mikudagur 17. oktober 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
So upplivdu vit tað aftur,
at streymurin bara fór
mitt í tí heila, hóast talan
var um dýrdar veður og
enntá ein sunnudag, tá í
øllum førum ikki vinnan
leggur tað stóra trýstið
á netið. Fyri aðru ferð
innan fyri tveir mánaðir
hendir tað, at streymurin
er vekk leingi, og hesa
ferð var talan um næst
an tveir tímar, har tað
mesta av landinum lá í
streymloysi.
Eitt er, at streymurin
kann fara orsakað av
illveðri ella kavastormi á
hávetri. Men við mínum
allarbesta
vilja,
dugi
eg ikki at síggja nakra
haldgóða grundgeving
fyri, at SEV ikki megnar
at hava eina støðuga
streymveiting í annars
bestu tíð og góðum
líkindum.
Streymslit
kemur altíð illa við fyri
húsarhald, arbeiðspláss
og vinnulív. Hesa ferð
rakti streymslitið ein
stóran konfirmatións
sunnudag, so tað mundi
koma sera illa við hjá
mongum.
Vit kunnu prísa okk
um lukkulig fyri, at týð
andi stovnar sum t.d.
Landssjúkrahúsið hevur
egið neyðstreymsanlegg,
tí annars kundu slík
streymslit verið til stóran
vanda fyri fólk. Og vit
kunnu eisini fegnast um,
at landsdysturin millum
Føroyar og Írland í ann
aðkvøld heldur ikki er
í vanda, tí har hevur
kommunan tryggja seg
við at seta upp neyð
streymsanlegg. So har
slepst
undan
einum
pínligum streymsliti, ið
hevði verðið sent kring
allan heimin.
Sum borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu,
ið eigur og rindar fyri
størsta partin av SEV, vil
eg biðja um eina almenna
frágreiðing
um,
hvat
er hent og hvat verður
gjørt, so vit ikki uppliva
henda trupulleika aftur
í besta veðri. Ella er tað
kanska meiningin, at vit
noyðast at fáa okkum
okkara egna elverk ella
at fleiri hundrað neyð
streymsanlegg
skulu
setast upp í kommununi
og kring landið, so vit
kunnu vera vís í at hava
streym altíð ?
Almenningurin hev
ur krav uppá at fáa at
vita frá hægsta stað í
SEV, hvat tað er, sum
ikki riggar hjá SEV, tí
vit kunnu ikki liva við
streymsliti í tíð og ótíð.
Hesaferð fingu nýggju
turbinurnar
á
Eiðis
verkinum skylduna. Eru
tær ikki nóg góðar og
tryggar ? Eru skeivar
turbinur keyptar ella
eru tað menniskjasligir
feilir ? Spurningarnir,
vit sum eiga og varða
av SEV eiga at seta, eru
mangir.
At umbera við, at
talan aftur hesaferð var
um eitt “blackout”, og
at vit eiga at rokna við
hesum fleiri ferðir um
árið, er ikki nøktandi
svar fyri pengarnar!
SEV skyldar
eina frá
greiðing
kommunuval 2012
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu
Eigur kommunan eina
framtíð við møguleikum?
Anja Rein
Valevni Sambandsfloksins í Tórshavn
Øll vilja menning - eingin vil
broyting, sigur eitt orðafelli.
Eg eri borgari í Tórshavnar
kommunu, sum bjóði meg
fram
sum
valevni
sam
bandsfloksins til komandi
kommunuval. Eg eri mamma
at
tveimum
børnum
og
starvist dagliga sum leiðari í
stórari fyritøku og eri tí von
við eitt arbeiðslív, har broyt
ingar og samstarv hava ein
avgerandi leiklut hvønn dag.
Fyri meg eru mest týðandi
hornasteinarnir í politiska
avbjóðingunum
búskapur,
vælferð og økismenning.
Kommunan hevur eitt
støðugt inntøkugrundarlag,
men er tað ein veruleiki, at
skuldin seinastu árini er
hækkað til umleið 250 mió.kr.
Ein vaksandi skuld minkar
um virkisfrælsið og hevur
sum heild avmarkingar við
sær. Aðrar avbjóðingar eru
arbeiðsloysið og at fólkatalið
í
Tórshavnar
Kommunu
minkar.
Tað hevur týdning, at vit
leggja okkum eftir einum
miðvísum og skynsomum
búskaparpolitikki
til
at
tryggja búskaparlig úrslit,
sum hava við sær eitt størri
nyttuvirði. Vit skulu gagn
nýta møguleikarnar og virka
framsøkið mótvegis teimum
avbjóðingum, sum eru.
Búskaparpolitikkurin skal
gera sítt til, at Tórshavnar
kommuna - bæði í fyrstu
atløgu og sum frá líður -
hevur ein sterkan og frískan
búskap, sum kann verða
grundarlagið undir einum
varandi vøkstri og soleiðis
tryggja, at vit eisini í fram
tíðini kunnu veita borgar
unum eina góða og trygga
tænastu.
Ein sterkur búskapur er
burðardyggur sum merkir,
at kommunan hevur eitt
fríhald, tá umstøður broytast
og vit uppliva sveiggj í bú
skapinum. Búskapurin skal
tryggja eina rótfesta vælferð,
sum sæst aftur – tað veri
seg í mentan, almanna- og
heilsuøki, útbúgving og økis
menning.
Ein sterkur búskapur tekur
langtíðar atlit, sum tryggja,
at vit alsamt megna at fíggja
menningarverkætlanir,
íløgur og rakstur – við øðr
um orðum at vit eisini í
framtíðini hava ein búskap,
sum kann varðveita eina
kommunu, sum fylgir við
tíðarinnar krøvum.
Ítøkiliga meti eg, at hesi
politisku
búskapartiltøk
hava týdning at seta í verk
komandi árini:
•
Langtíðarætlan fyri
rakstur og íløgur
•
Endurskoða vakstrar
ætlanina fyri kommun
una
•
Fremja virksemis
skapandi íløgur
Góð leiðsla og miðvís stýring
av
kommunubúskapinum
tryggjar borgarunum góðar
tænastur.
Í býráðnum fari eg at gera
mun. Set kross við mítt navn,
soleiðis at vit saman kunnu
skapa nakað enn betri!
Íbúðar møguleikar til eldri
Bjørghild Djurhuus
Í Tórshavnar Kommunu er
tvey heim bygd til eldri fólk
sum eru óhjálpin, og tað eri
eg glað og fegin um. Seinastu
nógvu árini, hevur tørvurin
á slíkum heimum verði so
stórur, og er bíðilistin lang
ur.
Nú
Boganesheimið
er
um at verða liðugt, verða 64
búpláss tøk, til teirra sum
hava tørv á røkt.
Flest okkara ynskja at
verða sum longst í okkara
egna heimið og er tað eisini
púra natúrligt.
Fleiri eldri fólk ynskja
somuleiðis ein búðfelagsskap,
soleiðis at tey kunnu njóta
síni eldraár saman við øðrum
eldri. Tað eru nógv sum sita
einsamøll í teirra heima, og
ynskja sær meiri samveru við
onnur. Tað er til dømis, nógv
hugaligari at sita og eta eina
máltið saman við øðrum,
og kann hetta eisini verða
lívsgevandi og fyribyrgjandi.
Tað er staðfest at sosial sam
vera fyribyrgir senilitet.
Veit frá londum rundan
um okkum, hvussu tey hugs
að og brúka alternativar
møguleikar. Eitt dømi er í
hjartanum í Keypmanna
havn, ein studentabústaður,
har ung og eldri eru í sama
húsið. Tey hava felags vaski
rúm, onnur felagsøkir og ein
stóran góðan hava. Tey ungu
búgva í teim niðastu hædd
unum og tey eldru í egnari
íbúð í tveimum teim ovastu
hæddunum. Mær vitandi
trívast øll líka væl, síðu um
síðu, og duga væl at taka atlit
til hvønn annan.
Eg veit eisini um eitt
búpláss í Jútlandi, har tey
hava bygt nøkur lítil rað
hús, forma sum ein hesta
skógvur. Í miðjuni er eitt
felagshús, har tey til dømis
kunnu eta saman, og halda
føðingardagar og annað. Er
onkur teirra burturstaddur,
ja, so ansa hini eftir húsin
um.
Allir hesir byggihættir,
saman við Sambýlum, kunnu
nøkta tørvin hjá teimum, sum
ikki kunnu vera búgvandi
í egnum heimið, og ynskja
sosiala samveru. Fíggjarliga
eru hesir møguleikar eis
ini nógv bíligari enn eitt
røktarheimspláss.
Eg dugi at síggja fleiri
møguleikar, og ynski eg
eisini at arbeiða fyri, at eldri
menniskju verða vird á teirra
ellisárum.
Gjald fyri valgreinar
Vit taka gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar,
sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.