað annað er so tað, at vit
nokk høvdu verið fegnari um
øvugtu hagtølini sum jú eisini
vísa, at Írland vann dystin við
4-1, so hóast teir bara raktu
málið fimm ferðir, skoraðu teir
fýra mál.
leo@sosialurin.fo
Tá fyrsta málið kom, loysnaði
veruliga, og eg haldi, at vit hava
víst, at vit kunnu standa saman, tá
umræður, segði Robbie Kean eftir
dystin á Tórsvølli týskvøldið.
Tað var ein stór avbjóðing fyri
spælararnar eftir stóra vónbrotið
móti Týsklandi, og tað var av stórum
týdningi at vit stóðu saman í dag,
segði Robbie Kean eftir dystin.
Nógv rokan hevur verið um
venjaran og gitingarnar hava verið
dúgligar, um Giovanni Trappatoni
eisini fór at vera venjari eftir
dystin.
Eg havi sagt alla tíðina, at tað er
so týdningarmikið at standa sum
ein maður, alt liðið sum tað er. Og
tað haldi eg, at vit vístu í kvøld.
Dreingirnir kundu lættliga fallið
saman í kvøld, men tað gjørdu teir
ikki. So fulla virðing fyri tí, segði
Robbie Kean.
Men hvussu var so at spæla á
kunstgrasi?
Ja, hetta er jú ein kunstgrasvøllur,
men eg helt ikki hann var so galin
at spæla á. Sum eg longu gjørdi
greitt á tíðindafundinum í gjár, so
haldi eg ikki, tað er tíðarhóskandi
at spæla á slíkum vallum, tí eg haldi
ikki, at tað er gott fyri spælararnar.
Men tá tað er sagt, haldi eg, at
hesin vøllurin er ikki so galin, segði
Robbie Kean.
Hann helt ikki, at vindurin
órógvaði so nógv.
Tað var eingin stormur, so tað
órógvaði ikki so nógv. Hinvegin
var tað sera týdningarmikið at fáa
fyrsta málið, tí tað lat líkasum upp
fyri øllum, segði Robbie Kean.
Hann nam við bóltin, tá næsta
málið fór inn, men kortini ikki nóg
mikið til at hann kundi ogna sær
tað.
Eg nam líka við bóltin, men fyri
meg var tað týdningarmiklasta,
at hann endaði í netinum, segði
Robbie Kean.
Hann heldur, at liðini, sum
Írland skal kappast við, eru Svøríki
og Eysturríki.
Vit vita jú, at Týskland eru
favorittarnir, so tað ræður um
at enda á øðrum plássi, staðfesti
Robbie
Kean
eftir
dystin
í
gjárkvøldið.
leo@sosialurin.fo
Soleiðis sá heimasíðan hjá BBC Sports út eftir at
dysturin á Tórsvølli var lokin týskvøldið
Føroyar
høvdu bóltin
nógv mest
Fótbóltur Tað er ikki so ofta, at
hagtølini vísa eina yvirvág til Føroyar
tá talan um spælbýti, men soleiðis var
í dystinum móti írum í gjárkvøldið
Týdningarmikið fyrsta mál
Vónbrotin føroyinga vegna
Fótbóltur – Eg hevði vónað, at dysturin endaði við einum
javnleiki. Eg haldi framvegis við Føroyum, og við einum javnleiki
høvdu bæði míni lið fingið nakað burtur úr, segði Brian Kerr
Myndir: Álvur Haraldsen