Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Skattaprosentið niður og hægri barnafrádrátt Elin Lindenskov Býráðslimur í Tórshavnar kommunu Tá Tórshavnar Kommuna fór undir at byggja Boða­ nes­heimið, valdi býráðið at hækka skattaprosentið við einum prosenti fyri at fíggja røktarheimið. Nú Boðanesheimið er liðugt, og so gott sum goldið, valdi samgongan í býráðnum at seta skattaprosentið nið­ ur­aftur við einum hálv­um prosenti og at lata eitt hálvt prosent til hægri barna­ frádrátt. Tað merkir, at barna­familjur næsta ár fáa 2.500 meira í barnafrádrátti fyri hvørt barnið. Orsøkin til at vit valdu at lata eitt hálvt skattaprosent í barnafrátti var tí, at vit í samgonguni vildu gera tað lættari fyri barnafamiljur at búleikast í Tórshavnar kommunu. Tað er eingin ivi um, at 2.500 krónur afturat ver­ andi barnafrádrátti fer at merkjast væl hjá barna­ familjum og fer at gera gera­ndis­dagin munandi lætt­ari. Hesin barrna­frá­ dráttur kemur afturat ver­ andi barnafrádrátti sum er 5.500. Hetta merkir, at barna­ frá­drátturin í Tórs­havnar kommunu í 2013 verður 8.000 fyri hvørt barnið, umframt at skattaprosentið verður lækkað eitt hálvt prosent. Hervið er barnafrádrátturin ein av hægstu í landinum. Vilt tú, at Tórshavnar komm­una skal vera eitt betri stað at búgva í hjá barna­familjum, so eigur tú at atkvøða fyri Javnaðar­ flokkinum á valinum 13. november. Ung og heilsa Sigrún Mohr valevni á lista C Sjósavnið úti á Argjum hev­ur verið til sera stóra gleði fyri ung og vaksin síðan hetta byrj­aði. Vit mugu ikki gloyma, at tað er havið og fiskivinnan sum Før­ oyska samfelagið livur av og tað er av stórum týdningi at okkara upp­ vaksandi ættarlið fær ans og áhuga fyri hav­ in­um. Tað er kortini at harm­ast um hvussu lítlan áhuga og virðing sitandi Býráð hevur sýnt Sjósavninum sum er eitt so stórt aktiv fyri Havnina. Var tað ikki fyri stóru idealismuna hjá leiðaranum av hes­ um savnið var tað neyv­ an opið ídag. Sjósavnið eigur at fáa eina mun­ andi størri játtan og sømd­ir so tað kann vaksa og mennast og fram­haldandi skapa gleði og nøgdsemi. Eisini er eitt nútímans sjó­savn sera áhugavert í ferða- mannavinnuhøpi. Tann sum ferðast í Íslandi varnast skjott at hvør litil bygd hevur okkurt savn. Hetta er áhugavert og mennandi bæði fyri samleika ís­ lendinga og eisini stór­ an týdning fyri ferða­ manna­vinnuna. Havnin hevur onki Býarsavn og ger hetta Havnina fátækari. Fyri nøkrum árum síðani var ávíst arbeiði gjørt á hesum øki, men datt tað so niðurfyri. Eg vil arbeiða fyri at seta gongd á aftur hetta ar­ beiði. Sjósavnið og eitt gott Býarsavn økja um trivnaðin og stoltleikan í okkara Havn. Sjósavnið og Býarsavnið Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldinum Elin N. W. Tausen valevni á lista E til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu Soleiðis ljómaði sangurin, tá ið pedagogar og hjálpar­ fólk vóru í verkfalli fyrr í vár. Sangurin er tagn­að­ur, verkfallið er liðugt og rætt­ urin til tíð til fyrireik­ing og eftirmeting av arbeiðinum kom í sáttmálan! Men tor­ ført hevur verið at funnið rætta mátan at umsita fyri­ reikingartíðina; og tí eru tað nógv, ið onga tíð hava fingið setta av enn. Men hvat skulu tey nú eisini brúka hesa tíð­ ina til, spyrja fleiri og yppa øksl. Herfyri helt eg barna­ føðingardag. Øll vit foreldur vita, hvat tað krevur, at fáa flokkin heim á vitjan og at tað krevur eitt sindur av fyrireiking. Hendan dagin høvdu umstøðurnar verið soleiðis, at tá ið genturnar komu úr skúlanum, hevði eg ikki gjørt nakran mat. Eg átti tilfarið inni, so eg skundaði mær at koyra lasagnu í ovnin, seta á borðið ... og meðan gent­urnar ótu, bakaði eg, legði køkur saman, ruddaði av aftur, setti á borðið aft­ ur ... altso eg fyrireikaði føðingardagin, meðan gest­ irnir vóru til staðar. Sigast skal, at køkurnar eydnaðust væl. Genturnar hugnaðu sær og tað var ein góður dagur. Men hevði eg verið betur fyrireikað, so kundi eg havt verið meira nærverandi og luttakandi. Hetta fekk meg at hugsa um gerandisdagin á einum dagstovni, sum mangan kann tykjast sum ein óskipaður føðingardagur. Tá ið tíð ikki er sett av til at fyrireika læru­tilgongdir, dokumentera, eftirmeta praksis, o.s.fr, so brúkar starvsfólkið burtur av ætlaðu barnatíðini til at útføra hesar uppgávur og tað gongur út yvir dygdina í dagligdegnum. Tí hvussu kanst tú vera ein nærverandi vaksin, samstundis sum at tú hevur aðrar uppgávur? Møguleikar til at fyrireika og skipa námsfrøðiliga inni­ haldið fer at geva barninum tað, sum øll børn eiga rætt til - eitt dygdargott menn­ ing­ar­tilboð saman við nær­ verandi vaksnum, sum eru til staðar og sum kunnu vegleiða børnunum í teim­ um avbjóðingum og upp­ livingum, sum tey møta á dagstovnunum. Og tað var tí, at tað bleiv sungið “Tíð, tíð, tíð - til at fyri­reika í”, og ikki: “Frí, frí, frí”, sum onkur kanska helt. Tí starvsfólk hava tørv á reflektera yvir og eftir­ meta sína egnu praksis fyri at kunna menna tað náms­frøðiliga arbeiðið, og soleiðis geva børnum eitt mennandi og avbjóðandi innihald í degnum. Børnini eru framtíðin ... Tí velja vit at gera íløgur í barndómin. Tíð, tíð, tíð - til at fyrireika í! Nógv verður tosað og skrivað um týðningin av góðari lívs­ førslu, ikki minst hjá børnum og ungum. Áhugavert, spennandi og mennandi hevði verið, um Tórhavnar kommuna saman við Fólkaheilsuráðnum, skúl­ um og stovnum í kommununi tók stig til eina verkætlan, har kannað og síðan kunnað varð um, hvønn týðning góð­ ur kostur, rørsla og svøvnur hava fyri heilsuna. Serliga við tí í huga, at nógv børn og ung fáa heilivág fyri m.a tunglyndi, hugsavnan og aðrar sjúkur, ið vit kanska kunnu stýra við sunnari lívs­ førslu. Eina sunna framtíð tryggja vit best í einum sunnum likami – og ungdómurin er framtíðin! Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini. Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.